Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 52 - 14. mars 2006 Ársins álitisfólk 2006 gjørdis Kathrina Klein, sum starvast í vekslaranum á Landssjúkrahúsinum. Grundgevingarnar fyri at lata Kathrinu Klein heiðurin fyri at verða ársins álitisfólk eru hesar: Kathrina hevur í virki sín­ um sum álitisfólk røkt starv sítt við eldhuga og nærlagni. Hon hevur gjøgnum ídna yrki sítt stimbrað og stuðl­ að starvsfeløgum sínum sam­stundis sum hon hevur vakt ans og áhuga fyri álitis­ fólkaskipanini. Starvsmannafelagið: Ársins álitisfólk 2006 Ársins álitisfólk 2006 gjørdis Kathrina Klein, sum starvast í vekslaranum á NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Lúrðaljóðið tykkum kallað hevur heim úr okkar’ legu her. Tí lívið er tykkum ein gingin vegur. Nú leitið tit í aðra verð --- Tit eru komnir til landið handan sjónarbrún, landið har fuglarnir syngja og spæla, áirnar kvøða eitt aldargamalt lag. Og har finnast fagrar lundir, føgur tún, fríðir vøllir, sólarsæla. Har er altíð summar, sólin sær á nátt og dag --- Øll vit, ið her eru, úti ella inni, Mugu liva til heiðurs Fyri tykkara minni Tummas Nicolái Arge Elsta systkynabarn Martin Seinasta kvøða til Martin og vinmenn hansara Fríggjadagin 17. mars fyll­ ir Johanna Maria Olsen, vanliga nevnd Hannemia, í Toftalíð í Vági 100 ár. Í hesum sambandi verður opið hús í VB-húsinum frá kl. 15-19, har øll eru vælkomin at heilsa uppá Hannemiu og fáa ein drekkamunn og okkurt gott afturvið. Fyrrapartin, kl. 10.30, skip­ar Vágs kommuna fyri at smábørn frá barnaansingini og skúlabørn syngja og spæla fyri føðingardagsbarninum. Sjálvt um hoyrn og sjón eru nakað viknað, so er Hannemia uppi hvønn dag. Hon er bæði andsfrísk og klár og minnist væl. Foreldrini hjá Hannemiu vóru: Karin Dahl og Petur Müller, havnarfúti í Vági. Hannemia var trielst av 10 systkjum. Hini systkini vóru: Jens Chr.(skraddarin), Petur Emil, Jacob, Thorbjørn, Er­ling, Johannes, Mortan, Elsa og Karin. Karin, mamma Hannemiu doyði, tá ið Hannemia var 13 ára gomul. Tá mátti Hanne­mia taka hús og heim upp á seg, eitt tungt tak fyri eina so unga gentu. Hon mátti t.d. sjálv stíla fyri sínari egnu konfirmatión, tí eingin var mamman sum sagt, men onkur góð hond hjálpti eisini til. Á ungum árum fór Hanne­ mia til Danmarkar. Tann, sum hjálpti henni, var Bangslev lækni í Vági. Hannemia var í húsplássi hjá honum í tvey ár, og tá ið læknin fór niður, fekk hann Hannemiu lærupláss á Husassistenternes Fagskole, sum var í Keypmannahavn. Tá ið skúlin var liðugur, fór hon sum húshjálp í eitt ár á lítlu oynna Enehøje, sum liggur í Nakskovfirði, hjá tí heimskenda polarfararanum og rithøvundinum Peter Freuchen. Har dámdi henni sera væl. Eftir hetta var hon í tveim­ um øðrum húsplássum á Lol­ landi, áðrenn hon fór heim aftur til Føroyar. Hannemia var ongantíð uttanlands eftir hetta, men livdi sítt stillføra lív heima í Vági. Hon giftist við Sámali Olsen úr grannahúsunum og tey settu búgv í Toftalíð. Saman fingu tey sonin Kára, sum doyði 8 ára gamal av sjúku. Hannemia hevur verið ein góð húsmóður, sum hev­ur livað sítt friðarliga og still­ føra lív í Toftalíð. Hvønn góð­veðursdag sást tú hana í havanum, har hon fjálgaði um blómur og runnar. Hetta gleddi hana almikið. Enn er Hannemia uppi hvønn dag. Hon hevur ongantíð búð á ellisheimi, men býr í sínum egnu hús­ um, sum Sámal Pauli nú eig­ur. Dótturin Lydia, sum Hannemia og Sámal tóku til fostur, býr í Danmark, og hon eigur trý børn. Av teimum er Sámal Pauli elstur, eisini uppfostraður hjá Hannemiu og Sámali. Sámal Pauli er giftur við Áslu, dóttir Heidi og Mikkjal Djurhuus í Vági, og eiga tey tvey børn. Heidi og Sámal Pauli hava passað Hannemiu nú á ellisárum. Hannemia og Sámal vóru góð við børn, so umframt Lydiu og Sámal Paula, sum eru úr slektini hjá Hannemiu úr Porkeri, búði eisini systur­ sonur Sámal, Óla Jákup av Tvøroyri, í nógv ár hjá teimum. Ikki kann sigast annað enn at hóast Hannemia og Sámal ikki fingu fleiri børn enn Kára, vórðu tey ríkaði við børnum í heiminum. Johanna Maria Olsen 100 ár Leygardagin 11. mars fylti Randi Absalonsen í Havn 50 ár. Randi er fødd og uppvaksin í Havn sum næstyngst av fýra systkjum, dóttir Sylviu, f. Rasmussen, úr Fuglafirði, og Tryggva Gunnarsson (1918-1998), úr Vági. Systkini hjá Randi eru: Eirikur, sum býr á Signabø, Ingun, sum býr í Havn, og Victor, sum býr í Århus. Randi er gift Símuni Absa­ lonsen, grannskoðara, úr Klaksvík. Tey eiga børnini: Brynhild, Mirjam og Trygva, sum øll búgva í Havn. Sum ung fór Randi í læru sum skrivstovukvinna á Bruna­trygging og arbeiddi har til 1986. Frá 1987-89 búði familjan í Nuuk í Grønlandi, har Símun arbeiddi sum rokn­skaparleiðari hjá fyri­ tøkuni sum í dag eitur Royal Greenland, og Randi fekk starv á skriv­stovuni hjá grønlendska heimastýrinum. Hóast Randi er útbúgvin innan skrivstovuyrkið, dám­ ar henni best at fáast við matgerð. Tá familjan frá 1995-96 búði í Århus, arbeiddi hon við matgerð í einum barna­ garði. Hon arbeiddi eisini í nøkur ár í kantinuni hjá Reyni Ser­vice í Hoyvík, og í dag arbeiðir hon við matgerð í Sankt Josefs barnagarði. Randi kennir nógv fólk og hevur stóran áhuga fyri sínum medmenniskjum á ein positivan hátt, m.a. við at vísa umsorgan. Hon hevur eisini stóran áhuga fyri eldraøkinum og er m.a. virkin í Alzheimerfelagnum og situr í nevndini har. Randi Absalonsen 50 ár Lesið Sosialin - so eru tit við Internet Sosialur www.sosialurin.fo in