Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 14. mars 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Herdis Debes, ættað frá Gjógv, búðsitandi í Keflavík, andaðist á sjúkrahúsinum í Keflavík leygardagin 11. mars, 67 ára gomul. Karl Mortensen, Tofta­ líð í Vági, andaðist grækaris­messudag, 70 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Jonhild Henriksen í Gerðum, Klaksvík, and­­að­ist mánakvøldið á Norð­oya Røktarheimi, 90 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Randi Christensen, fødd Davidsen, ættað av Sandi, búðsitandi á Tvøroyri, andaðist 12. mars á Suðuroyar Sjúkra­ húsi 57 ára gomul. Anna Maria Nystrøm, Klaksvík, andaðist á Landsjúkrahúsinum sunnu­morgun 80 ára gomul. Andlát og jarðarferðir 16. mars kunnu omma og abbi okkara halda teirra 60-ára brúdleypsdag. Fyri okkum ommu- og abbabørnum sýn­ast hesi 60 árini nærum óverulig, tí í okkara eygum sæst aldur als ikki á teimum. Hetta er jú ikki so løgið, tí teirra altíð lætta lyndi og smittandi lívsgleði kennir jú ongan aldur. Omman, sum er fødd og uppvaksin í Fámjin, arbeiddi á ungum árum í handlinum hjá N.J.Mortensen á Tvør­ oyri. Abbin er føddur og upp­vaksin á Tvøroyri og starvaðist í krambúðini hjá pápa sínum. Ikki er gott at siga, um handilslívið fekk tað at renna saman teirra millum, men okkum er fortalt, at tey hittust í missiónshúsinum. Kærleiki hevur í øllum før­ um verið í luftini, tí mangar eru søgurnar um baldrutar gongutúrar um Oyrna- og Valdaskarð at vitja omm­ una. Omman og abbin blivu gift í Tvøroyrar kirkju 16. mars 1946. Tað var Mejdahl prestur, sum gifti tey, og stórt brúdleyp varð hildið í Tvøroyrar klubba. Tey eiga tvær døtur, fýra ommu- og abbabørn og seks langommu- og langabbabørn. Alt tað vit minnast, hava omman og abbin og heim teirra verið savningarstaðið hjá okkum í familjuni. Sum børn eru vit øll blivin ansaðið har, meðan foreldur okkara arbeiddu. Tann tryggleika og kærleika, tey tá góvu okkum er ein dýrabar barlast, sum vit eru ómetaliga takk­som fyri. Hóast tey bæði ar­beiddu fulla tíð fyri Før­oya Bjór, so var altíð tíð og hjartarúm til okkum. Og mong eru vikuskiftini, tá vit fýra gistu hjá ommuni og abbanum, har vit spældu og hugnaðu okkum óført. Hesar ógloymandi løtur, ið vit mangan minnast aftur á, hava knýtt okkum tætt saman. Nú vit eru vaksin og halda okkum hava so nógv um at vera í gerandisdegnum, eru tað framvegis omman og abbin, ið savna familjuna í fjálga heiminum á Bedingini. Hesar sera hugnaligu løtur við kaffi og dúgligum práti eru ógvuliga kærkomnar hjá okkum og børnum okkara. Ofta hava vit argað omm­ una við, at hon skuldi ver­ ið gomul genta ella savns­ vørður, tí hugurin at savna er størri enn hjá teim flestu. Savn hennara av áhuga­ verdum greinum úr Dimmu og góðum føroyskum sjón­ varpssendingum er ovurstórt og virðismikið. Abban hava vit mangan argað við, at hann er sølu­ maður sum fáur. Honum dám­ar ógvuliga væl at fáa ein góðan handil í lag, og best er, tá ið hann rakar tey røttu tilboðini og kemur heim og heldur seg hava gjørt kvettið. Kjallarin er eisini á tremur av nógvum góðum, ið saktans kann seljast við góðum vinningi. Omman og abbin hava al­tíð verið framúr virkin og eru tað framvegis. Hugurin at ferðast hevur altíð verið stórur, og mangar eru uttan­ landsferðirnar, bæði við pensionistafelagnum og at vitja familju. Gongufólk eru tey burt­ur­ a­v. Hvønn morgun fara tey av húsum, og tá vit ungu setast aftur fyri veður, eru tey bæði longu komin í regnklæðini og eru á veg út gjøgnum dyrnar – ei undur í, at aldur ikki sæst á teimum. Mong munnu vera, ið undr­ast á, hvaðani øll orkan hjá teimum kemur, tí meðan abbin er á trøðni og tjúklar um seyðin og ra­barburnar, stákast omm­ an heima. Óteljandi eru pannukøkurnar, sum hon hevur bakað, og síðani fingið abban at koyra hús úr húsi við heitum pannukøkum til alla familjuna. Omman og abbin eru altíð jalig, og orðini ”nei vit hava ikki tíð”, kenna tey ikki til. Tey eru altíð til reiðar at veita okkum eina hjálpandi hond, ikki minst tá tað snýr seg um barnaansing. Hetta lættir mangan um í gerandisdegi okkara, og hava tey eina stóra tøkk uppibornað. Góða omman og abbin, við hesum orðum vilja vit fegin ynskja tykkum hjarta­ liga til lukku á diamant­ brúdleypsdegnum, og Guds signing í framtíðini. Kærar heilsur Hans Jón, Berit, Ragna og Barbara við familjum Dagurin í morgin 15. mars. Sakarias, deyður ár 752. Hann var grikki, ið var valdur til páva í 741. Hebráiskt navn, ið merkir: Guð hevur minst til mín. 15. til 21. mars vórðu róptir gandadagarnir. Teir vóru sera óálítandi til veður. Ein heilsan til ommuna og abban, Jonu og Hans Marius Johansen á diamantbrúdleypsdegnum »Salong Eyðbjørg« er navnið á nýggju hárfríðkanarstovuni í Hvalba Hár dagfinn@sosialurin.fo Tann 1. mars lat nýggj salong upp í Hvalba. Eyðbjørg Skaalum byrjaði fyri seg sjálva í egnari hárstovu og tað hevur gingið væl. – Mær dámar væl at vera byrjað fyri meg sjálva og tað hevur gingið væl, sigur Eyðbjørg, ið tekur sær av øllum innan hárfríðkan. Hon ásannar, at sum sjálv­ støðug í útjaðaranum, so hevur tað týdning at halda seg kunnaðan um tað, ið fyriferst. – Tað hevur týdning at fara á skeið, so ein fylgir við, sigur Eyðbjørg, sum hevur góðar vónir, eftir eina góða byrjan, síðani hon lat hurðarnar upp 1. mars. Hárfríðkari í Hvalba »Salong Eyðbjørg« er navnið á nýggju hárfríðkanarstovuni hjá Eyðbjørg Skaalum í Hvalba