Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 52 - 14. mars 2006 UTTAN ÚR HEIMI Dan Brown, sum hevur skriv­­að ta heimskendu bók­ ina „Da Vinci-kodan“, vísir aftur skuldsetingunum um, at hann hevur brúkt bók­ina „Hellig blod, hellig gral“ sum grundarlag fyri bók síni. Men tað halda Micha­el Baigent og Robert Leigh, sum hava skrivað hina bókina. Teir báðir hava stevnt Dan Brown eftir endur­ gjaldi. Málið var fyri í býar­ rættinum í London mána­ dagin, og har vísti Dan Brown skuldsetingini aftur. Í einum tíðindaskrivi aftan á rættarfundin segði hann, at skuldseringin er púra ógrundað. – Eg havi ikki brúkt teirra kanningar í sambandi við bókina. Tvørturímóti var tað kona mín, sum gjørdi nógvar av kanningunum, segði Dan Brown. Hann fær stuðul frá útgevara sín­ um, sum hevur sagt, at Dan Brown var komin væl áleiðis við bók síni, áðrenn hann yvirhøvur hevði sæð bókina hjá Baigent og Leigh. „Da Vinci-kodan“ er seld í meiri enn 40 milliónum eintøkum, og tað hevur givið Dan Brown umleið 500 milliónir krónur í lumm­an. Tann 19. mai verð­ ur filmsútgávan av bókini frum­sýnd. Einki høpi í skuld­setingum Tá gravarar fyri nøkrum døg­um síðani gróvu leivd­ ir­nar av einum munki upp­ aftur, fingu teir ein hvøkk, tí hóast munkurin doyði fyri 15 árum síðani, var líkið at kalla einki broytt. Síðani hava fýra læknar skoðað líkið av Vissarionas Korkoliakos fyri at loysa gátuna, og fólk í hundraðtali hava vitjað gravstað hans­ ara. Men Nikolaos, bisk­ up­ur, hevur gjørt greitt, at munkurin verður ikki gjørd­ur til halgimenni, sjálvt um hann viðgongur, at hetta man vera eitt tekin frá Guði. Undur í Grikkalandi Ein kanning hjá OECD vís­ir, at skúlaverkini í fleiri asiatiskum lond­um virka betur enn skúla­verkini í Evropa, og at fólk í Asia tí hava eitt hægri kunnleikastig enn evropearar. Týskland og Frakland fáa skyldina av, at kunn­ leikastigið í Evropa megn­ar ikki at fylgja við, tí skúla­ skipanin í teimum báðum londunum er alt ov stirvin, sigur Andreas Schleicher, sum hevur gjørt kanningina fyri OECD. Hann vísir á, at tey bæði londini standa fyri 35 prosentum av búskap­inum í ES, men at tey megna ikki at fylgja við, tá tað snýr seg sum kunnleika og vitan. Øðrvísi er í Asia, har kunn­leikastigið í londum sum Kina og India er hækk­ að munandi tey seinnu ár­ ini, men einki land kann tó samanberast við Suður­ korea. OECD vísir á, at fyri 40 árum síðani var landið eitt av teimum fátækastu í heiminum, men í dag hava heili 97 prosent av teimum 24 til 34 ára gomlu eina út­búgving. OECD sigur, at Finnland er tað landið í Evropa, sum stendur seg best í hesari kappingini. Fólk í Asia vita meiri Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, var so misnøgdur við nakrar spurningar, sum hann fekk undir einari beinleiðis sjón­ varpssending, at hann rýmdi úr sjónvarpshølunum. Sambært BBC spann øði í Berlusconi, tá sjón­varps­ kvinnan Lucia Amnunziata setti hon­um nakrar spuen­ ing­ar í sambandi við tjóðar­ tingsvalið, sum verður í næsta mánað, og tá hon spurdi hann um hansara fíggjarviðurskifti og støð­una í Irak. Berlusconi svar­aði við at leggja sjónvarpskvinnuna undir at hoyra til vinstravongin í italskum politikki, og at tað var ikki hennara uppgáva at gera av, hvat hann skal gera. – Hetta er mín sending, og her er tað eg, sum geri av, hvat spurt verður, svar­ aði Lucia Amnunziata. Tá sendingin hevði vart einar 20 minuttir, reistist Berlu­ sconi og rýmdi í øðini. Berlusconi rýmdi Í Suðurkorea hava myndugleikarnir biðið fólk halda seg innandura, tí veðurmenninir vænta gulan kava Kavi Árni Joensen fartekst@mail.dk Fólk í høvuðsstaðnum Seoul og økinum har vesturi í land­inum eiga at halda seg innandura, og tey, sum noyð­ ast at fara út fyri dyr, skulu hava eitt ella annað plagg fyri munnin. Hesi boðini komu frá suð­ ur­kereonsku veður­stovuni í gjár, og orsøkin er, at veðurmenninir vænta tað, sum teir kalla gulan kava. Tað siga teir, tá illveður kemur um markið úr Kina og hevur sandrok við sær, og tá sandur og kavi verður blandað saman, verður kavin gulur. Kavaódnir eru rættiliga vanligar á koreanska nes­in­ um, men í vár hevur meiri sandur úr Kina verið uppi í kavanum enn onnur ár, skrivar AP úr Seoul. Kavin er gulur Nú Slobodan Milosevic er deyður, verður tað uppaftur truplari at fáa Serbia at útflýggja Ratko Mladic og Radovan Karadzic Krígsbrotsverk Árni Joensen fartekst@mail.dk ES vil ikki tosa við Serbia um limaskap, fyrr enn landið hevur útflýggja fyrrverandi bosniaserbiska generalin Ratko Mladic og tann pol­ it­iska leiðaran Radovan Karadzic, sum eru skuldsettir fyri krígsbrotsverk, og krígs­ brots­mannadóm­stólurin í Haag hevur fleiri ferðir kravt at fáa fatur á teimum. – Nú Milosevic er deyður, ræður um at fá hinar brots­ menninar fyri rættin, segði Carla del Ponte, høvuðsákæri, í gjár. Men norski Balkan-ser­ frøðingurin Svein Mønne­ s­land heldur, at tað kann gerast trupult at fáa fatur á Mladic og Karadzic. Hann vísir á, at nógvir serbar tulka rættargongdina í Haag sum ágang ímóti serbisku tjóðskaparkensluni, og ser­ biskir fjølmiðlar vóru eisini skjótir at skriva, at Haag hevði dripið Milosevic. – Nú hann doyði uttan dóm, fara nógvir serbar at spyrja, um hann ikki var ósekur kort­ini, og tað fer ikki at gera tað lættari hjá serbisku stjórnini at útflýggja fleiri av teimum ákærdu, sigur Svein Mønnesland við Dagaavisen. Hann væntar eisini, at teir tjóðskaparsinnaðu í Serbia fara at fáa vind í seglini, nú Milosevic er deyður, og at tað fer at avmarka rásarúmið hjá stjórnini. Bretski Balkan-serfrøð­ing­ urin Brace Gubacic væntar heldur ikki, at serbar fata at útflkýggja Ratko Mladic og Radovan Karadzic. Hann vísir á, at tað verður sera tor­ført hjá serbisku stjórnini at sannføra fólkið um, at landið eigur at útflýggja teir báðar, tí fólkið hevur ikki álit á dómstólinum. Teir tjóðskaparligu serbarnir hava omngantíð viðurkent dómstólin í Haag og serliga ikki, nú Milosevic dsoyði, áðrenn mál hansara kom til dóms. Tvørturímóti væntar Brace Gubacic, at teir tjóð­ skaparsinnaðu stuðlarnir hjá Milosevic fara at gera alt fyri at tarna arbeiðinum hjá dómstólinum. Annars hevur tað ikki staðið á hjá dómstólinum at útvega próvtilfar ímóti Mladic og Karadzic. Sum generalur var tað Mladic, sum hevði ábyrgdina av hóp­ morðinum í bosniska býnum Screbrenica, tá umleið 7.000 menn og dreingir vórðu fyri­ beindir. Karadzic hevði ta politisku leiðsluna og stóð á odda fyri at býta Bosnia sundur í etnisk øki. Nú verður verri at fáa Mladic og Karadzic Nú verða Ratko Mladic og Radovan Karadzic neyvan tiknir og sendir til Haag fyribils Berlu­ sconi rýmdi úr sjón­varp­ inum í øðini