týsdagur 14. mars 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 52 - 14. mars 2006
Triðja fløgan hjá
Makrel Transcend
vísir eina popp-
og dreymakenda
síðu av bólkinum.
Fløgan er á tremur
við góðum løgum,
men ljóðblandið er
tíanverri skuffandi og
dregur heildina niður
Fløguummæli
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Vónirnar um eina fantastiska
tónleikauppliving
vóru
bjartar, tá eg legði nýggju
Makrel fløguna Transcend
í fløguspælaran. Makrel
gjørdist ein tann mest jaliga
tónleikaupplivingin í fjør,
við fleiri frálíkum fram
førslum, har serliga tann
á G! Festivalinum stendur
sum eitt serliga sterkt var
andi minni. Her er talan um
kanska Føroya mest andaliga
bólk, droymandi og ganda
kendi gittarin hjá Rasmusi
Rasmussen er sum úr eini
aðrari verð og tekur teg við
á flog.
Fløgan hevur verið á veg
leingi, og snotiligi húsin
boðaði frá onkrum stórum.
Ótrúliga snøggur húsið,
tað er grikski sniðgevin
Seth, ið er maðurin handan
fløguhúsan. Hann er hóast
síni einans 33 ár sera royndur
innanfyri sniðgeving og
hevur gjørt húsar til nógv av
stóru nøvnunum á harðara
rokkpallinum.
So eg var spentur, tá
fyrstu tónarnir av lagnum
Filthy Tongue ljóðaðu úr
hátalarunum.
Góð løg
Fløgan er á tremur við góðum
løgum, fleiri av teimum
eru eisini fangandi. Her er
serliga stórhittið Forever and
Beyond og løgini Euphoria
og Beelzebub sterk. Hetta
eru somuleiðis løgini, ið
rigga best í ljóðblandinum,
ið annars er sera skuffandi.
Wonderland var eitt meist
araverk. Ljóðmaðurin Jón
McBirnie fekk okkurt
heilt
serligt
burturúr
Makrel. Hesuferð hava
Makrel sjálvir saman við
Conor Patrick staðið fyri
ljóðblandinum. Hetta er í
mínari bestu sannføring ein
óheppin avgerð. Tí meðan
Wonderland var betur, enn
Makrel var, tá hon varð
spæld inn, er Transcend als
ikki á tí støði, ið Makrel eru
á í dag. Løgini fáa stutt sagt
ikki tann búna, ið tey hava
uppiborið.
Stórsligin tónleikur
Makrel hevur flutt seg frá
harða rokkinum. Tónleikurin
er rættiliga friðarligur men
samstundis stórsligin. Hetta
var ein gongd, ið byrjaði á
Wonderland, og sum varð
fangað í ljóðblandinum. Men
á hesið fløguni er ljóðið als
ikki stórsligið. Har er eingin
verulig kraft í tónleikinum.
Tú fært ongantíð ein ordi
ligan framman á. Eg havi
roynt at funnið orsøkina.
Tær eru ivaleyst fleiri, men
tað sera keðiliga trummi
ljóðið er uttan iva ein stór
orsøk. Botnurin er nokkso
suppukendur og sparkar ikki
ordiliga reyv.
Trummiljóðið er rætti
liga kvalt, og ljóðar næstan
pappkent – Sjálvt trummu
ljóðið er ikki fjart frá Wond
erland ljóðinum. Tað er
greitt, at Wonderland hev
ur verið íblásturin til val
ið trummuljóðið og til alt
ljóðblandið. Men á Trans
cend er tað ikki líka væl úr
hondum greitt. Í heildini
tykist trummuljóðið mal
plaserað. Hetta gerst serliga
týðiligt í teimum rokkkendu
pettunum, sum t.d. í Forever
and Beyond og Beelzebub.
Meðan tónleikurin eina løtu
fer á flog, ljóða trummurnar
pappkendar.
Kensla framum
presision
Sum sagt er her talan um
tónleik, ið er rættiliga stór
sligin í sær sjálvum. Men
hóast hetta hevur Makrel
sambært gittarleikaranum
Rasmusi Rasmussen í send
ingini Rokkstovuni valt at
taka kenslur framum presi
sión í ávísum førum. Hesa
avgerð skilji eg als ikki. Tí
løgini leggja upp til meira
putlan við detaljum, sum
er júst styrkin við fløgu
innspælingum í mun til
konsertir. Úrslitið er eisini
hareftir. Tað stórsligna verður
ikki ordiliga stórsligið. Men
hetta er eitt tilvitað val hjá
Makrel, so okkurt liggur
óiva aftan fyri.
Rasmus er ein
gittarguður
Allastaðni er gittarin hjá
Rasmus berandi elementið,
hann skapar heildina og
lyftir øll løgini. Tað er eing
in ivi um, at Rasmus Ras
mussen er ein av Føroya
bestu og mest kreativu
gittarleikarum. Hann hevur
sín heilt egna stíl, og leverar
altíð vøruna. Á Transcend er
einki undantak. Gittarin er
líka týðiligur í ljóðmyndini,
sum røddin hjá Ára.
Ein sera egin rødd
Nógv er sagt og skrivað um
røddina hjá Ára Rouch. Hon
er langt frá vøkur í klassiskum
týdningi. Eg skal satt at
siga viðganga, at áðrenn, eg
hoyrdi Wonderland, helt eg
slettis ikki mannin kunna
brúkast sum sangara. Men
ljóðblandaður og brúktur
á rættan hátt, var hann á
Wonderland fantastiskur.
Eisini á teimum konsertunum,
ið eg havi hoyrt við Makrel
seinasta árið, hevur Ári verið
við til at gera Makrel egnar
og góðar. Hetta er tíanverri
ikki so,á stórum pørtum av
nýggju fløguni. Jú, gamaní
– tað er egið, men bert í støð
um er tað veruliga gott, og
ongantíð er tað líka gott sum
á Wonderland.
Eg fari at geva ljóðbland
inum skuldina. Tí eg havi
hoyrt fleiri av hesum løgun
um á konsertum, og tá riggaði
tað fínt. Ári er ivaleyst ikki
lættasti sangari at ljóðblanda,
men ljóðblandaður rætt, er
hann frálíkur. Summi støð á
fløguni riggar eisini væl serliga
í lagnum Forever and Beyond
er harmonizer viðgjørda og
rúmklangsundirdýgda røddin
framúr góð og veruliga á
heimavølli. Men eisini á
Marshmallows, Euphoria
og Beelzebub riggar Ári
væl. Á øðrum løgum sum
Where Does It Come From
og Cure er røddin veruliga
oyðileggjandi fyri heildina í
lagnum.
Fjølbroytt fløga
Talan er um eina rættiliga
fjøllbroytta fløgu, við
nógvum ymiskum løgum.
Tey eru tó øll gjørd í serliga
Makrel stílinum. Tað kann
ikki takast frá Makrel,
bólkurin hevur eitt ótrúliga
gjøgnumført konsept, ið
bara riggar. Tú ert ikki í iva
um, at tað er Makrel, ið tú
hoyrir, tá teir spæla.
Løgini liggja øll meira
ella minnið innan fyri droym
andi rokk, men eru annars
øgiliga ymisk. Her eru
t.d. fantastiska stórsligna
Euphoria, ið gevur tær
kenslu av stórleika, næstan
spælimanskenda og sera fitta
Cure, djevilska Beelzebub
og rokkutta Marshmallows.
Eitt sindur platt
Júst lagið Marshmallows
brýtur veruliga frá restini
av fløguni. Hetta er eitt av
løgunum, har tú best hoyrir
tekstin, og reglan “I guess
it’s shallow to sit and eat
Marshmallows” skaðar veru
liga heildarupplivingina av
fløguni. Hetta er so roksuttur
tekstur, at hann hoyrir heima
í teirri tíðini, tá bólkurin
æt Happy?. Kenslan av
dreymarokki verður hveistr
að burtur, og leitanin eftir
einum heildarkonseptið
dettur á gólvið. Hetta er synd,
tí sum lag er Marshmallows
sera sterkt. Lukkutíð kemur
eitt tað besta lagið á fløguni
Beelzebub beint aftan á, og
bjargar heildarupplivingini.
Lagið er næstan episkt,
frá tí eitt sindur Clickhaze
innblástu introini og allar 7
minuttirnar til endan. Hetta
rokkar og endin sparkar reyv.
Hetta er kanska einasta stað
at fløgan veruliga sparkar
reyv.
Ein rættiliga góð
uppliving
Sum heild er fløgan ein
rættiliga góð uppliving,
men samstundis eitt sindur
skuffandi, tí hon er ikki tann
fantastiska upplivingin,ið eg
hevði væntað. Hetta er ser
liga keðiligt, tí at løgini eru
nóg góð til, at hon kundi
verið fantastisk. Ivasama
ljóðblandið er stutt sagt
oyðileggjandi fyri mína
uppliving. Eg hevði elska,
at hoyrt útgávuna hjá einum
ávísum Mr. McBirnie av
hesum
løgunum.
Ella
kanska hoyrt Makrel í hond
unum á einum av teimum
heilt góðu og stóru tónleika
framleiðarunum.
Stórsligin
dreyma
rokkur
Grikkin Seth hevur gjørt snotiliga húsan á Transcend