týsdagur 14. mars 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 14. mars 2006
17
Tveir dagar áðrenn
fløgan Transcend kom
á marknaðin, hevði
bólkurin Makrel lagt
hald á Kaggan. Nú
skuldi nýggja fløgan
leggjast fram fyri
almenninginum,
og tískil bjóðaðu
teir innar til góðan
tónleik, gott fólk og
okkurt drekkandi.
Umframt at spæla
fløguna fyri allar
fyrstu ferð, høvdu teir
fingið bólkin SIC at
framføra
Útgávukonsert
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
“Biip biip”: “Hey man! Vit í
Makrel feira nýggju fløguna,
Transcend, í Kagganum frá
kl. 22 og frameftir. Tað er
ókeypis og vit og SIC spæla.
Vit vóna at tú kanst vera
við”
Soleiðis ljóðaði sms-boð
ini, sum eg fekk inn á klivan
leygardagin. Tað er ikki
oftari enn so, at tú fært eitt
so gott tilboð, so eg kundi
ikki annað enn at taka av
tilboðnum.
Tá ið lagið “Forever and
Beyond” gjørdist ein hin
størsta landaplágan í nýggjari
tíð, byrjaði ein nýggj epoka
fyri rokkbólkin Makrel. Nú
gjørdist teir verulig fólka
ogn, og líka síðan hevur
tann tónleikaáhugaði før
oyingurin bíða spentur eftir
einum nýggjum útspæli frá
bólkinum. Og nú er tað her.
Makrel fóru í upptøku
hølini í fjørsummar, og nú
fyriliggur úrslitið í sølu
búðunum kring landið.
Kvøldið var skipað á tann
hátt, at fyrst varð fløgan
“Transcend” frumspæld fyri
teimum mongu fólkunum,
sum høvdu leitað sær ein
túr í Kaggan leygarkvøldið.
Síðan spældi bólkurin SIC
nøkur løg fyri okkum, og at
enda fóru Makrel á pallin.
Fyrstu ferð
Ári Rouch bjóði okkum
vælkomin, og so legði
hann “Transcend” á fyri
allarfyrstu ferð. Og longu
nú eru ábendingar um, at
“Transcend” verður ein
vælumtókt útgáva. Undan
farnu fløgurnar hjá Makrel
(“Makrel
stinkar”
og
“Wonderland”) vóru væl
umtóktar av eini kjarnu av
tónleika eldhugaðum, men
“Transcend” hevur dygd
irnar at røkka ein nógv
breiðari skara. Hetta tí at
bólkurin miðvíst hevur
arbeitt við sínum ljóðið,
og úrslitið er eyðsæð, tá ið
tú hoyrir fløguna. Hetta er
mín stutta niðurstøða, eftir at
Makrel frumspældu fløguna
í Kagganum leygarkvøldið.
Bersøgnir SIC
Tá ið seinasta skerðingin á
fløguni fánaði burtur, fóru
limirnir í SIC so spakuliga
at gera seg til reiðar at spæla
fyri okkum. Um ein skal
lýsa SIC við eini mynd, so
kann tað vera hóskandi at
lýsa teir sum eitt svart tok
við hornum. Tokið koyrir
við 400 Km/h og kveistrar
allar forðingar til viks. Statt
ikki fyri! Teir hava eina
feita útsráling á palli, og teir
skríggja eftir viðurkenning.
Tá hesin herur av svørtum
einglum kom á pallin, var
tað beinanvegin lagt upp
til eina bersøgna og harða
uppliving. Teir eru harðir
og kontantir, og tónleikurin
vísir at teir hava nógv
uppá hjarta. Onkursvegna
appellerar teirra tónleikur
til eina ógviliga primitiva
kenslu í menniskjanum. Tú
verður tvungin at liva teg
inn í teirra myrka alheim, og
letur tú paradirnar fella, so
fært tú eina sterka uppliving
av teirra tónleiki.
Karismatiskur
oddamaður
Tað er so ofta sagt fyrr, at
Mikkjal Gaard Hansen er ein
sera evnaríkur sangari, og
eg kann bara taka undir við
hesum. Hann er so ótrúliga
karismatiskur og hann ber
framførsluna sera væl.
Hóast ljóðið hjá SIC ikki var
serliga gott leygarkvøldið,
so sluppu teir sera væl frá
síni framførslu.
Teir spæla rættiliga væl,
men enn haldi eg, at løgini
ikki hanga nóg væl saman.
Nøkur løg rigga ólukksáliga
væl, meðan onnur ikki ordi
liga geva mær nakað. Serliga
haldi eg at nøkur løg tykjast
ov samansett, soleiðis at tú
ikki upplivir tey sum eina
heild, men í staðin sum
fleiri bitar av tónleiki. Men
tá tað er sagt, so skal tað
eisini sigast, at SIC er ein
serliga gávuríkur, ungur
bólkur, sum bara skal halda
áfram við sínum arbeiði.
Teir hava eina “myrka”
framtíð fyri framman, og
við miðvísum arbeiði er
onki til hindurs fyri, at teir
kunnu koma heilt langt
við hesi samansetingini. Tí
teir hava alt tað neyðuga
tilfarið sum skal til fyri at
skriva haldgóðan tónleik.
Og teir eru so sanniliga
eisini vælumtóktir millum
tað unga ættarliðið – tað
vitnaði headbangarirnir um
í Kagganum leygakvøldið.
Oddafiskar á pallin
Eina góða løtu eftir at SIC
høvdu spælt sítt seinasta
lag, komu Makrel spaku
liga trilvandi niðan á pallin.
Fólkið tyrptist frammanfyri
pallin, so lagið á áhoyr
arunum bilti onki. Nú stóð
bleytari, melodiskur rokkur
á skránni, og tað kendist
sum, fólk veruliga vóru glað
fyri at síggja okkara yndis
Makrelur aftur í okkara far
vatni.
At byrja við var ljóðið
rætt og slætt ein katastrofa
hjá Makrel. Hetta ørkymlaði
teirra framførslu, tí her var
onki at heinta hjá áhoyr
arunum. Alt var eitt kaos,
og onki spark var at finna
nakrastaðni í ljóðmyndini.
Men so við og við fingu
tey kønu aftur tamarhald á
ljóðinum, og tá hómaði tú
aftur sveimandi dygdirnar í
tónleikinum hjá Makrel.
Teir spældu í ein lítlan tíma.
Sjálvsagt spældu teir eina
mest løg av nýggju fløguni,
men onkur evergreen slapp
sjálvandi eisini upp í part.
Tá ið tú upplivir Makrel
á palli, leggur tú helst til
merkis, at Rasmus og Ári
eru oddafiskarnir. Teir báðir
bera framførsluna sera væl,
og upptraðka báðir rættiliga
teatralskt. Soleiðis hjálpa teir
báðir áhoyrarunum at fata
tónleikin. Tú sært á teimum
báðum, at tónleikurin veru
liga hevur nakað at siga fyri
teir, og hetta er bara positivt
fyri samlaðu framførsluna.
Eitt annað positivt við
framførsluni leygarkvøldið
er, at nú er man eisini farin
at hoyra meiri spennandi
undirspæl frá Makrel. Ikki
veit eg heilt hvussu øll løgini
hjá Makrel eita, (kanska
serliga tí at har var nógvur
rúmklangur á røddini hjá
Ára, og sostatt gjørdist tað
torført at skilja hvat hann
segði ímillum løgini), men
serliga í tí eina lagnum legði
tú til merkis, at orka var løgd í
at skipa undirspælið. Haldi at
lagið eitur “Marshmellow”.
Hetta meti eg vera so ófati
liga týdningarmikið fyri
framtíðina hjá Makrel, tí
at ongin ivi er um, at teir
eru eitt tað heitasta navni
á føroyska rokkpallinum í
løtuni. Men onkuntíð hevur
nettupp undirspælið verið
tað øki, har ið eg havi mett,
at Makrel svimja á djúpum
vatni.
Samanlagt má sigast, at
Makrel komu væl frá síni
framførslu. Teir vóru ikki
í supergóðari venjing, og
onkrar smálutir kundi ein
finnast at. Men tað týdn
ingarmesta er, at teirra tón
leikur veruliga er farin at
finna seg til rættis í eini
heild. Limirnir í bólkinum
búgva í trimum ymiskum
londum, so tað er kanska
ikki so undarligt, at teir ikki
eru í so góðari venjing.
Meiri av hasum,
Kaggin!
Kjallarin í Kagganum er eitt
frálíkt stað til tílík tiltøk. Tú
hevur ein pall, eitt anlegg,
eitt stórt gólv, borð, barr og
alt sum skal til fyri at fáa
eina konserthøll at hanga
saman. Eg vil við hesum
eggja Kagganum at halda
áfram við tílíkum tiltøkum.
Vit vita, at rokktónleikurin
ikki hevur so góðar sømdir
í Havnini. Vit hava ov fá
spælistøð, og tey fáu sum
eru leggja meiri upp til
dansitónleik. Tískil er tað
alneyðugt, at eitt stað sum
Kaggin gongur á odda, og
bjóðar rokktónleikinum inn
í hitan.
“Makrel í egnum farvatni”
Ári Rouch berur saman við Rasmusi Rasmussen framførsluni hjá Makrel
Mynd: Jens Kr. Vang