týsdagur 14. mars 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 14. mars 2006
19
Elin Hammer, ið sein
astu 18 árini hevur
rikið Kaffivognin á
kaiini sigur,
– Eg havi selt fleiri
hundrað plattar
av pylsum og kaffi
pakkum. Tað er
avgjørt við sorgblídni,
eg sigi farvæl, men eg
havi brúk fyri at taka
mær av løttum í eina
tíð
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Elin Hammer hevur sein
astu 18 árini starvast í Kaffi
vogninum á Kaiini. Í dag
er seinasti arbeiðsdagurin
hjá henni, og í morgin taka
nýggju eigararnir, Rannvá
Leonson og dótturin Leona
Nielsen, við at reka Kaffi
vognin.
Tað var ein heldur syrgin
Elin Hammer, ið Sosialurin
hitti í Kaffivogninum á
kaiini í morgun. Á borðinum
stóð ein risastór lagkøka við
tekstinum: ‘takk fyri góð
og hugnalig ár’, ið Elin av
sínum eintingum hevði keypt
til allar teir 70 kaffivinirnar,
ið dagliga hava sína gongd í
Kaffivogninum:
– Kaffivognurin á kaiini
hevur verið mítt lív seinastu
18 árini. Eg havi verið her,
síðan eg var 10 ára gomul.
Nú eri eg troytt av tí, og havi
hug til at royna okkurt nýtt.
Í fyrstu atløgu havi eg ikki
nakrar stórvegis ætlanir. Eg
fari bara heim at slappa av,
vera um mannin og njóta
summarið, greiðir Elin frá..
Og hon ásannar somu
leiðis, at hesi árini í Kaffi
vogninum hava verið stræv
in:
– Eg havi jú verið bundin
100 % at Kaffivognum sjey
dagar um vikuna. Um eg
onkuntíð veruliga havi ynskt
at havt frí eitt vikuskiftið,
havi eg verið noydd at ríma
av landinum.
Men hóast Elin Hammer
ikki angrar, at hon hevur
selt kaffivognin, veit hon
tó við vissu, at hon fer at
leingjast eftir trygga og góða
arbeiðsplássinum á kaiini,
– Eg fari at sakna kaffivogn
in og fittu, prátingarsomu
arbeiðsmenninar sera, sera
nógv. Eg kenni allar teir
umleið 70 menninar, ið trú
fastir koma hvønn tann ein
asta morgun til kaffi. Ongin
teirra nýtist at siga, hvat teir
skulu hava – teir koma bara
inn um hurðina og seta seg
niður. Eg veit akkurát, hvat
hvør einstakur vilja hava.
Tíðarskeiðið Elin hevur
arbeitt í Kaffivogninum
hevur havt ómetaliga stóran
týdning fyri hana:
– Eg eri at kalla uppvaksin
her. Hesi árini eri eg eisini
komin at kenna nógv fólk og
havi fingið nógvar sera góðar
vinir fyri lívið. Hetta er eitt
einastandandi umhvørvi, ið
eg fari at sakna ovurhonds
nógv. Men nú má tað verða
mín túrur at drekka kaffi her
um morgnarnar, sigur Elin
at enda.
Sorgblítt farvæl
við Kaffivognin
Seinastu nógvu
árini hava áleið 70
arbeiðsmenn og
pensjonistar hvønn
morgun havt sína
dagligu gongd í
Kaffivogninum á
kaiini og fingið sær
kaffi frá Elini
Fólkalív
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Pensjonistarnir Tórólvur
Fagradal og Kristin Gærdbo
koma trúfastir, hóast tað
er kavi, vindur ella regn, í
Kaffivognin hvønn morgun
at fáa sær kaffi. Teir harmast
báðir um, at Elin Hammer
nú gevst at arbeiða í Kaffi
vogninum:
– Elin hevur altíð verið
góð við okkum og veitt góða
tænastu. Vit fara avgjørt at
sakna hana, men vóna, hon
kemur at vitja okkum av og
á.
Tórólvur og Kristin hava
havt sína dagligu gongd í
Kaffivogninum síðan 1965.
Tá stóð Kaffivognurin
mitt á parkeringsøkinum á
Farstøðini:
– Vit eru nógvir, ið savn
ast her hvønn morgun. Vit
sita her í um 1-2 tímar og
drekka kaffi, práta um
politik, arbeiði, konufólk og
annað. Síðan hitta vit eisini
arbeiðsmenninar, ið fortelja
okkum dagsins tíðindi,
áðrenn vit fara út til dagsins
verk, ið vanliga er at geva
kríatúrum, at pumpa bát og
annað húsarbeiði.
Tórólvur og Kristin vóna,
at Kaffivognurin fer at
halda á fram at vera eins
hugnaligur, og hann er nú:
– Hetta er eitt gott
umhvørvi at vera í. At kalla
rættiliga familjukent, tí øll
kenna hvønn annan.
– Vit fara at sakna Elina
Vit hava havt okkara dagligu gongd í Kaffivogninum síðan 1965. Tá hann stóð mitt á parkeringsøkinum á Farstøðini. Tað siga pensjónistarnir Tórólv Fagradal og Kristin Gærdbo.
Við borðið sita eisini Elin Hammer, vinstrumegin, og starvsfelagi hennara, Maria Sivertsen
Mynd: Jens Kristian Vang
– Takk fyri góð og hugnalig ár, stendur á lagkøkuni, ið Elin
Hammer hevði keypt til allar kaffivinirnar hjá sær
Mynd: Jens Kristian Vang