Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 52 - 14. mars 2006 Seinnapartin Græk­ arismessudag var Grækarismessuhald í Føroya Húsinum í Keypmannahavn. Við sangi og røðum hátíðarhildu útisetar, at várið nærkast, alt meðan vøtnini í Keypmannahavn vóru so fryst, at fólk gekk og mól á teimum HÁTÍÐARHALD Orð og myndir: Símun Jóannesarson Sum vant vóru føroyskir úti­setar komnir saman í Keypmannahavn at há­tíðar­ halda, at tjøldrini koma til Føroyar á Grækarismessu. Føroya Húsið bjóðaði køkur og kaffi. Vokal Kompagniet úr Dávidskirkjuni í Keyp­ mannahavn var komið inn á gólvið at syngja nakrar sangir. Pætur við Keldu spældi klaver undir felagssanginum, og Niels Uni Dam blaðmaður á Sosialinum helt Grækaris­ messurøðuna. Grækarismessuhaldið í Føroya Húsinum er eitt av afturvendandi tiltøkunum í húsinum. Tað plagar at vera hugnaligt og í ár var einki undantak. Kuldin í Keypmannahavn var bítandi, og várið tyktist ikki so nær, men alíkavæl var nakað av fólki savnað í húsunum á Vesterbrogade 17A. Martin Fjallstein dagligur leiðari í Føroya Húsinum bjóðaði vælkomnum og segði nøkur orð um manglandi danska várið. Síðan var Føroya Fólks Sangbók tikin fram, og Pætur við Keldu spældi undir meðan felagssangurin ljómaði. Føroya Húsið hevði biðið blaðmannin á Sosialinum Niels Una Dam, um at halda Grækarismessu røð­ una. Niels Uni hevur áður verið stjóri í nú farnu før­ oysku útvarpsstøðini í Keyp­mannahavn, Nær­varpi Okkara. Í hesum starv­ið var Niels Uni virkin í úti­ setalívinum í Keyp­manna­ havn, Tí var hann mettur at vera rætti maðurin at halda røðuna. Røðan hjá Niels Una er prentað her á síðuni. Tá røðan var liðug, var aftur sungið úr Føroya Fólks Sangbók, áðrenn sang­ bólkurin Vokal Kompagniet kom á pallin, og sang nøkur løg. Vokal Kompagniet hoyrir til Dávids Kirkjuna í Keypmananhavn, og kórið ætlar sær í apríl til Føroyar at syngja millum annað saman við Suð í Havn, Fuglafirði og Klaksvík. Martin Fjallstein visti at siga frá, at Altartalvan og doypifonturin frá tíðini, tá núverandi Føroya Hús var ein kirkja, nú standa í júst Dávidskirkjuni. Vokal Kompagniet syng­ ur væl, og skráin var lív­lig og fjøllbroytt. So før­oy­ ingar kunnu gleða seg til konsertirnar við hesum sang­bólkinum. Aftan á teirra sang, bjóðaði Føroya Húsið ókeypis kaffi og køkur. Hugnin var fullkomin og fólk nýttu høvið at tosa sam­ an um leyst og fast. Røða hjá Niels Una Dam á Grækaris­ messuhaldinum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn Grækarismessuhaldið er eitt heilt serligt hátíðarhald fyri flestu føroyingar. Hetta er dagurin, ið sigur frá, at veturin endiliga er av. Klipp, klipp, klippini uttan fyri gluggan boða frá, at nú várar. Tjaldrið kemur við sínum eyðkenda ljóði og við ljósu tíðini. Hetta hava vit valt at hátíðarhalda, tí umframt at vera tjóðfuglur okkara er tjaldrið eisini okk­ ara fremsti várberi. Fert tú útum í Føroyum um várið, hoyrir tú tey, og ja, tað tykist sum um tey vita nær Grækarismessa er. Tí tey eru trúgv, sjáld­an hoyrir tú klippini áðr­enn Grækarismessu men á sjálv­um degnum tá Græk­ arismessa er, byrja tey at fylla náttúruna. Hetta, at flyti­ fuglurin vendur heim aftur, merkir okkurt heilt serligt fyri okkum føroyingar, bæði teir í Føroyum og okkum úti­ setar. Men eg hevði logið, um eg ikki vigekk, at tað kendist eitt sindur løgið, at seta seg niður og skriva hesa røðu. Fyrst og fremst eru vit ikki í Føroyum, og tað er langt millum tjøldrini í Holmbladsgade. Eg hyggji niður á Jaguarin, Jacobs Bageri og bilarnir. Kavin liggur á fleiri av teimum. Eg lati gluggan upp og smakki frost í luftini. Fólk niðrið á gøtuni eru væl ílatin, og reyðu kjálkarnir boða als ikki frá nøkrum vári. Veðurtíðindini boðað bara frá alsamt meira kulda. Og ein av teimum báðum radia­ torunum í íbúðini er hildin uppat at rigga. So eg siti inni og skrivi í myrkamorreyðari troyggju. Nei, tað kennist meira, sum hávetur enn sum vár. Tá eg hætti mær útum, er tað, sum um mergurin frystir innan í beinagrindini á mær. Danski kuldin er ótrú­liga bítandi, og eg vænti ongantíð, at eg fari at venja meg við hann. Tað er ivaleyst soleiðis hvørt ár, men eg haldi, at mars hevur verið óvanliga kaldur og vetrarkendur í ár. Eg skilji væl, um flytifuglurin heldur seg sunnanfyri ein mánaða ella báðar tveir afturat. Í sjónvarpinum hoyri eg um fuglakrím og deyðar kett­ur og um ein ella báðar tveir kynverjar, ið eru deyð­ ir av fuglakrími. Á alnet­ in­um hoyri eg tíðindini í Kringvarpinum tosa um, at fuglakrímið kanska kemur til Føroyar við flytifuglinum. Eitt sekund síggji eg við ræðslu, at Grækarismessan verður avlýst, og allastaðni liggja føroyskir veiðumenn á lúr við riflu og skjóta tjøld­ ur. Umstøðurnar at skriva eina jaliga várkenda Grækaris­ messurøðu eru stutt sagt, so sum so. Men so vendur vitið aft­ur, og eg síggji stóru heild­ar­myndina. Tjaldrið og hinir flytifuglarnir eru ikki bert tekin um ljósu tíðina. Hesir fuglar umboða útlongsul og heimlongsul. Hetta eru kenslur, sum vit útisetar, ella skuldi eg sagt flytifuglar sjálvi kenna. Men eisini kenslur, ið allir aðrir føroyingar har heima kenna. Kenslur, ið fylgja við, tá tú verður føddur í einum oyggjalandi. Dunnuhylurin gerst ov lítil ella ov trongur ella bara ov okkurt, og vit leita okkum út í heimin. Júst sum tjaldrið. Altíð bera vit ein part av Føroyum við okkum, og tey flestu leita heim aftur, júst sum tjaldrið. Onkur av okkum flyta aftur, onnur ferðast aftur, men øll kenna vit tilknýtið. Ja, heimslongsulin, um tú vilt. Føroyar eigur ein part av okkara hjørtum. Uttanlanda víðkast sjón­ ar­ringurin, vitanin veks­ur og heim afturkomin eru vit tilreiðar at geva før­ oyska samfelagnum burt­ ur­av okkara kunnleika. Summi, ið ongantíð fylgdu útlongslinum ræðast tað nýggja, ið vit flytifuglar umboða, síggja tað sum eitt slag av fuglakrími. Vildu heldur, at vit vóru óbroytt. Men flestu føroyingar, gleð­ ast um at síggja okkum aft­ur. Ein fasinatión fyri út­ heiminum býr í flestu okk­ ara. Tað er heldur eing­in ivi um, at nógv av menningini í samfelagnum, kemur júst uttan í frá. Útlongsulin send­ur okkum út í heim, heimlongsulin sendur okk­ um heimaftur við nýggjari barlast. Áhugin fyri føroyingum í útheiminum er altíð stór­ ur millum føroyingar í Før­ oyum. Vit elska at hoyra um okkara fólk, ið gerast hetjur í útlandinum. Flytifuglar, ið leita út í heim, men altíð hava Føroyar við sær, og seta síni spor í útlendskum samfeløgum. Hetta hevur altíð verið so, og er soleiðis enn, og man tað ikki altíð fara at vera so? Eisini í dag vera hetj­ur­ nar ofta mettar eftir sín­um avrikum uttanlanda. Til­ dømis innan tónleikin, har Teitur ferðast kring allan heim og selur stórar rúgvir av fløgum, ið hann sjálvur hevur gjørt, ella Eivør, ið fyrst legði Ísland fyri sínar føtur, og nú hevur fingið luft undir veingirnar í Danmark. Eg var so sera errin av at vera føroyingur í gjárkvøldið í Tønder. Eivør var í upp­skoti til seks av fremstu heið­urs­ lønunum innan fólkatónleik í Danmark. Enn erpnari gjørd­ist eg, tá hon vann heið­urslønirnar fyri bestu fløgu við vísusangi og fyri bestu songrøddina. Eivør og Teitur eru farin á flog. Tey flúgva sum tjøldrini út í heim, í hjartanum bera tey eitt petti av Føroyum, og eins og tjøldrini er heim­ longsulin altíð við, saman við útlongslinum, og javnan vitja tey heima á klettunum, við sínum vakra sangi. Eg arbeiði sum blaðfólk, javnan skrivi eg greinar um útisetar ella flytifulgar, ið hava upplivað okkurt serligt. Sum t.d. greininina um 32 ára gamla havnarmannin, ið hevur samráðst fyri 100 milliardir, ella greinina um blaðkonuna, ið er blaðstjóri á einum stórum donskum tíðarriti, ella tónasmiðin, ið skrivar tónleik til útlendskt sjónvarp og kendar stjørnir. Felags fyri hesar greinar er, at tær verða lisnar av nógvum. Innari útlongsulin hjá føroyingur verður stimbr­ aður av at lesa um onnur, ið fara. Samstundis sum longsulin eftir at síggja tey aftur, virkar sum eitt magnet, ið dregur tey heim aftur. Tí er Grækarismessan eis­ ini viðkomandi fyri okkum her í Keypmannahavn. Hon minnir okkum á, at vit hava eitt heim at fara aftur til. Eitt land har vit altíð eru væl­komin, og hóast onkur kanska hevur hug at skjóta tjøldrini, so gleðast tey flestu um okkara várligu klipp. Og í morgun var tað, sum um sólin skein eitt sindur bjartari. Sjálvt um mergurin ikki heilt er tiðnaður enn, so sungu fuglarnir eitt sindur kátari eisini í Holm­ bladsgade. Kanska er várið í eygsjón – livst so spyrst! »Fuglarnir syngja eitt sindur kátari í Holmbladsgade« Grækarismessan var hildin í Keypmannahavn Pætur við Keldu spældi hugnaligan klavertónleik, meðan fólki kom inn úr kuldanum Niels Uni Dam, blaðmaður, helt Grækarismessurøðuna í Keypmannahavn.