Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 14. mars 2006 21 Á debutkonsertini hjá Andras Olsen vísti basunsnillingurin, at klassiskur tónleikur kann vera øgiliga undirhaldandi. Konsertin var eitt show við kov­boy­ hattum, klovna­fram­ førslu og eini smakks­ roynd av onkrum heilt fantastiskum. Orð: Niels Uni Dam, nielsuni@sosialurin.fo Myndir: Símun Jóannesarson Den Anden Opera var á tremur við fólki, allir stól­ar vóru fyltir, tá Andras Ol­sen í fríggjakvøldið spældi sína debutkonsert. Debut­ kon­sertin er eitt slag av próv­tøku ella endakonsert fyri hansara lestur á Det Kongelige Danske Musik­ konservatorium. Seks verk vóru á skránni, millum hesi vóru frumframførslur av nýggjum verkum hjá Sunn­ leivi Rasmussen og Tróndi Bogasyni. Vildi takast av bóli Í skránni, ið vit fingu stungna í hondina á veg inn, skrivaði Andras millum annað, at hann hevði lagt seg eftir at spæla nýggjari tónleik hetta kvøldið. Hetta var ikki tí, at tað eru fá stórverk skrivaði til basun gjøgnum tíðirnar. Men heldur tí hann vildi vísa teir møguleikar, ið hann sær í basuntónleiki, og hvat hann ætlar sær at fáast við, nú hann var liðugur við lesturin. Hann segði somuleiðis, at hann hevði hugsað seg sjálvan í áskoðararnar stað, tá hann legði skránna. Sum áskoðari vildi hann fegin takast av bóli, og hetta hevði hann so roynt.. Konsertin var býtt upp í tveir partar, fyrri parturin var meira siðbundin í fram­ førsluni, meðan tann seinni spældi uppá nógv fleiri streingir. Varð tikin av bóli Andras Olsen legði fyri við einum verkið hjá Jaques Casté­rède, Sonatine for basun og klaver. Hetta verkið var í trimum partum, og tók veruliga áskoðaran av bóli við sínum stóra fjøllbroytni. Hetta fyrsta verk varð spælt av Andras Olsen á basun og Thomas Gooseman á klaver. Verkið var í trimum pørtum. Fyrsti patur var villur og lív­ ligur, síðan kom ein sera frið­arligur partur og seinasti parturin var festligur og lív­ ligur á ein bandittasligan hátt. Andras hevði megnað at tikið meg av bóli. Kitlaði forvitnið Næsta verkið var The Bells Of Vienta, hjá Bent Søren­sen. Eitt verk har vit upplivdu basunina á ein heilt annan og meira ekstreman hátt. Við einum Harmon demp­ara og songrøddini hjá Andras ígjøgnum basunina, var verkið fyri meg meira áhugavert, enn tað var gott. Mítt forvitni bleiv tó kitlað. Ófrættakent Seinasta verkið í fyrra parti var frumframførsla av verk­inum Apparition/ Disparia­tion hjá Sunnleivi Rasmussen. Verkið er skrivað til basun og slagverk. Við sær á slagverkið hevði Andras Olsen fingið Mathias Friis Hansen. Verkið hevði okkurt ófrættakent yvir sær, tað var øgiliga skiftandi við sterkum kontrastum. Frá tí villa og ógvusliga til tað meira friðar­ liga, men alla tíðina var ein kensla av rótloysi í luftini. Klovnurin Andras Olsen Eftir steðgin gjørdist kon­ sertin í størri mun eitt show enn áðrenn steðgin. Fyrst við stykkinum hjá Luciano Berio, Sequenza V, ið er eitt sera torført stykki. Berio skriv­aði Sequenzaðir til 13 ljóð­føri. Sequenza V er til basun. Andras segði í skránni, at flestu tónleikarar halda, at Sequenza stykkini eru tey torførastu og bestu stykkini, ið eru skrivað til teirra ljóðføri, og fyri Andras var Sequenza V einki undantak. Sequenza V er skrivað til minnis um sveitsiska skemt­ aran og klovnin Karl Adrian “Grock” Wettach. Stykkið er gjørt yvir eina framførslu hjá Grock undir 2. heimsbardaga fyri nasistunum. Meðan Andras spældi hetta torføra stykki, framførdi hann somuleiðisa eina klovna­fram­førslu. Her var ríki­ligt av yvirskoti at hóma og vísti, at framførslur av klass­iskum tónleiki kunnu vera sera festligar. Eitt fantastiskt listarligt bland Síðan kom framførslan av 7 Musicians, ið er eitt brot úr stórverkinum The Investigation Of A Dog, ið tónasmiðurin Tróndur Boga­ son, Andras sjálvur, dansa­ rinnan og koreografurin Rann­vá Káradóttir, film­ skaparin Marianna Mørk­ øre og ljósmaðurin Egil Han­sen samstarvast um. 7 Musicians var eitt fantast­ iskt bland av ymsum lista­ greinum, ið saman skaptu eina frálíka heild. Hetta var ein smakksroynd, og hon smakkaði so væl, at vit kunnu gleða okkum til alt verk­ið verður liðugt. The Investiga­ tion Of A Dong verður ein dramatisk framførsla, ið verður umleið ein tíma, tá tað er heilt liðugt. verkið er bygt á eina stuttsøgu hjá Kafka um ein hund, ið leitar eftir sannleikanum. Kovboyarar fyri basun og trompet Andras endaði við at fram­ føra kovboystykkið Kit Bones & Hawk Hardon hjá Frederik Høgberg. Hetta stykkið er ein duellur millum tveir kovboyarar á basun og trompet. Í hesum verkinum var Anders Nyqvist við á trompet, og hesir báðir í kovboyhatti gjørdu endan á konsertini sera stuttligan. Verkið var kryddað við Clint Eastwood setningum sum “Go ahead – make my day” og “This town ain’t big enough for both of us”. Hetta stykkið spældu Andras og Frederik eisini, tá teir vóru uppi í próvtøku á The Royal Academy Of Music í London. Konsertin gjørdist ein frá­ lík uppliving, og um hetta um­boð­ar, tað ið Andr­as ætl­ ar sær at fáast við, nú hann er liðugur á kon­serva­tor­iin­um, so hava vit føroyingar nógvar stórar tónleikaupplivingar í væntu. Klassiskt undirhald í hini operaini Andras Olsen spældi eina frálíka konsert í hini operaini Foreldrini Kári og Ása vóru komin til Keypmannahavnar á konsert og vóru sera errin av soninum