Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Plantonvøkstur er grundarlagið undir allari framleiðslu av fiski á landgrunninum, men framleiðslan er ymisk, ár undan ári. Hetta merkist týðliga aftur í tilgongd og vøkstri av fiski og sjófugli, sigur Eilif Gaard, lívfrøðingur Náttúra Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Plantu-og djóralívið í sjó­ num er sera fjølbroytt, bæði í stødd og livimáta. Tær smæstu verurnar eru so smá­ar, at tær ikki síggjast við berum eygum, og tær størstu eru væl størri enn tær størstu á landi. Á heimasíðuni hjá Fiski­ rannsóknarstovuni hevur Eilif Gaard, lívfrøðingur, eina áhugaverda grein um smáu verurnar í havinum, sum eru grundarlagið undir lívinum hjá fiski og fugli. Fleiri liðir – Smáu verurnar í sjónum, bæði plantur og djór, verða ofta bólkaðar undir felags heitið, ”plankton”. Plantuplankton rekur, har streymurin førir tað, og soleiðis er eisini við djóra­ plankton. Felags fyri flestu djóraplankton er, at tey ikki megna at svimja móti streyminum. Tey kunnu tó svimja so mikið, at tey kunnu gera av, á hvørjum dýpi tey skulu vera. Eilif greiðir frá, at eins og á landi, hava vit eisini í sjónum føðiketur við fleiri liðum. – Fyrsti liður er plantu­ plankton, og hetta eru evarska smáar plantur, sum sveima í sjónum, og sum við sólarljósinum sum orkukeldu gera ólívrunnin evni í sjónum um til lívrunnið tilfar. Plantu­plankton er soleiðis Eilif Gaard, lívfrøðingur: Grundarlagið undir okk Kryvjimaskina til Bak og Stelk Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Systurskipini, Bakur og Stelkur hjá P/F Beta í Saltangará, skulu nú hava kryvjimaskinu. Stelkur liggur á Skála og verður umvældur eft­ir eldsbrunan, og tá ið skip­ ini loysa aftur – saman – væntandi tíðliga í mai, er ætlanin, at tey bæði skulu hava kryvjimaskinu umborð. Halda fram Nú Stelkur ikki er í vinnu, hevur Bakur ver­ ið ein túr saman við Nes­borg, og ætlandi land­ar skipið í morgin á øðrum túrinum saman við hvalbiartrolaranum, Sjagakletti. Ragnar Olsen, reiðari, sigur, at Bakur og Sjaga­ klettur ætlandi fara at partrola, soleingi Stelkur liggur. – Eg vænti, at skipini fara at partrola restina av hesum mánaðinum og allan apríl mánaða. Síð­an verður Bakur lagd­ ur í nakrar dagar, með­ an fyrireikingar verða gjørdar til ísetan av kryvji­ maskinu. Reiðarin sigur, at tá ið systurskipini loysa aft­ur tíðliga í mai, hava bæði Bakur og Stelkur kryvjimaskinu frá Kron­ borg í Danmark. – Hetta verður ein íløga, sum liggur millum hálva og eina miljón fyri hvørt skipið, sigur hann. Minni at fáa Hann veit annars at siga, at Bakur væntandi landar í Saltangará í morgin. – Fiskiskapurin hjá par­trolarunum er ikki so góður í løtuni, sum hann onk­untíð hevur verið, men eg vænti, at Bakur verður næstan fullur, nú hann kemur inn at landa. Ragnar Olsen sigur, at hesin túrurin hevur verið nakað longri, enn seinastu túrarnar annars hava verið í vár. – Skipini fóru út næst síðsta mánakvøld, sigur reiðarin. Í samstarvi við Biofar Royndarstøðina í Kaldbak kannar Fiskirannsóknarstovan eisini føroysku firðirnar fyri eitt nú oxygen 22 Nr. 52 - 14. mars 2006