týsdagur 14. mars 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
kara fiskiskapi
Í sambandi við, at
KJ Hydraulik hevur
keypt fyritøkuna,
Norð Trukk í
Havn, letur felagið
upp søludeild
við goymslu í
Mykinesgøtu
Nýggj søludeild
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fríggjadagin
millum
klokkan 15 og 18 bjóða
KJ Hydraulik og KJ Norð
Trukk til móttøku í Myki
nesgøtu 5 í Havn.
Móttøkan verður fyri
skipað í sambandi við,
at KJ- Hydraulikk hevur
keypt fyritøkuna, Norð
Trukk, sum hevur húsast í
Mykinesgøtu 3 í Havn.
Nú KJ hevur keypt Norð
Trukk, letur felagið eisini
upp søludeild við goymslu,
og hesin parturin av virk
seminum verður í Mykines
gøtu 5 í Havn.
Soleiðis húsast KJ nú
bæði í Mykinesgøtu 3 og
Mykinesgøtu 5.
– Søludeildin og goymsl
an í Havn verður ein for
longdur armur av KJ á
Kambsdali, og vit fara eitt
nú at bjóða út hydraulik
slangur, rør og fittings,
filtur, hydraulikpumpur,
ventilar og motorar, sigur
felagið.
Somu starvsfólk
Norð Trukk, sum nú kallast
KJ Norð Trukk, hevur í
mong ár verið ein leiðandi
fyritøka í Føroyum innan
sølu og tænastu av trukkum
og lyftiútgerð.
– Eftir 27 ár í fyritøkuni
hava Elsebeth og Erlind
Magnussen
gjørt
av
at selja Norð Trukk til
KJ Hydraulik, siga KJ
Hydraulik og KJ Norð
Trukk í tíðindaskrivi.
Starvsfólkini á Norð
Trukk halda fyribils fram
hjá nýggju eigarunum.
Áhugaverd fyritøka
KJ Norð Trukk kemur at
halda fram við sama virk
semi, sum higartil.
– Vit meta fyritøkuna
at vera sera áhugaverda at
byggja víðari á, siga nýggju
eigararnir.
Nýggjur verkstaðsleiðari
verður Petur Klein, og
Erlind Magnussen heldur
fram sum sølumaður.
KJ Hydraulik
eisini í Havn
Í hesum bygningi í Mykinesgøtu letur KJ nú upp søludeild við goymslu
Ólavur Asafsson Olsen er stjóri í KJ Hydraulik
Mynd: Vilmund Jacobsen
føðigrundarlagið
undir
øllum djóralívinum í sjónum.
Av tí, at plantuplankton fær
orkuna úr sólarljósinum,
er gróðurin næstan bert í
ovastu 50-100 metrunum
av sjónum. Longri niðri er
oftast myrkt.
Lívfrøðingurin greiðir frá,
at næsti liður í føðiketuni er
djóraplankton, sum oftast
eru smá krabbadjór – ella í
høvuðsheitum vatnlopp ur, ið
eru umleið 1-3 millimetrar
stórar.
– Tað kunnu eisini vera
nakað størri verur av djóra
plankton í sjónum, og tá
er oftast talan um ein hóp,
ið nevnist krill ella ljós
krabbi. Hesi krabbadjór eta
plantuplankton og eru sjálvi
av alstórum týdningi sum
føði hjá fiski.
Stóran týdning
Hann sigur, at plantuplank
tonið, sum ikki verður etið
upp i í sjónum, søkkur niður
á botn, har tað er føði hjá
botndjórum.
– Av tí, at plankton hev
ur alstóran týdning fyri
liviumstøðurnar hjá størru
djórunum, eisini fiski, leggur
Fiskirannsóknarstovan stóra
orku í at kanna gróður og
nøgdir av plankton og møgu
ligar orsøkir til broytingar í
stað og tíð. Eisini verður
kannað, hvussu ymiska
planktonið ávirkar fisk.
Hetta arbeiðið verður gjørt
bæði á víðum havi og á land
grunninum.
Eilif Gaard vísir á, at
plantonvøkstur á land
grunninum er grundarlagið
undir allari framleiðslu av
fiski á landgrunninum.
– Hendan framleiðslan av
plankton er sera ymisk ár
undan ári, og hetta merkist
týðiliga aftur í tilgongd og
vøkstri av fiski, eins og sjó
fugli. Tí verður nógv arbeiði
lagt í at fylgja við hesum
broytingum – og at skilja,
hví árini eru so ymisk.
Fjarðakanningar
Í frágreiðingini hjá Eilifi
Gaard, sum vit hava hugt at,
greiðir lívfrøðingurin eisini
frá fjarðakanningum.
– Firðirnir vórðu kannaðir
eina ferð í 2004. Kanningar
vóru á Kaldbaksfirði, Skála
firði, Funningsfirði og í
Sundalagnum. Endamálið
var serliga at kanna ávirkan
frá lívrunnum tilfari á oxy
geninnihaldið í sjónum og á
viðurskiftini á botni.
Hesar kanningar vórðu
gjørdar í samstarvi við Bio
far Royndarstøðina í Kald
bak.
– Á Skálafirði var heilt
lítið av oxygeni í djúpu pørt
unum av fjørðinum. Alla
staðni djúpari enn 50 metrar
var oxygeninnihaldið minni
enn 1 mg/l, og niðri við
botnin kom nøgdin niður á
0,5 mg/l. Á hinum firðunum
var nógv av oxygeni á øllum
dýpum, sigur Eilif Gaard í
frágreiðingini um plankton.
– Av tí, at plankton
hevur alstóran týdning
fyri liviumstøðurnar
hjá fiski og fugli, leggur
Fiskirannsóknarstovan
stóra orku í at kanna
gróður og nøgdir av
plankton og møguligar
orsøkir til broytingar, sigur
Eilif Gaard, lívfrøðingur
Mynd: Jens Kr. Vang
Nr. 52 - 14. mars 2006
23