týsdagur 14. mars 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 52 - 14. mars 2006
vinnusÍÐu
analysan
Seinastu árini hava vit sæð
eina støðuga gongd, har ar
beitt verður við at leggja ein
leist fyri Føroyar.
Talan er bæði um vinnliga,
útbúgvingarliga og ikki
minst altjóða. Partar av hes
um eru komnir fram í Hvítu
Bók, Vinnurítum og 2015
málunum. Hóast semjurnar
ikki altíð tykjast breiðar, so er
tó semja um, at Føroyar sum
eitt lítið land má fokusera á
einstøk økir. Men so er ikki
semja um meira enn tað. Tað
merkir, at vit sum eitt sera
lítið land leggja okkum eftir
at verða bestir á einstøkum
økjum, sum so antin kann
verða lokomotivið at betra
onnur økir við eisini, ella
sum letur dyr upp og vinnur
pening inn, soleiðis at onnur
økir kunnu fíggjast til at hava
minst sama støðið sum lond,
vit samanbera okkum við.
Røttu hugskotini
Langtíðarætlanir at røkka slík
um málum mugu hyggja eftir
øllum pørtum í samfelagnum
og meta um hvar neyðugt er
at betra seg, og um hvørjar
betringar geva størsta íkastið
til heildarúrslit. Tað skal við
øðrum orðum ein beinhørð
raðfesting til. T.d. kann
tað verða, at broytingar av
fólkaskúlanum kunnu hava
størri ávirkan, enn stórar
íverksetanarskipanir, eins
væl og tað kann verða øvugt.
Vit hava t.d. nógvu seinastu
árini sæð, at Føroyar klára
seg sera væl í business games
kappingum og at hugflogið
er stórt, tá handilsskúlarnir
hava ung virki kappingar.
Um talið av smávirkjum
í Føroyum er ov lítið, veit
eg ikki. Fokusið eigur at
verða á at veruleikagera
góð hugskot. Tí kann tað
verða, at tað ikki er áræði at
hava sítt egna, men heldur
eginleikin at leggja til rættis,
hvussu góð hugskot skulu
gerast til succesir, sum er
tað ið skal til.
Eginleikarnir
Politiskt og vinnuliga tyk
ist tað verða ein semja um,
at tað er rætt at satsa uppá
kunningar- og samskiftis
tøkni og biotøkni. Vit hava
eitt ávíst virksemi á hesum
økjum, men tað skal vaksa
munandi, um tað skal verða
ein berandi partur í búskapi
okkara. Og er semja um at
satsa á hesar vinnugreinar,
eiga vit so ikki longu í
fólkaskúlanum at leggja
okkum eftir at styrkja egin
leikar, sum tørvur er á í
hesum vinnugreinum?. Tað
krevur t.d. matematiskan
logiskan sans, strategi, tolni,
umhugsni og at talv eisini
gevur vinnaramentan.
Talv á skema?
Spurningurin er so um
allar lærugreinar skulu
broytast. Kanska, men
ikki neyðturviliga. Grund
leggjandi eginleikar kunnu
kanska lærast aðrar vegir.
Amerikumenn hava leingi
sagt learning by playing, og
tað er kanska ein betri máti
enn turr innlæring viðhvørt.
M.a Peter Dauvergne, hevur
víst á, at talvfrálæra ger at
børnini klára seg betri. Hetta
verður eisini stuðla av fleiri
samanberandi kanningum
í USA av næmingum sum
fáa og ikki fáa talvfrálæru.
Spurningurin er um ikki
vit høvdu fingið fleiri av
ynsktu eginleikunum í
fólkaskúlafrálæruna við at
hava talvtímar. Talan kundi
t.d. verið um at man í triðja
flokki hevði talv á skránni
hvørja viku eins og ítrótt og
evning. Møguleikarnir er
stórir fyri at næmingarnir
kunnu gera meira við tað
sjálvir, tí nógv verður telva í
Føroyum, fleiri talvfeløg eru
og lætt er at finna talvspøl á
alnótini at spæla ímóti. Talan
er eisini um eitt altjóða spæl,
sum kring allan heim gevur
virðing.
Altjóða elita
Um vit taka ítróttina, so er
flestu samd um, at møgu
leikin fyri at fáa ein altjóða
elituíðkara er størstur, har
talan er um einmansleik, og
kanska minstur har liðini eru
størst.
Føroyar eru soleiðis hátt
aðar, at talv er ein samrunnin
partur av mentanini. Talv
er ein relativ stór ítrótt í
Føroyum og hevur stóran
áhuga millum føroyingar.
Hetta er eitt spæl, sum ikki
krevur annað enn eitt bretti
og fólk og kann tí spælast
allastaðni og til allar tíðir,
uttan stórvegis íløgur.
Vit hava sæð seinastu
dagarnar, at vit hava ungar
evnaríkar telvarar á bæði og
kvinnu og mannssíðuni, har
Herborg Hansen og Helgi
Dam Ziska hava víst styrki.
Altjóða úrslit
Um vit sum tjóð skulu
leggja eftir einari ávísari
ítrótt fyri at fáa góð altjóða
úrslit, so er talv leikurin.
Vit hava sterka talvmentan,
við okkara framkomna
ferðslunetið er lætt at halda
landakappingar, eisini fyri
børn. Spælið krevur ikki
nógv, uttan frið! Vansin í mun
til vanliga kropsliga ítrótt er,
at telving ikki er stimbrandi
fyri fysisku heilsuna, men
hinvegin so styrkir telving
áðurnevndu eginleikar og
tað er eisini vorðin ein partur
av yrkistelving at vera væl
fyri kropsliga.
Búskapur
Í dag eru tað bert bestu telv
ararnir, sum vinna góðan
pening. Men talv er eitt
spæl, sum er vaksið munandi
seinastu árini, og tí kann tað
verða ein spurningur um tíð
áðrenn talv eisini gerst meira
búskaparliga áhugavert enn
Heimsins besta talvland – ein
samfelagsbúskaparstrategi
cand.scient.pol
Bogi
EliasEn
Taktikkur og avgerðir, styrkir í talvi
Gary Kasparov: Ein av talvstórmenninum, sum hava verið í
Føroyum