Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 14. mars 2006 25 tað er nú. Ikki bert í beinleiðis vinningi fyri telvarar, men eisini í umsetningi. Reklama, software Talan er m.a. bæði um reklamur á talvheimasíðum, men eisini um støðuga menn- ing av software til talv teld- ur og talvtelduspøl, sum kann hugsast at gerast ein nógv størri vinna enn hon er í dag, um spælið heldur áfram við at vaksa. At vit hava úrmælingar sum kunnu, er Simprentis væl eitt dømi um. Um talv heldur fram við at vaksa í skúlum, verður eftirspurningurin á pedagogiskum frálærutilari eisini stórur. Raðfesting, støðufesti og langskygdað mál eru alneyð- ugir politiskir eginleikar, um vit skulu klára okkum millum tey bestu. Tað merkir eisini, at vit skulu lata okkara ungu ættalið væl í, og har kann talv hevja fram eginleikar sum vit ynskja okkum. Vit eru væl við í talvi, hava góðar umstøður til talv og hugsast kann at ymiskt í sambandi við telving kann kasta væl av sær búskaparliga komandi árini. Tí kann talv verða eitt øki, sum kann geva okkum góð ítróttarúrslit, og harvið gra Føroyar kendari, styrkja ynsktar eginleikar í skúlanum og geva búskaparligt íkast, um vit eisini leggja okkum eftir at veita tænastur til tann ídna, sum er knýttur at telving. Talv verður ikki høvuðsvinna okkara, men kann styrkja samfelagið á fleiri økjum. Málið kann tí verða at vit skulu hava eitt ávísttal av stórmeistarum í 2015 og og annars verða tað land sum per íbúgva er heimsins besta talvland. Herborg og Helgi, tvey stjørnuskot Flúgving við oljufólki stóran týdning Fara at bjóða uppá flutning til Brugduna FLUTNINGUR Jan Müller jan@sosialurin.fo Í apríl mánað eru tvey ár síðani, at føroyska flogfe- lagið Atlantsflog fór undir at flúgva oljufólk ymsa staðni úr Noregi til stóru útbyggingina av Snøvitgassfeltinum. Magni Arge, stjóri sigur seg vera sera væl nøgdan við gongdina hesi tvey árini og heldur fyri, at Atlantsflog hevur bara gott at bera norð- monnnum í hesum sam- starvinum. Atlantic fekk til- lutað sáttmála í kapping við fleiri onnur stór flogfeløg. Felagið hevur eftir hetta flutt túsundtals oljufólk úr suðurnoregi til arbeiðis heilt har norðuri. Magni Arge sig- ur, at hetta hevur verið ein stór og positiv avbjóðing fyri føroyska flogfelagið og hevur hesin flutningur havt stóran týdning fyri samlaða raksturin av felagnum. Hann vísir á, at flogfelagið hevur roynt at ment sín leiklut á oljuøkinum til ikki bert at fevna um flutning av olju- fólki millum oljupallar og oljuskip á føroyaleiðini til Vága floghavn men eisini at vera við í arbeiðsuppgávum uttan fyri landoddarnar. Tað hevur givið felagnum royndir og vitan, sum felagið vónar tað kann byggja víðari á. Meðan flutningurin ser- liga hevur verið frá Stord í suðurnoregi til Hammerfest har norðuri, so hevur Atlants- flog nú eisini fingið upp- gávuna at flúgva fólk til spennandi útbyggingina av Ormen Lange feltinum, sum liggur nær Molde. Hetta er eisini ein stór avbjóðing fyri felagið og er hon aftur við til at leggja til royndirnar hjá felagnum at kunna veita tænastur til oljuútbyggingar heima sum burturi. Í summar fer flutningurin við oljufólki at geva tveimum flogførum úr at gera. Magni Arge sigur, at talan er um eitt sera gott samstarv við norskar myndugleikar og feløg og eru teir sera væl nøgdir. – Eg havi bara gott at bera norðmonnum í tí sam- anhanginum. Sum gongdin hevur verið á flogferðsluøkinum, so er luturin at flyta fólk á bein- leiðis útlendskum farleiðum øktur til at vera umleið ein triðingur av samlaða flutn- inginum, og av hesum telur flutningurin av oljufólki góða helvt. Nú bíða tey hjá Atlants- flogi í spenningi eftir, at flutningurin í luftini í sam- bandi við komandi boring hjá Statoil og øðrum á Brugduprospektinum inni á landgrunninum, skal verða boðin út. Hetta skal eftir øllum at døma vera innan 17. mars. Magni Arge sigur, at Atlantsflog fer at bjóða seg fram í kappingini. Tað kann ikki útilokast, at onnur tyrlufeløg fara at bjóða seg fram, serliga við framtíðini fyri eygað, tí finnur Statoil olju í Brugduni, so kann tað fara at seta nógvar ringar í vatnið og bráddliga verður føroyaøkið ein týðandi marknaður fyri eitt nú tyrlu- feløg. Tað kann tí hugsast, at altjóða tyrlufeløg síggja komandi flutning til og frá Brugduleiðini sum eina lopfjøl inn í eina møguliga spennandi framtíð á før- oyska landgrunninum. Eftir øllum at døma verður tað tí hørð kapping um at fáa tyrluflutningssáttmálarnar í sambandi við komandi bor- ing. Magni Arge sigur, at tað er sera óheppið, at tilboðs- tilfarið á hesum øki kem- ur so seint út. Tað setir serliga stór krøv til eitt nú eitt felag sum Atlantsflog. Men felagið ætlar so at vera við til at geva tilboð, tá tað kemur hartil. Treytirnar í sambandi við oljuboring á føroyskum øki eru annars tær, at fyristøðufelagið skal lata inn umsókn tríggjar mán- aðir, áðrenn borurin verður settur í. Tað merkir so aftur, at eitt nú tyrlufeløg hava ikki nógva tíð til at umráða seg í. Ætlanin er at seta borin í Brugduna í juli mánað. Magni Arge, stjóri væl nøgdur við samstarvið við norðmenn Atlantsflog fer at bjóða uppá flutningin til og frá Brugduni, sum verður borað í summar í 006 loyvinum Fara at bjóða uppá flutning til Brugduna FLUTNINGUR Jan Müller jan@sosialurin.fo Ì apríl mánað eru tvey ár síðani, at føroyska flogfelagið Atlantsflog fór undir at flúgva oljufólk ymsa staðni úr Noregi til stóru útbyggingina av Snøvitgassfeltinum. Magni Arge, stjóri sigur seg vera sera væl nøgdan við gongdina hesi tvey árini og heldur fyri, at Atlantsflog hevur bara gott at bera norðmonnnum í hesum samstarvinum. Atlantic fekk tillutað sáttmála í kapping við fleiri onnur stór flogfeløg. Felagið hevur eftir hetta flutt túsundtals oljufólk úr suðurnoregi til arbeiðis heilt har norðuri. Magni Arge sigur, at hetta hevur verið ein stór og positiv avbjóðing fyri føroyska flogfelagið og hevur hesin flutningur havt stóran týdning fyri samlaða raksturin av felagnum. Hann vísir á, at flogfelagið hevur roynt at ment sín leiklut á oljuøkinum til ikki bert at fevna um flutning av oljufólki millum oljupallar og oljuskip á føroyaleiðini til Vága floghavn men eisini at vera við í arbeiðsuppgávum uttan fyri landoddarnar. Tað hevur givið felagnum royndir og vitan, sum felagið vónar tað kann byggja víðari á. Meðan flutningurin serliga hevur verið frá Stord í suðurnoregi til Hammerfest har norðuri, so hevur Atlantsflog nú eisini fingið uppgávuna at flúgva fólk til spennandi útbyggingina av Ormen Lange feltinum, sum liggur nær Molde. Hetta er eisini ein stór avbjóðing fyri felagið og er hon aftur við til at leggja til royndirnar hjá felagnum at kunna veita tænastur til oljuútbyggingar heima sum burturi. Ì summar fer flutningurin við oljufólki at geva tveimum flogførum úr at gera. Magni Arge sigur, at talan er um eitt sera gott samstarv við norskar myndugleikar og feløg og eru teir sera væl nøgdir. -Eg havi bara gott at bera norðmonnum í tí samanhanginum. Sum gongdin hevur verið á flogferðsluøkinum, so er luturin at flyta fólk á beinleiðis útlendskum farleiðum øktur til at vera umleið ein triðingur av samlaða flutninginum, og av hesum telur flutningurin av oljufólki góða helvt. Nú bíða tey hjá Atlantsflogi í spenningi eftir, at flutningurin í luftini í sambandi við komandi boring hjá Statoil og øðrum á Brugduprospektinum inni á landgrunninum, skal verða boðin út. Hetta skal eftir øllum at døma vera innan 17. mars. Magni Arge sigur, at Atlantsflog fer at bjóða seg fram í kappingini. Tað kann ikki útilokast, at onnur tyrlufeløg fara at bjóða seg fram, serliga við framtíðini fyri eygað, tí finnur Statoil olju í Brugduni, so kann tað fara at seta nógvar ringar í vatnið og bráddliga verður føroyaøkið ein týðandi marknaður fyri eitt nú tyrlufeløg. Tað kann tí hugsast, at altjóða tyrlufeløg síggja komandi flutning til og frá Brugduleiðini sum eina lopfjøl inn í eina møguliga spennandi framtíð á føroyska landgrunninum. Eftir øllum at døma verður tað tí hørð kapping um at f á a tyrluflutningssáttmálarnar í sambandi við komandi boring. Magni Arge sigur, at tað er sera óheppið, at tilboðstilfarið á hesum øki kemur so seint út. Tað setir serliga stór krøv til eitt nú eitt felag sum Atlantsflog. Men felagið ætlar so at vera við til at geva tilboð, tá tað kemur hartil. Treytirnar í sambandi við oljuboring á føroyskum øki eru annars tær, at fyristøðufelagið skal lata inn umsókn tríggjar mánaðir, áðrenn borurin verður settur í. Tað merkir so aftur, at eitt nú tyrlufeløg hava ikki nógva tíð til at umráða seg í. Ætlanin er at seta borin í Brugduna í juli mánað. Flúgving við oljufólki stóran týdning