týsdagur 14. mars 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 52 - 14. mars 2006
Nr. 52 • týsdagur • 14. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
– Millum føroyskar
telvarar eru tað bara
John Rødgaard og
John Arni Nilssen,
sum koma í nær
námind avrikinum,
sum Helgi hevur
framt hesa seinastu
vikuna, sigur Carl Eli
Nolsøe Samuelsen,
talvviðmerkjari
og verandi føroya
meistari
Talv
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Carl Eli vann fyri einum
ári síðani FM-kappingina
fyri einstaklingar, og hann
hevur í nógvar mátar verið
fastur partur av føroyska talv
heiminum í skjótt fleiri ár.
Men hann slær skjótt
fast, at eitt slíkt avrik, sum
tað hjá Helga, er nakað
heilt, heilt óvanligt.
– Eitt er, at tú klárar
at fella ein stórmeistara.
Tað kann sjálvandi koma
fyri vði eini blanding av
hepni og dugnaskapi. Men
Helgi hevur altso hitt f‡ra
stórmeistarar og ein altjóða
meistara, og enn hevur hann
yvir 50% í skoru. Bara
tað, at hann við svørtum
megnar at halda remis
móti somikið sterkum
telvarum, er heilt ótrúligt.
Skal sammetast við onnur
føroysk úrslit, so eru tað
væl bara John Rødgaard
og John Arni Nilssen, sum
hava verið í nær námind
slíkum úrslitum. Hann hev
ur veruliga telvað, sum ein
altjóða stórmeistari, og tí
er hetta fullkomuliga eitt
eindømi innan føroyska
talvsøgu, sigur Carl Eli.
Ivast ikki í IM-
heitinum
Longu í fjør v til kennar,
at tey kundu hugsað sær
høllina her. er tað longu
nú rættiliga sannlíkt, at
Helgi innan alt ov langa
tíð verður okkara næsti IM-
telvari. Ein møguleiki, sum
Carl Eli roknar við kemur
heilt skjótt.
– Tað krevjast jú tríggir
IM-normar og eitt rating-
tal oman fyri 2400, um tað
skal náast. Normarnir eru
skjótt allir heima, og telvar
hann eins væl komandi tíð
ina, sum hann hevur gjørt
tað í Reykjavík, so økist rat
ing-talið eisini heilt skjótt.
Bara hesa seinastu vikuna
man hann hava fingið eini
40 stig afturat, og so eru
bara eini 60 eftir, áðrenn
hann hevur nátt teimum
2400.
Favorittur til FM
Tá kappingin í Reykjavík er
løgd aftur um bak, munnu
eyguni hjá Helga skjótt fara
at vendast móti Føroyum,
har FM-kappingin stendur
á skránni um páskirnar. Ein
FM-kapping, har Carl Eli
ikki ivast í, at tað verður
serstakliga trupult at verja
sítt FM-heiti.
– Soleiðis sum Helgi
hevur ført seg fram, so
er væl eingin ivi um, at
hann er favorittur at vinna
ta kappingina. Hansara
størsti trupulleiki kann
kanska verða, at tað tá
eru »vanligir« føroyskir
telvarar, sum hann skal
kappast við, og tað kann
merkja motivatiónina.
Og í øllum førum ætli eg
mær at geva honum harða
kapping, ljóðar tað heldur
speiskliga.
– Men líkamikið, hvussu
gongur hjá honum tá, so
ivist eg ikki í, at skjóta
framgongdin hjá honum fer
at standa við. Persónliga er
hann eisini mentir sera nógv
seinastu tíðina, og í dag
fer hann als ikki niður við
høvdinum, bara tí hann fær
okkurt bakkast. Heldur tekur
hann slík sum avbjóðingar,
sum hann roynir at vinna á,
og við tí hugburðinum kann
tað næstan bara ganga rætta
vegin, sigur Carl Eli Nolsøe
Samuelsen at enda.
Eitt eindømi
í føroyskari
talvsøgu
Hóast hann hevur
tikið samlaða før
oyska talvheimin - og
ivaleyst fleiri enn tað
– fullkomuliga á bóli,
so er Helgi Dam Ziska
als ikki farin á flog.
Málið var at vinna ein
IM-norm, og tað er
rokkið
Talv
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Superlativini verða oyst
oman yvir unga havnar
mannin, Helga Dam Ziska.
15 ára gamli telvarin, sum
enn gongur í 9. flokki í
Kommunuskúlanum, hevur
staðið fleiri av veruligu
tungvektarunum í altjóða
talvheiminum kurl, og longu
nú hevur hetta givið úrslit í
næsta IM-norminum.
At hann so samstundis
hevur verið seingjarbundin
við upp ímóti 40 hitastigum
á fepurpinninum, ger ikki
avrikið minni áhugavert.
Vann við snartalvi
Soleiðis var tað í gjár akkurát
so, at hann megnaði at vinna
sær vegin fram til talvborðið.
Klokkan við talvborðið var
longu sett ígongd, tá Helgi
– nakað nógv seinkaður
– at enda hevði tikið støðu
um, at hann vildi royna at
telva. At sita í fleiri tímar
yvir borðinum, var ikki hugs
ingur um, og tí gjørdi hann
upp við seg sjálvan, at hetta
bara mátti fáast frá hondini.
Tað tók heldur ikki meira enn
20 minuttir, áðrenn talvið
var greitt, og enn einaferð
hevði Helgi gjørt bart. Eftir
20 leikum var Enski Lorin
D’Costa koppaður.
Og við hálvum fimta
stigi av átta møguligum,
er Helgi á 30. plássinum í
sterku kappingini, nú bara
eitt talv er eftir. Í hesum
møtir Helgi íslendska IM
Stefan Kristjansson, sum
hevur eitt rating-tal á 2476.
Sjálvur hevði Helgi undan
hesi kappingini 2286 í rat
ing, men undan seinasta
umfarinum er hetta økt við
26 stigum, umframt at hann
hevur eitt perfomance-rating
á 2532, sum er imponerandi
høgt. Somikið høgt, at tað er
ikki langt frá fyrsta føroyska
GM-norminum nakrantíð!
Fer altíð eftir stigi
Tá vit týsmorgunin fingu
fatur á Helga, tóktist ungi
telvarin at vera komin nakað
fyri seg aftur. Krímið var ikki
heilt so ógvusligt longur, og
hann tóktist veruliga gleða
seg til at fara í holt við sein
asta talvið.
Hóast nógv hóvasták hevur
verið gjørt her í Føroyum,
so tykist Helgi sjálvur tó at
hava bæði beinini væl og
virðiliga plantað á jørðini.
– Undan kappingini hevði
eg sett mær sum mál, at eg
skuldi vinna ein IM-norm
afturat, og tað er so tað,
sum eg havi hildið fokus á
alla tíðina. Og eg eri sera
fegin um, at hetta nú hevur
eydnast, staðfestir hann.
Men hevði tú droymt um,
at úrslitini skuldu vera av
slíkum slag, at tey nærum
skuldu røkka til GM-norm
eisini?
– Nei, als ikki. Men tað
er so ikki nakað, sum eg
hugsi serliga nógv um. Eg
hava helst bara havt marig
inalarnar við mær hesaferð,
og so havi eg bara tikið eitt
talv í senn, heldur hann.
Og hann leggur afturat, at
tað ikki býr nøkur serstøk
ella óvanlig fyrireiking aftan
fyri úrslitini.
– Tað er jú ikki so, at tú
kanst fyrireika teg til, hvussu
tú skalt fella ein telvara
við GM-normi. At teir eru
somikið sterkir, er jú júst tí,
at teir eru sterkir innan allar
partar av spælinum, so tað er
ikki so nógv, sum tú kanst gera
í so máta. Eg royni sjálvandi
at fáa stig, hvørja ferð eg fari
at borðinum, og hesa ferð
hevur tað so eydnast rættiliga
væl. Eisini mótstøðan hevur
verið serstakliga sterk, sigur
hann.
Ein kapping í senn
Tað er ikki bara í Føroyum, at
tosið um unga telvaran hevur
verið stórt. Mongu sterku
telvararnir í kappingini hava
eisini havt hug at róst Helga,
sum tó á ongan hátt tykist
hava tikið sær hetta nærri,
enn gott er.
Stjørnunykkur tykjast í
øllum føurm vera langt burt
uri, og enn eru tankarnir als
ikki farnir út um tað, sum
gongur fyri seg í kappingini
í íslendska høvuðsstaðnum.
Eisini tá spurt verður, hvørji
mál hann hevur sett sær eftir
góðu vikuna í Reykjavík.
– Eg ætli mær sjálvandi
at fáa triða IM-normin, og
helst skal hann koma í ár.
Hvørjar kappingar hevur
tú fyri framman, sum kunnu
geva ein slíkan?
– Tað veit eg ikki rættiliga.
FM-kappingin verður skjótt,
men har er so eingin normur
at vinna. Men vónandi verið
eg við á OL-landsliðnum,
og so havi eg kanska møgu
leikan.
– Hvørjar aðrar kappingar
verða á skránni, veit eg ikki
við vissu. Fyrst og fremst,
so royni eg at hugsa um
kappingina, sum eg eri partur
av, og tí hugsi eg bara um
Reykjavík í løtuni. So kann
eg fara at hugsa um aðrar
kappingar, tá eg eri komin
heimaftur.
Og hvussu er kenslan
nú, tú skjótt fer úr Íslandi.
Ert tú ikki errin av at hava
fingið slík úrslit, sum alt
landið hevur tosað um hesa
vikuna?
– Errin veit eg ikki, um
eg kann siga. Tað er í øllum
førum ein góð kensla, sum
eg siti við. Fyrst og fremst,
tí eg rakk málinum, sum eg
setti mær undan kappingini.
Og so er tað bara stuttligt,
at tað skuldi ganga so fram
úr væl, sum tað hevur gjørt
higartil, sigur lítillátni havn
armaðurin at enda.
IM-normur í 40 hitastigum
Hálsturriklæði, tablettir og hostasaft hava verið fastur
partur av ferðini hjá Helga í Reykjavík. Men hóast úti við 40
hitastigum í kroppinum - ella kanska júst tí - so tók tað honum
bara 20 minuttir, áðrenn enski Lorin D’Costa varð sveipaður
av borðinum
Mynd: Morgunblaðið