Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 14. mars 2006 27 Nevndin í FSF hevur nú tikið endaligu avgerðina. Tað verður verkætlanin í Skálafirði, sum fær tilsøgnina um tær 12 UEFA-milliónirnar til bygging av fótbóltshøll Fótbóltshøll Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Hetta er jú ein veldug verkætlan, og tí hava vit á ongan hátt vilja hastað nakra avgerð ígjøgnum. Hjá okkum hevur verið alt avgerandi, at allir smálutir eru væl og virðiliga lýstir, og tí er avgerðin nústaðni tikin. Soleiðis sigur formaðurin í Fótbóltssambandi Føroya, Óli Holm, nú nevndin loksins er komin til eina niðurstøðu viðvíkjandi ætlanunum um at byggja fótbóltshøll. Verkætlanir vóru komnar inn um høll í Skálafirði og á Svangaskarði, og tað endaði altso við, at tilsøgnin varð givin til hana í Skálafirði. Ein tilsøgn, sum tó eisini er treytað av, at høllin lýkur tey krøv, sum bæði FSF og UEFA seta. Spurdur, hvørji atlit vóru tey mest avgerandi, tá endaliga støðan varð tikin, sigur Óli Holm, at tað var breiða undirtøkan, sum verkætlanin í Skálafirði hevur. – Har eru jú 9 kommunur, sum hava givið eina prinsipiella tilsøgn, eins og 13 av føroysku fótbólts- feløgunum formliga hava givið til kennar, at tey fegin síggja høllina her, sigur Óli Holm. Og hann dylur ikki fyri, at tað er við spenningi, at FSF sær upp á møguleikarnar, sum nýggja høllin gevur. – Tað sigur seg sjálvt, at vit síggja hetta sum eitt veldugt framstig. Annars høvdu vit neyvan farið í gongd við eitt somikið umfatandi arbeiði. Fyri føroyskan fótbólt ivist eg ikki í, at hetta fer at geva veldugar møguleikar, sigur formaðurin í FSF at enda. Vetrarkapping í 2007/2008 Ein av høvuðsmonnunum handan verkætlanina í Skálafirði, er Jens Martin Knudsen, sum av sonnum má sigast at vera bæði pionerur og veteranur innan altjóða leiðina hjá FótbóltsFøroyum. Tað eru longu tvey ár síðani, at ætlanirnar um eina fótbóltshøll í Skálafirði komu undan kavi, og síðani hevur verið arbeitt miðvíst við ætlanini. Tí kemur tað neyvan óvart á nakran, at Jens Martin og teir vilja sleppa ígongd sum skjótast. – Tað eru sjálvandi ymisk viðurskifti, sum hava bíðað eftir avgerðini. Men vit hava fingið prinsipiella tilsøgn frá fíggjarstovnum og kommunum. Og tær tilsøgnirnar skulu sjálvandi gerast formligar nú. Hartil skulu vit áðrenn 1. august hava givið UEFA endaligu verkætlanina, har ymsu kravfestingarnar skulu greinast og váttast. Tað arbeiðið er tað, sum stendur næst fyri framman, og so vóna vit bara, at vit sleppa ígongd sum skjótast. Nær vænta tit so, at vit kunnu hava fyrstu veruligu vetrarkappingina í fótbólti? – Vit vænta avgjørt, at hetta kann vera komið í rættlag innan veturin 2007/08. Frá Timburhandlinum, sum stendur fyri praktiska partinum av verkætlaninni, hava vit fingið upplýst, at byggitíðin ætlandi er um 8 mánaðir. So hetta meta vit avgjørt sum eitt realistiskt mál, sigur Jens Martin Knudsen at enda. Fríggja- og leygardagin hátíðarhelt hondbóltsfelagið Kyndil fyrstu hálvu øldina, sum felagið nú hevur lagt aftur um bak Føðingardagur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við stórari móttøku í Müllers Pakkhúsi markeraði Kyndil 50 dagin. Stór myndasýning var sjálvandi ein av aðaltættunum á móttøkuni, og tað var ikki sørt, at fólk sýndu mongu myndunum stórt forvitni. Fløguútgáva varð eisini á skránni, eins og tað sjálvandi var upp á sítt pláss, at heiðurslimir vórðu útnevndir. Teir tríggir, sum fingu hendan heiðurin, vóru Torbjørn Mikkelsen, Hannis Jacobsen og Jógvan A. Joensen. Allir tríggir hava teir verið millum grundstuðlarnar hjá felagnum hesa hálvu øldina, og valið av teimum trimum mundi fella í góða jørð hjá teimum mongu, sum vóru til staðar til móttøkuna. Leygarkvøldið var so stór føðingardagsveitsla hildin fyri limum og øðrum innbodnum. Partur av veitsluni var at finna fram til bestu spælararnar hjá mans- og kvinnuliðnum í ár. Valið fall her á málverjann Lars L. Black og Jórun S. Ludvig. Høllin verður í Skálafirði Soleiðis fer hon at síggja út. Høllin, sum um hálvt annað ár skal hýsa fyrstu føroysku vetrarkappingini í fótbólti Mynd: Virkisráðgeving Til ein rættan føðingardag hoyrir sjálvandi eisini ein rættilig føðingardagskaka Mynd: Annsy Høghamar Stórur dagur hjá Kyndli Saman við Hannis Joensen og Jógvan A. Joensen fekk Tórbjørn Mikkelsen eina serstaka heiðursnál frá felagnum, sum hann hevur tænt so trúfast øll árini Mynd: Annsy Høghamar Tað var ikki sørt, at gestirnir við móttøkuna sýndu mongu myndunum stóran áhuga Mynd: Annsy Høghamar