týsdagur 14. mars 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 52 - 14. mars 2006
Kunngerð
frá útskiftingarnevndini fyri
Skála bygd
Næsti útskiftingarfundur verður mikudagin 15.
mars 2006 kl. 11.00 í gamla skúla í Skálafirði.
Útskifting av matr. nr. 539, Skálafjall Miðjan, og matr.
nr. 541a, Skálafjall Ytripartur, Skála bygd, verður
endað.
N. v.
Øssur Á. Midjord,
útsk. form.
Skrivstovufólk til
Gøtu Kommunu
Søkt verður eftir skrivstovufólk til kommunu-
skrivstovuna í Gøtu, at byrja skjótast tilber.
Høvuðsuppgávurnar eru:
• ábyrgd av roknskapinum hjá kommununi
• at føra dagliga bókhaldið
• stýring av debitorum og kreditorum
• journalisering
• fólkayvirlit
• aðrar fyrifallandi uppgávur
Útbúgving v.m.:
• viðkomandi útbúgving
• góðan kunnleika til teldutøkni
Persónligir eginleikar:
Vit vænta at tann, ið sett/ur verður,
• er ágrýtin og kann arbeiða sjálvstøðugt
• hevur lætt at samskifta við onnur
• hevur góð samstarvsevni
Setanarviðurskifti:
• talan er um fulltíðarstarv
• løn og setanarviðruskifti annars eru sambært
sáttmála millum Starvsmannafelagið og Komm-
unala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Tann, ið sett/ur verður, má kunna tola, at møguligar
broytingar í bygnaðinum hjá kommununi verða
gjøgnumførdar, eisini um hesar hava við sær eitt
broytt starvsøkið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til kommunuskrivstovuna, tlf. 44 10 12, ella
borgarstjóran á tlf. 21 29 12.
Umsóknir við prógvum, CV og møguligum
viðmælum, skulu vera kommunuskrivstovuni í
hendi í seinasta lagi 4. apríl 2006, kl. 12.00.
Tlf. 44 10 12 · Fax 44 17 74 · www.gota.fo
Við Gjónna 2 · Postboks 40 · FO-510 Gøta
Hjá kommununi starvast í løtuni 3 skrivstovufólk fulla tíð.
Harafturat eru 2 fólk innan teknisku umsitingina knýtt at
kommunuskrivstovuni. Bókhaldið hjá kommununi fevnir um allar
stovnar undir kommununi, herundir eisini lønarútgjaldingar v.m.
Søkt verður eftir summarfrítíðaravloysarum til
heimið frá 1. juni til 31. august 2006. Vit søkja
avloysarar fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sjúkrahjálparar,
heilsurøktarar og heilsuhjálparar.
Heimið hevur 2 deildir við 18 búplássum á hvørjari
deild. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Umsókn, saman við avriti av prógvi og autorisatión,
verður at senda til leiðaran fyri Norðoya Røktarheim,
FO-700 Klaksvík.
Umsóknarfreist 7. apríl 2006.
Norðoya Røktarheim
700 Klaksvík
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 48,
P/F Auto, 100 Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
18.10.2005
Partapeningur:
Lækking viðtikin
18.10.2005, við kr.
92.500,00 til kr. 782.400,00
til kurs 100, er nú endalig.
Kapitalur:
Kr. 782.400,00
Skráseting Føroya
tann 09. mars 2006
Kristin Balle
_______________________
Umboðsráðsval
verður hósdagin 16. mars 2006 kl. 9.00 til kl. 18.00.
Hesi valevnir eru uppstillað til umboðsráðið
hósdagin 16. mars 2006:
Tórshavnar valdømi:
Jákup Danielsen, Velbastaðvegur 50, Tórshavn *)
Julietta Hansen, Varðabyrgi 34, Tórshavn
Margretha Næs, Jústsgøta 2, Tórshavn *)
Solveig Sørensen, Stoffalág 40, Tórshavn *)
Ann Østerø, Rasmusargøta 9, Tórshavn
Nólsoyar valdømi:
Anna Marna Holm, Nólsoy *)
Torbjørg Jacobsen, Nólsoy
Teir persónar, sum eru merktir við »*)« eru umboðs-
ráðslimir, sum hava sitið farna skeiðið.
Havnar Sjúkrakassi