týsdagur 14. mars 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 14. mars 2006
29
Starv á Føroya
Barnaheimi
Søkt verður eftir einum starvsfólki til Familjudeildina
á Føroya Barnaheimi. Starvið ið er tíðaravmarkað í
1 ár, verður leyst til setan frá 1. mai 2006 ella skjótast
til ber. Tann ið settur verður í starvið, skal starvast í
skiftandi vaktum á Familjudeildini.
Um Familjudeildina:
Á Familjudeildini eru 7 fólk í starvi, øll við viðkomandi
útbúgving.
Endamálið við arbeiðnum á Familjudeildini er, at
foreldrini verða styrkt og stuðla í at vera foreldur,
soleiðis at familjan kann virka betur sum ein heild.
Eisini er endamálið at fáa greiðu á, hvørjar styrkir
og hvørjar trupuleikar familjan hevur, og í hesum
sambandi meta um, hvat slag av stuðli er best og
mest viðkomandi at veita familjuni framyvir.
Førleikakrøv:
Vit sóknast eftir einum starvsfólki, ið hevur ávísan
kunnleika til familjuarbeiði. Tað er umráðandi, at
viðkomandi hevur fakligan áhuga og góð sam-
starvsevnir. Tann ið settur verður, skal kunna arbeiða
sjálvsstøðugt.
Ein partur av arbeiðnum er skriftligt arbeiði, og
viðkomandi má tí vera góður at málbera seg
skriftligt.
Útbúgving:
Fyrimun hevur umsøkjari sum hevur útbúgving
sum
pedagogur,
sosialráðgevi,
sjúkrasystir,
fysioterapeutur ella ergoterapeutur. Ynskiligt
hevði verið, um viðkomandi somuleiðis hevur eina
terapeutiska eftirútbúgving.
Løn:
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi yrkisfelag. Um umsøkjari við aðrari
útbúgving enn teim omanfyri nevndu fær starvið,
verður viðkomandi løntur eftir sáttmálanum
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag
fyri hjálparfólk.
Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m.
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 30.
mars 2006.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til Súsonnu Nolsøe, deildarleiðara ella Beintu
Johannesen, leiðara á tlf. 312320
Føroya Barnaheim
Pedda vid Steinsgøta 10
Fo - 100 Tórshavn