Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 53 - 15. mars 2006 Upptøkurnar av nýggju Teitur fløguni eru komnar so mikið langt, at Teitur og framleiðarin eru farnir undir at ljóðblanda tónleikin. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Teitur er komin undir land við upptøkunum av aðru fløg­ uni, ið Universal gevur út við føroyska listamanninum. Mánadagin fóru Teitur og svenski framleiðaranum Mart­ in Terefe undir at ljóð­blanda fløguna. Enn er tó ikki greitt, nær hon kemur út. Teitur sigur, at á fløguni verða millum annað nógv av løgunum, ið vit hava hoyrt, hann spælt á konsertum seinasta árið. Her er ivaleyst talan um løg, sum tað droymandi og lokkandi ”Waiting for Mars to come out”, tað myrka og ófrættakenda lagið ”Hitchiker”, ”Thief about to break in” og festliga næstan Frank Zappakenda lagið ”Last kid on the playground”. Hesi løg vísa øll eina eitt sindur skitnari og nógv sterkari síðu av Teitur, so tað verður spennandi at hoyra úrslitið. Teitur sigur seg sjálvan vera væl nøgdan við arbeiðið higartil. Upptøkur og ljóðbland eru gjørd í London, har bæði Teitur og Martin Terefe búgva. Martin Terefe er sera royndur tónleikaframleiðari, sangskrivari og ljóðblandari, ið seinastu 12 árini hevur arbeitt á útvið hálvt hundra ymiskum útgávum. Nýggjasta fløgan, ið Terefte hevur framleitt er nýggja a- Ha fløgan, Analogue. Fyrsta stakfløgan hjá a-Ha hevur klárað seg væl á bretska hittlistanum, og er fyrsta lagið hjá a-Ha, ið er komið inn í topp 10 í Bretlandi síðan fyrst í 90’árunum. Umframt a-Ha hevur Terefe framleitt fyrsta ný­skrivaða tónleikin hjá Yusuf Islam í nógv harrans ár. Yusuf seldi í 60’unum og 70’unum 50 milliónir LP’ir undir navninum Cat Stevens, men vendi í 1977 um til Islam og skiftið navn til Yusuf Islam. Hann gavst tá somuleiðis við at spæla tónleik. Síðan 1994 hevur hann givið fløgur út aftur, men lagið Indian Ocean, ið er givið út til frama fyri tey, ið vórðu rakt av Tsunami alduni, er fyrsta nýskrivaða egna lagið hjá Yusuf, síðan hann gjørdist muslimur. Teitur ljóðblandar nýggju fløguna Samljlóð millum tón­leik, kaligrafi, málingalist, video, dans og sang verð­ur á skránni í Norð­ur­ landahúsinum fríggja­ kvøldið Framførsla Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í tíðindaskriv verður sagt, at talan er um eina simultan improviserandi konsert, har ymskir hættir tónleikarliga at úttrykkja seg og at samstarva við føstum strukturum - sum serliga krevur hetta nógv av teimum, sum eru á pallinum saman. Í hesum háttinum at upp­ traðka eru elementir sum steinur, pappír, polyesturvev, segldúkur, vatn, eld og luft. Bólkurin hevur upptraðkað við líknandi konserttiltaki í Riga og í Liepaja í Lett­ landi við stuðli frá Danska Mentanarstovninum í Lett­landi og Nordisk Minsterråd. I Tallin í Estlandi fekk til­ takið Harmoniska portr­ið stuðul frá Danska Ment­an­ ar­stovninum. I Keypmannahavn var Harmoniska Portrið hild­ið i sambandi við Vester­bro Mentanarhús og ment­an­ar­ festivaldøgunum við Øksne­ høllina, stuðlað av m.a. Keypmannahavnar Komm­ unu. Við í tiltakinum eru Aviaja Lunholt úr Grønlandi, sum syngur á donskum og dansar. Kristian Blak er bæði tóna­ smiður og pianistur. Og hartil eru so eisini tveir danir við. Morten Carlsen er video-DJ, blæsur í ljóðføri og er annars improviseraður tónasmiður, meðan Ander Hjuer stendur fyri kaligrafi, myndlist og installatión. Framførslan byrjar klokk­ an 19.30. Harmoniskt portur Talan er um list fyri allar sansir, tá framførslan í Norðurlandahúsinum fer at bakkastokki fríggjakvøldið