mikudagur 15. mars 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 15. mars 2006
Starvslýsing
www.runavik.fo
Leiðari til barnagarðin á Mýrunum
Søkt verður eftir avloysara fyri leiðara í farloyvi,
frá 1. mai 2006 til 1. apríl 2007.
Um Barnagarðin á Mýrunum
Barnagarðurin á Mýrunum er kommunalur
stovnur undir Runavíkar kommunu. Barnagarð-
urin er normeraður til 94 børn. Á stovninum eru
2 vøggustovur við 14 børnum, 3 barnagarðsstovur
við 18 børnum og ein barnagarðsstova við 12
børnum.
Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við
ljósum, rúmligum stovum við eyka spælirúmi.
Harumframt er verkstaður, sansirúm, samtalu/
venjingarrúm og stórt felagsrúm við barnavinarl-
igum køki. Stovnurin liggur í vøkrum náttúru-
lendi beint við Toftavatn og nær við ítróttarøkið.
Á stovninum starvast íalt 35 starvsfólk.
Starvið
Leiðarin hevur fakligu, fíggjarligu og fyrisitingar-
ligu ábyrgdina av stovninum. Leiðarin hevur
ábyrgd av:
• at stovnurin er í støðugari menning,
• at starvsfólk trívast og mennast,
• at tað støðugt verður arbeitt við at menna
námsfrøðiliga tilboðið eftir tørvinum hjá tí
einstaka barninum og treytunum, sum
stovnurin virkar undir.
• At samstarva við kommunalu umsitingina, við
aðrar leiðarar innan barnaansingina og við
aðrar viðkomandi stovnar
Vit leita eftir leiðara, ið
• er útbúgvin námsfrøðingur
• hevur leiðsluroyndir
• er nýhugsandi og ígongdsetandi
• hevur góð samstarvsevni
• evnar at eggja og menna starvsfólkið
• hevur góð evni at orða seg munnliga
og skrivliga
• hevur kunnleika til EDV á brúkarastøði
Setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya á lønarstig 24-30
Fleiri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Jákup
H. Foldbo sosialdeildarleiðara á tlf. 417000 ella
Fríðu Lómstein, barnagarðsleiðara á tlf. 448254
ella 218254
Søk starvið
Við at senda okkum eina umsókn í seinasta lagi
hósdagin 29. mars 2005, kl. 12:00.
Umsóknin skal sendast til:
Runavíkar Kommuna
Sosiala deild
Heiðavegur 26
Postrúm 139
FO-600 Saltangará
…ein kommuna í menning
Fríggjadagin skipar Tekniski
skúli í Havn fyri stórum til
taki í Gongugøtuni. Millum
fara næmingar á skúlanum at
sýna fram nakað av tí, sum
teir hava tikist við seinasta
skúlaskeiðið.
Talan er um handverk í
breiðum týdningi, og eru
soleiðis bæði hármóti,
timburarbeiði og bilar á
skránni. Alt handverk, sum
er framleitt av næmingunum
á skúlanum.
Tiltakið í Gongugøtuni
byrjar klokkan 12.
Sammett við februar mánað
í fjør øktust føroysku lønar
útgjaldingarnar í ár við
10,9%
Tað tykist, sum er góð
ferð á føroyska búskapinum.
Lønarútgjaldingar plaga at
vera eitt gott barometur í
so máta, og tær eru í øllum
førum vaksandi.
Sammett við februar mán
að í fjør var vøksturin knøpp
11 prosent, og hetta er størsti
vøksturin í fýra ár.
Tað er serstakliga innan
privatu vinnuna, at talan er um
vøkstur. Fiskivinnan stendur
fyri størsta vøkstrinum, men
eisini innnan handil, flutn
ing, fígging, trygging og
vinnuligar tænastur annars,
hevur talan verið um stóran
vøkstur.
Higartil í ár hevur vøkst
urin verið 8,4% sammett við
2005.
-mørk
Tekniski Skúlin
á Gongugøtuni
Hesin bilurin telist millum
tað, sum næmingarnir á
skúlanum hava framleitt
skúlaskeiðið
Á aðalfundinum í Føroya
Sparikassa fyri góðari viku
síðani, varð upplýst, at
Sparikassin hevur fingið tveir
nýggjar partaeigarar, sum hvør
sær eiga eitt prosent ella meira
av partapeninginum. Nýggju
eigararnir eru P/F 14, ið er
felagið, sum í mong ár átti
Tórshavnar Skipasmiðju, og
íslendski sparikassin, Spron.
Orsøkin til, at hetta varð
upplýst, var, at partaeigarar,
sum eiga eitt prosent ella
meira hava rætt at velja
sær ein lim í umboðsráðið.
Hesum møguleika tók P/F
14 av, og hevur felagið valt
Kjartan Mohr úr Havn í
umboðsráðið.
-mørk
Stórur
lønarvøkstur
Nýggir partaeigarar
í Sparikassanum
Í kvøld verður fyrsta av
ætlandi fleiri café-kvøldum,
sum Giktafelagið nú fer at
skipað fyri.
Hetta fyrsta tiltakið veður
í MBF-húsinum í Havn, og
byrjar tiltakið klokkan 19.30.
Eydna Fosaa leggur fyri við
at tosað um evnið »at liva
við pínu«,og síðani verður
lagt upp til kjak og tos, har
orðið er frítt.
-mørk
Gikta-café í
MBF-húsinum