mikudagur 15. mars 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 53 - 15. mars 2006
Mykinesgøta 5 . Tórshavn
Tel 315136 / 515136 . Faks 310931
Mykinesgøta 3 . Tórshavn
Tel 315136 / 515136 . Faks 310931
K R E A . F O . TEL 47 80 80
Almennmóttøka
Í sambandi við at KJ Hydraulik letur upp søludeild við goymslu í Havn
og at felagið samstundis yvirtekur Norð Trukk, verður bjóðað til
almenna móttøku í hølunum í Mykinesgøtu 5
fríggjadagin 17. mars frá kl. 15 til kl. 18.
Hóast uppskot var
fyri aðalfundin um
navnabroyting, so
varð hendan kortini
av ongum
Aðalfundur
tíðindaskriv
Havnar Framburðsfelag
hevði sum vant aðalfund á
Grækarismessu.
Eitt punkt á skránni
var uppskot um at broyta
navnið á felagnum til
Suðurstreymoyar Fólka
floksfelag. Hetta tí at fá
uttanfyri felagið vita, at
Havnar Framburðsfelag er
lokalfelagið hjá Fólkaflokk
inum í Suðurstreymi, og øll
hini lokalfeløgini bera heitið
hjá flokkinum. Aðalfundurin
vísti á, at felagið eitur
Havnar Framburðsfelag
(valfelag Fólkafloksins í
Suðurstreymoy) og kunnu
bæði heiti tí nýtast. Navnið
er eisini søguligt og felagið
hevur eina spennandi og
týdningarmikla søgu, sum
alt ov fá kenna til. Aðal
fundurin avgjørdi, at nevndin
skuldi lýsa hesa søgu nærri
og avgjørdi at navnið á fel
agnum varð óbroytt.
Aage Arnoldson takkaði
fyri seg í nevndini og ynskti
ikki at stilla uppaftur. Aage
hevur sitið í nógv ár í nevnd
ini og verið ein dyggur stuð
ul fyri felagið. Nevndin
skjeyt upp at velja Regin
W. Dalsgaard í nevndina í
staðin, og aðalfundurin tók
undir við hesum. Regin
W. Dalsgaard er skrivari
hjá tingbólkinum og hetta
styrkir um samstarvið við
tingmanningina.
Tá aðalfundurin var lokin
skipaði nevndin seg við
Poul Laust Christiansen
sum formanni, Maritu
Hentze sum kassameistara,
Regin W. Dalsgaard sum
skrivara og Elsa í Garði
og Heðin D. Poulsen sum
vanligir nevndarlimir. Jan
Christiansen og Inga Dahl
vóru afturvald sum vara
limir.
Framburðsfelagið
skiftur ikki navn
Torbjørn Olsen letur hós
dagin upp framsýning í
Snarskivuni í Havn. Fram
sýningin ber heitið, Líð
ingar, er talan um átta stór
steinprent, sum Torbjørn
Olsen og Grafiski Verkstaður
Føroya hava staðið fyri.
Torbjørn hevur í mong ár
arbeitt við líðingartemaum
í altartalvum, sum hann hev
ur staðið fyri. Á grafiska
verkstaðnum hevur hann í
samband við framsýningina
gjørt
royndir
við
at
umseta hesi myndaevni til
steinprent.
-mørk
Líðingar í Snarskivuni
Norðuratlantsbólkurin
á
Fólkatingi
bjóðar
nú øllum føroyskum
og grønlendskum les
andi í Danmark inn á
Christiansborg til upp
lýsandi fund um arbeiðið
á Fólkatingi fríggjadagin
31. mars.
Samstundis fáa tey les
andi møguleikan at hoyra
og kjakast við m.a. sosial
demokratiska formannin
Helle Thorning-Schmidt,
umhvørvismálaráðharran
Connie Hedegaard (K),
undirvísingarmálaráðharran
Bertel Haarder (V) og fram
søgumannin í uttanríkismál
um hjá Dansk Folkeparti,
Søren Espersen. Umframt
hetta kemur formaður fólka
tingsins Christian Mejdahl
(V) framvið. Á fundinum
fara hesir framstandandi
politikarar at bera sínar
hugsanir fram um samstarvið
millum Danmark, Føroyar
og Grønland. Eftir hvørja
framløgu verður kjak á
skránni, har tey lesandi hava
møguleikan at luttaka.
Teir tríggir fólkatingslim
irnir í Norðuratlantsbólkin
um, Høgni Hoydal (Tjóð
veldisflokkurin), Kuupik
Kleist (IA) og Lars-Emil Jo
hansen (Siumut) fara eisini
at greiða frá arbeiðinum hjá
Norðuratlantsbólkinum á
Fólkatingi. Tiltakið byrjar
kl. 13 og verður væntandi
liðugt umleið kl. 17.
Áhugað kunnu tekna seg
til tiltakið hjá skrivarunum
hjá bólkinum, sum eru
Heini í Skorini og Mininn
guaq Kleist.
-mørk
Lesandi á
Christiansborg