Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 15. mars 2006  Nú verður fyrsta stigið tikið til eitt sera dýrt og umfatandi umvælingararbeiði á Landssjúkrahúsinum Landsjúkrahúsið Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal skjøtil setast á eitt sera umfatandi og dýrt um­væl­­ingararbeiði og nú­ tím­­­ans­gerð á Lands­sjúkra­ hús­in­um. Hans Pauli Strøm, lands­ stýris­maður í heilsumál­um, hevur nú biðið tingið játtað pening til eina høv­uðs­um­væl­ ing av lands­sjúkra­húsinum. Í fyrstu syftu er ætlanin at umvæla og nútímansgera landssjúkrahúsið fyri 105 milliónir hesi næstu trý árini frá 2006-2008. Men tilsamans fevnir ætl­ anin um at eitt 10 ára skeið, har Landssjúkrahúsið skal umvælast og nútímansger­ast fyri fyri heilar 350 milliónir. Sostatt er neyðugt at játta 35 milliónir um árið tey næstu 10 árini. Í summum førum er stand­ urin so ringur, at tað loysir seg betri at ríva niður og byggja av nýggjum í nøkrum førum, heldur enn at umvæla, men annars skulu umfatandi umvælingar gerast bæði inn­ an og uttan. Hans Pauli Strøm leggur dent á, at tað, sum nú skal gerast hesi næstu trý árini, er bara tað fyrsta stigið og at tað umráðandi, at ætlanim verður sæð sum ein heild. Tað fyrsta stigið kann ikki standa einsamalt og tí er neyðugt at  halda á fram eftir hetta fyrsta stigið, so rokkið verður á mál. Tí ætlar hann sær longu næsta ár, ella í seinasta lagi í 2008 at leggja fram uppskot um næsta stig í hesi heildarætlan um at høv­ uðsmvæla og nútíðar­gera Landssjúkra­húsið.  Alt hetta arbeiði hevur sín uppruna í eini størri ætlan frá 1991, men hon steðgaði í kreppuni í nítiárunum. Men í 1998 var arbeiðið at útbyggja Landssjúkrahúsið tikið upp aftur og síðani hevur verið arbeitt framhaldandi við verk­ætlanini, sum er komin so langt ávegis, at flutt var inn í nýggja bygningin hjá Landssjúkrahúsinum á heysti í 2004. Frá 1999 til 2004 fór næstan øll orka til nýggja bygn­ingin og tað hevði við sær, at ráðini vóru ikki til eina grundleggjandi høv­ uðsumvæling og nútíðargerð av gomlu bygningunum. Tí er tað arbeiðið eftir at gera og bygningarnir eru í slíkum standi, at ein høvuðsumvæling er meira átrokandi enn nakrantíð. Tó er ein høvuðsumvæling av íbúðabygningunum ikki tikin við í ætlanina, tí arbeitt verður við at selja nakrar av teimum. Annars sigur Hans Pauli Strøm, at talan er um eitt sera umfatandi arbeiði, sum er bæði kompliserað, og í hátøkniligum umhvørvi. Eis­ ini er talan um at arbeiða á øki, har sjúkrahúsvirksemið skal kunna fara fram, meðan umvælingar verða framdar. Húski við nógvum børnum skulu fáa avsláttur, tá ið tey keypa bil, heldur miðflokkurin Familjupolitikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Húski við í minsta lagi fýra børnum undir 18 ár, eiga at fáa avsláttur, tá ið tey keypa bil Tað heldur miðflokkurin. Flokkurin hevur lagt upp­ skot fyri løgtingið um at húski við nógvum børnum, skulu fáa avsláttur, at keypa ein stórfamiljubil. Flokkurin sigur, at av­slátt­ urin skal veitast soleiðis, at húski við minst fýra heima­ búgvandi børnum skulu hava rætt til ein avsláttur upp á 50.000 krónur í skrá­ setingargjaldinum, tá ið tey keypa ein stórfamiljubil, sum alt húski rúmast í. Tá ið flokkurin tosar um stórfamiljubil, verður hugsað um persónbil til minst seks fólk, tá ið førarin er taldur við. Og tá ið miðflokkurin tos­ar um húski við nógvum børnum, sum skulu fáa rætt til avsláttur, hugsar hann um húski, sum hava minst fýra børn undir 18 ár. Miðflokkurin sigur, at enda­ málið er at veita barnaríkum húskum ein avgjaldslætta tá til at útvega sær bil til, sum alt húski rúmast í. Dentur verður lagdur á, at hugsað verður ikki um smá­ bussar við minst 10 setrum, men einans um persónbilar. Avgjaldið á vanligar per­són­ bilar er 50% av fyrstu 70.000 krónunum í fakturavirði, 75% av upphæddini oman fyri 70.000 og síðani eyka­ avgjald upp á 25% av áður­ nevndu avgjøldum. Flokkurin vísir á, at tað er dýrt at hava eitt stórt húski. – Við støðugum prís­hækk­ ingum á neyðsynjarvørum, serliga olju, er tað alsamt vorð­ið fíggjarliga tyngri hjá størri húskjum, sigur flokk­urin. – Tí eru tað bara tey, sum eru heilt væl fyri, sum hava umstøður at útvega sær persónbil til minst seks fólk, tá ið førarin er taldur við. Hesir bilar kosta í miðal ímillum 10.000 og 50.000 krónur meiri enn vanligir persónbilar. Tí heldur miðflokkurin, at tað er rætt at veita hesum húskjum stuðul, so tey hava sama møguleika sum húski við minni enn fýra børnum at útvega sær persónbil eftir tørvi. Flokkurin leggur serligan dent á trygdina. – Lóggávan eigur at vera soleiðis skipað, at spurn­ ing­urin um kostnað ikki skal ganga út yvir trygd­ ina. Familjan við minst fýra børnum eigur ikki at setast aftur at útvega sær ein størri persónbil, tí hesin kostar meiri enn ein vanligur persónbilur, sigur miðflokkurin. Miðflokkurin sigur, at søkja 400 húski um av­ sláttur, fer tað at kosta lands­ kassanum 20 milliónir í mist­ um skrásetingargjaldi. – Hinvegin fær landskassin framvegis stórt avgjald av teimum bilum, sum verða seldir undir hesi skipan. Og fyri hvørja ferð lógin er beinleiðis orsøkin til, at ein bilur verður keyptur, fær landskassin avgjøld, sum hann annars ikki hevði fingið. Seta skjøtil á umvælingar fyri 350 milliónir Bíligari bil til húski við nógvum børnum Tey, sum eiga minst fýra børn, skulu fáa avsláttur, tá ið tey keypa bil, sum alt húskið rúmast í, heldur miðflokkurin Hans Pauli Strøm ætlar sær nú at seta skjøtil á eitt grundleggjandi arbeiði at umvæla og nútímansgerða gomlu bygningarnir á Landssjúkrahúsinum