Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 53 - 15. mars 2006 Fakfeløg og arbeiðs­ gevarar mótmæla harðliga, at Løgtingið hevur ítøkiligar ætlanir um at taka ALS frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum Arbeiðsloysis­ skipanin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta merkir í roynd og veru, at Arbeiðloysisskipanin verður tikin av. So bersøgið er stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanin, sum umboðar bæði fakfeløg og arbeiðsgevarar. Arbeiðsloysisskipanin er komið á breddan í Før­oya Løg­ tingið og har er endamálið at gera so um­fatandi broytingar í ALS, at tað merkir, at í veru­ leik­anum verður hon tikin av. Hetta hevur fingið stýrið fyri ALS at gera vart við seg og í greiðum vendingum mótmælir stýrið harðliga, at ætlanin er at gera so stór inntriv í ALS, at tað er tað sama sum ognartøku. Tað er sjálvur formans­ skap­urin í Løgtinginum, sum hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið. Spurningurin, sum Løg­ tingið viðgerð í løtuni, er, um inngjaldið til ALS er ein skattur ella ikki. Partarnir á arbeiðs­markn­ að­in­um halda ógvuliga fast um, at ALS er ein skip­an, sum partarnir á arbeiðs­ marknaðinum sjálvir hava stovnað og sostatt eiga. Og teir halda sostatt eisini ógvuliga fast um, at inngjaldið til ALS er ikki ein skattur, men ein trygging. Og í hesum máli draga bæði fakfeløg og arbeiðsgevarar eina línu. Men í politisku skipanini eru kreftir sum tvíhalda um, at inngjaldið til ALS er ein skattur. Og tað er bara Løgtingið, sum hevur heimild at krevja skatt inn og samstundis skal allur skattur á fíggjar­lógina. Sosttatt er ætlanin hjá nú, at inngjaldið til ALS skal setast á fígggjarlógina hereftir. Í hesum sambandi brúkar formansskapurin eina lýsing av hugtakinum skattur, sum sigur, at skattur eru øll gjøld, sum borgarin skal betala, uttan at fáa eina beinleiðis mótveiting. Tí verður mett, at gjaldið til ALS er ein skattur. Tí er vandi nú fyri at ALS og aðrir grunnar, enda á fíggjarlógini. Hetta er eitt álop, sum ALS stýrið er samt um at verja skipanina ímóti, sigur stýrið. Hetta hevur verið eitt aftur­ vendandi mál, men partar á arbeiðsmarknaðinum hava gjørt púra greitt, at, at tey fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at ALS verður lagt á fíggjarlógina. - Hetta er okkara tykki eitt álvarsmál, tí tað merkir at ALS verður ognartikið og tað verður harðliga mótmælt, sigur Stýrið fyri ALS. Stýrið fyri ALS vísir eis­ ini, at hóast talan er um eitt álvarsmál og hóast talan er um kollveltandi broytingar í ALS, hevur málið ikki so frægt sum verið til hoyringar í ALS. Nú er ætlanin at avtaka ALS Stýrið fyri ALS skrivaði í skundi eitt hvast mótmæli til Løgtingið, men tað gekk strilti at sleppa av við tað Arbeiðsloysis­ skipanin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað var av berari til­vild, at partarnir á arbeiðs­markn­ aðinum í gjárkvøldið frættu um ætlanina hjá løgtinginum at avtaka ALS og at leggja Arbeiðsloysisskipanina undir fíggjarlógina. Men tað fekk partarnar á arbeiðsmarknaðinum at gera vart við seg beinanvegin. Í skundi orðaði stýrið fyri ALS seint í gjárkvøldið eitt eitt hvassorðað mótmælisskriv til Løgtingið. Men tá ið tað skuldi hand­ast Løgtinginum í morgum, gekk strilti at sleppa av við tað. Tað var stjórin í Ar­beiðs­ loysisskipanini, sum skuldi syrgja fyri, at Løgtingið fekk skrivið. Hann hevði tikið eitt avrit av skrivinum til at handa Løgtinginum. Men Løgtingið vildi bara taka ímóti sjálvum frumritinum. Og tá ið tað varð komið tinginum í hendi, skuldi tað ígjøgnum vanligu kanalirnar har, so tað hevði ikki komið løgtingslimum í hendi, áðrenn viðgerðina í morgun. Men ALS helt, at tað hevði alstóran týdning, at løgtingslimir fingu áskoð­ anina hjá ALS at kenna, árenn teir viðgjørdu uppskotið. Tað endaði so við, at stjórin í ALS tók tað óvan­liga stig, at geva seg til støðu í kuldanum í morgun á alfaravegi uttanfyri tinghúsið og so hvørt, tinglimir møttu á tingi, fingu teir ein flogseðil stungnan í hondina, áðrenn teir fóru inn. Og tað angrar stjórin í ALS ikki, tí hann heldur heilt avgjørt, at skrivið hevur havt sína ávirkan. – Tað eru fleiri tinglimir, sum hava tikið sjónarmiðini hjá stýrinum fyri ALS til eftir­tektar og hava gjørt vart við tey í løgtinginum, sigur Ernst Jacobsen. Í Stuttum Hetta eru orðingarnar í uppskotinum, ið løgtingið nú víðgerð, sum hevur fingið stýrið fyri ALS at gera vart við seg. Talan er um eitt uppskot um landsins játtanarskipan og har stendur í greinunum fýra og fimm: § 4. Allur beinleiðis og óbeinleiðis skattur, sum kravd­ur verður inn við heimild í lóg, verður førdur á fíggjarlógina. Stk. 2. Beinleiðis og óbeinleiðis skattur fevnir um øll kravd gjøld, uttan beinleiðis mótveiting. § 5.  Við á fíggjarlógina verða tiknir stovnar og grunnar o.t., hvørs útreiðslur ella roknskaparligu hall verða goldin við studningi frá landinum ella við gjøldum ella aðrari inntøku sambært lóg, ella sum eru ella partvís eru stovnaðir við kapitalinnskoti frá landinum. Stk. 2. Stk. 1. verður tó ikki nýtt, um reglur eru í aðrari lóg, sum víkja frá hesum. VIÐMERKINGAR: Til § 4 § 41, stk. 1 í stýrisskipanarlógini slær eina fast, at  beinleiðis og óbeinleiðis skattur (avgjøld) verða kravd í lóg. Í § 4, stk. 1, verður harumframt ásett, at beinleiðis og óbeinleiðis skattur skulu setast á figgjarlógina. Ásetingin hevur við sær, at beinleiðis ella óbeinleiðis skattur, sum landsfyritøkur o.a. krevja uttan fyri fíggjarlógina til at fíggja sínar útreiðslur, frá nú av skulu verða sett á fíggjarlógina. Tað kann verða gjørt sum inngangandi og útgangandi postur, so at samlaða árinið á landins fíggjarætlan er neutralt. Spurningurin um, tilknýtið hjá slíkum fyritøkum til fíggjarlógina, verður viðgjørdur í § 5. Til at greiða málið verður í stk. 2 skotið upp at al­lýsa  beinleiðis og óbeinleiðis skatt sum gjøld, uttan beinleiðis mótveiting. Í hesum liggur, at gjøld koma frá enstaklingum og privatum virkjum o.ø. IMF og OECD hava allýst og flokkað skatt sum kravd gjøld frá privatum, sum uttan beinleiðis mótveiting. Býtti flogseðlar út til tinglimir Ernst Jacobsen stjóri í ALS sigur, at hetta er eitt álvarsmál og tí hevur stýri fyri ALS skrivað eitt hvassorðað mótmælið. Men hann mátti taka heilt óvanlig stig fyri at tinglimnir yvirhøvur skuldi fáa fáa skrivið til tíðina Hetta verður tikið sum eitt álvarsligt álop, sigur virkandi stjórin í ALS, Ernst Jacobsen Arbeiðsloysis­ skipanin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað var av berari tilvild, at vit fingu nakað at vita um hetta. Ernst Jacobsen, stjóri í ALS, sigur, at tað var ikki fyrrenn í gjárkvøldið, at tey í ALS fingu at vita, at ætlanin var at fremja tað, sum partarnir meta sum eitt sera álvarsligt álop á ALS. Sum tað stendur í aðrari grein, er viðgerð Løgtingið í løtuni eitt uppskot, sum kann enda við, at ALS verð­ ur ognartikið og í roynd og veru avtikið, sum stýrið sigur. Hann sigur, at hóast part­arnir talan er um koll­ veltandi broytingar í ALS, hevur ongin í ALS fingið málið til hoyringar. Stjórin í ALS sigur, at ein bólkur hevur viðgjørt ALS fyri nøkrum árum síðani og har kom ein greið­ur meiriluti av lóg­ frøðingunum, sum kom til ta niðurstøðu, at ALS er ikki ein skattur og kann tískil haldast uttanfyri fíggjar­lógina. Men tað er als ikki lagt upp fyri hesum í upp­ skotinum, sum Løgtingið nú viðgerð. Ì Løgtinginum í morgun stúrdu summir tinglimir fyri, at endar ALS á fíggjar­ lóg­ini, er vandi fyri, at løg­ tings­menn faraat brúka peng­ar hjá ALS til onnur endamál, táið tað manglar í til ymisk onnur endamál. – Hetta er ein ótti, sum hevur verið nevndur fyrr. Eg kann bara siga, at inngjaldið til ALS er ætlað teimum arbeiðsleysu og tað er ómetaliga týdn­ing­ ar­mikið, at hann veruliga verður tøkur hjá teimum arbeiðsleysu tá ið á stendur og ikki verður brúktur til onnur endamál. Fakfelagsfólk vísa eis­ini á, at í teirri ringastu krepp­ uni, var trýst lagt á fyri at fáa pengarnar hjá ALS til ymisk endamál. Ernst Jacobsen sigur, at ALS hevur eisini lagt upp fyri, at arbeiðsloysið kann økjast. – Í ringastu krepputíðini rindaði skipanin 280 milli­ ónir til arbeiðsleys okkurt árið. Vónandi koma vit ikki aftur í slíka støðu, men tekur kreppa seg upp, er tað skjótt at brúka 500 milliónir. Hann vísir eisini á, at tað er eisini sera týdningar­mik­ ið at leggja sær í geyma, at útgjaldið úr ALS broytist ógvuliga nógv frá ári til ár. – Hækkar arbeiðsloysið bara nøkur heilt fá prosent, kann útgjaldið úr ALS hækka einar 40 milliónir eitt ár. - Og endar ALS á fíggjar­ lógini, kann tað vera tor­ført at útvega neyðuga pen­ingin til arbeiðsleys tá ið slík sveiggj verða í arbeiðsloysinum, serliga tá ið havt verður í hugað, hvussu torført tað kann vera at útvega heilt smáar upp­hæddir til ymisk enda­mál. Hann sigur, at tað er or­søkin til, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum halda ómetaliga fast um, at ALS skal undir ongum umstøðum á fíggjarlógina, men skal liggja heilt uttanfyri. Kortini er Ernst Jacobsen bjartskygdari eftir við­gerð­ ini í Løgtinginum í morgi var ikki so galin, tí nógvir tinglimir ivaðust í, hvussu rætt tað var at leggja ALS undir fíggjarlógina. Frættu um álvars­ mál av tilvild Talan er um eitt álvarsmál og nakað av fólki, eisini fakfelagsfólki og umboð fyri ALS, vóru møtt á tingi í morgun at vita, hvat tinglimur høvdu at siga