mikudagur 15. mars 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 15. mars 2006
7
Visjónin um vælferð
stendur nakað fyri
seg í Visjón 2015, men
teir 12 undirbólkarnir
eru nú farnir til verka
Visjón 2015
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Startskotið
til
Visjón
2015 varð loyst av fyri
knøppum mánað síðani.
Teir 12 strategibólkarnir eru
mannaðir og farnir til verka,
og tann 13. grundarsteinurin,
sum landsstýrið hevur rópt
Visjón um Vælferð, er
eisini farin til verka. Í 13.
grundarsteininum eru 12
undirbólkar, sum arbeiða
við vælferðavisjónini.
Fólksins visjón
Sambært landsstýrinum
byggir
Visjón
2015
á
12
grundarsteinar,
meðan endamálið er 13.
grundarsteinurin, nevniliga
vælferðin.
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður í almanna-
og heilsumálum sigur, at
grundarsteinurin um vælferð
stendur í eini serstøðu í
visjónsætlanini.
– Vælferð er ein víð-
fevnandi
og
tungur
grundarsteinur, samanborin
við hinar, og tí verður eisini
arbeitt øðrvísi við honum
- ikki í einum, men í tólv
ymiskum bólkum. Arbeiðið
fevnir eitt nú um framtíðar
almannaskipanir og framtíðar
eldrarøkt, um virkisætlanir
fyri børn og ung og fyri fólk
við skerdum førleika, um
bústaðarpolitiskan reform,
um framtíðar heilsuverk
og um fólkaheilsuætlanina,
sigur landsstýrismaðurin
á heimasíðuni hjá Visjón
2015.
Farin til verka
Mánadagin
6.
mars
boðaði landsstýrismaðurin
øllum,
sum
luttaka
vælferðarvisjónini til fundar
í ráðnum, har endamálið
var at fáa gongd á arbeiðið
í bólkunum. Nakrir av
bólkunum høvdu skipað
seg fyri fundin og eru
tí komnir nakað áleiðis
við arbeiðinum, at gera
skrivligar frágreiðingar um
ymisku økini.
Sambært Hans Paula
Strøm, leiddi hann sjálvur
fundin. Greitt varð frá
arbeiðinum higartil og
kunnað varð um arbeiðið
frameftir. Miðað verður
ímóti, at bólkarnir hava
tilfarið klárt tann 1. mai at
leggja fyri Visjónstorgið,
sum er ein yvirskipaður
bólkur, við umboðum úr
teimum politisku flokkunum,
frá
kommunufeløgum
og pørtunum á arbeiðs-
marknaðinum. Endamálið
hjá visjónstorginum er
at gera viðmerkingar til
frágreiðingarnar,
sum
strategibólkarnir
og
vælferðarbólkarnir orða.
Aðalmið
Sambært Almanna- og
heilsumálaráðnum
er
visjónin um vælferð grundað
á hesi aðalmið:
–
Okkara
fremstu
almanna- og heilsupolitisku
mál eru, at fólkið skal trívast,
mennast og fjølgast í okkara
landi. Hetta skal gerast við
at tryggja øllum borgarum
neyðugur
umstøðar
fyri góðum lívskorum
í einum vælskipaðum
vælferðarsamfelag,
har
sínámillum ábyrgdin millum
borgaran og myndugleikan,
eins væl og samhaldsfestið
millum øll, verður sett í
hásæti. Og víðari verður
sagt, at sama, hvør sosiala
og
persónliga
støða
borgaranna er, skal teimum
verða tryggjað rættindi og
atgongd til munagóðar
almanna- og heilsutænastur,
sum vit hava neyðugan
tørv á. Hetta setur støðug
politisk krøv til áhaldandi
innihaldsliga, bygnaðarliga
og fíggjarliga menning av
okkara vælferðarskipanum.
Tí seta vit okkum mál og
leggja ætlanir fram í tíðina.
Vælferðin er endamálið
Vælferðarráð
Settur verður arbeiðsbólkur
at skriva frágreiðing um,
hvussu eitt vælferðarráð
kann verða skipað, og um
tess virksemi.
n Helena Dam á Neystabø,
leiðari, Føroya Skúlabóka-
grunnur
n
Gestur
Hovgaard,
samfelags-frøðingur
n Randi Frederiksberg,
sam-felagsfrøðingur
n Rolf Guttesen, Cand.
scient.
Almanna- og
heilsu-gransking
Ein arbeiðsbólkur verður
settur at koma við einum
uppskoti um, hvussu ein
skipað gransking á almanna-
og heilsuøkinum kann
byggjast upp.
n Jóanis Erik Køtlum,
ráðgevi, Almanna- og heilsu-
málaráðið
n Turid Arge, deildarstjóri,
Almanna-
og
heilsu-
málaráðið
n Petra Joensen, stjóri,
Alman-nastovan
n Pál Weihe, yvirlækni,
Deildin fyri arbeiðs- og
almannaheilsu
n Rúna Hilduberg, Gransk-
ingarráðið
Framtíðar
almannalóggávu
Ein arbeiðsbólkur skal
koma við einum uppskoti
til eina arbeiðsætlan um at
endurskoða forsorgarlógina
og aðra almannalóggávu á
økinum.
n Maria Jacobsen, deildar-
leiðari, Almannastovan
n Eyðvør Mortensen, deildar-
leiðari, Almannastovan
n Eyðun M. Hansen,
deildar-stjóri, Almanna- og
heilsumálaráðið
n Eva Bennicke, full-
trúi, Almanna- og heilsu-
málaráðið
n Marjun Kálvalíð, MBF
Pensjónsreform
a) Sitandi arbeiðsbólkur
undir Fíggjarmálaráðnum
skal koma við einum uppskoti
til eina framtíðar eftir-
lønarskipan.Bólkurin skal
handa landsstýrismanninum
álitið 1. mai 2006.
b) Í mai 2006 skal Almanna-
og heilsumálaráðið seta
ein arbeiðsbólk at koma
við einum uppskoti til
eina arbeiðsætlan fyri eini
endurskoðan av øllum
fyritíðarpensjónsøkinum.
c) At gera eitt upplegg til
hetta arbeiðið verður nú
settur ein fyrireikingarbólkur
í Almanna- og heilsu-
málaráðnum.
Marjun Berg, deildarleiðari,
Almannastovan
n Heri Petersen, full-
trúi, Almanna- og heilsu-
málaráðið
n Eyðun Mohr Hansen,
Deildarleiðari, Almanna- og
heilsumálaráðið
n Leila Solmunde, MBF
n Umboð fyri Fíggjar-
málaráðið
Framtíðar eldrarøkt
Ein arbeiðsbólkur verður
settur at arbeiða við einum
uppriti at leggja fyri lands-
stýrið, um ætlaninar á eldra-
økinum.
n Ronnie Thomassen,
fulltrúi, Almanna-
og
heilsumálaráðið
n Kristian Árnason, full-
trúi, Almanna- og heilsu-
málaráðið
n Gunnleyg Durhuus,
Heimarøktin og Serfor-
sorgin
n Sonja Klein, økisleiðari,
Heimarøktin
Umboð fyri kommunu-
feløgini
Virkisætlan fyri fólk
við skerdum førleika
Við støði í teimum málum,
sum eru sett og teimum
trupulleikum/avbjóðingum,
sum eru staðfest, skal ein
arbeiðsbólkur leggja eina
ætlan fyri, hvussu vit røkka
málunum.
n Hallbera F. West, full-
trúi, Almanna- og heilsu-
málaráðið
n Barbara á Tjaldrafløtti,
forkvinna,
Ráðið
fyri
Brekað
n Jóanes N. Dalsgaard,
deildarleiðari, Heimarøktin
og serforsorgin
n Marjun Poulsen, leið-
andi fysioterapeutur, Lands-
sjúkrahúsið
n
Marjun
Berg,
deildarleiðari, Almanna-
stovan
n Palli Mortensen, deildar-
leiðari, Almannastovan
Virkisætlan fyri
børn og ung
Ein arbeiðsbólkur verður
settur, sum skal gera eitt
uppskot um eitt saman-
hangandi sosialpolitiskt
útspæl á barna- og ung-
dómsøkinum.
n Katrin Gaard, full-
trúi, Almanna- og heilsu-
málaráðið
n Maibritt Simonsen,
ráðgevi, Almanna- og heilsu-
málaráðið
n Anna Dam, leiðari, Barna-
verndarstovan
n Oyvindur av Skari,
Almanna-stovan
n Minna Poulsen, varaleiðari,
Heilsufrøðiskipanin
n Doris Hansen, MBF
Heildarpsykiatriska
ætlan
Almanna- og heilsumálaráðið
(Jan Simonsen, full-trúi,
í samstarvi við psyk-
iatriska depilin á lands-
sjúkrahúsinum) arbeiðir
við sálarsjúkuøkinum eftir
ætlanini, sum liggur í álitinum
um Heildarpsykiatri.
n Lars Thostrup, full-
trúi, Almanna- og heilsu-
málaráðið
n Tormóður Stóra, lækna-
fakligur
depilsleiðari,
Landssjúkrahúsið
n Regin Johansen, deildar-
leiðari, Heimarøktin og ser-
forsorgin
n Jan Simonsen, fulltrúi,
Almanna-
og
heilsu-
málaráðið
Bústaðarpolitiskan
reform
Samgonguflokkarnir hava
samtykt eina bústaðarætlan,
bústaðarpakkin. Almanna-
og heilsumálaráðið ger
ítøkiliga arbeiðsætlan fyri
tey ymsu stigini í ætlanini.
n Ronnie Thomassen,
fulltrúi, Almanna- og heilsu-
málaráðið
n Aibritt á Plógv, aðal-
stjóri
n Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður
Framtíðar heilsuverk
Settur verður ein skjótt-
arbeiðandi arbeiðsbólkur
at skriva frágreiðing um
tað primera heilsuverkið,
og hvussu hetta kann
samskipast
við
tað
sekundera heilsuverkið,
við grundarlagi í áliti um
framtíðar heilsuverk, sum
ein arbeiðsbólkur í løtuni
arbeiðir við.
n Aibritt á Plógv, aðal-
stjóri,
Almanna-
og
heilsumálaráðið
n Maria á Dul, starvsfólka-
leiðari,
Almanna-
og
heilsumálaráðið
n Birna Steingrímsdóttir,
ráðgevi, Almanna- og
heilsumálaráðið
n
Heðin
Thomsen,
yvirlækni
n Jana H. Dalsgaard,
Felagið føroyskir sjúkra-
røktarfrøðingar
n Jákup N. Olsen, Sjúk-
lingaráðið
Framtíðar
apoteksverk
Gera neyvari lýsing av
hvussu
apoteksverkið,
herundir framleiðsla, søla
og útbýtið av heilivági, fer
fram í dag.
Heri
Mørkøre,
lands-
apotekari
n Einar Magnússon, skriv-
stovustjóri í íslendska heilsu-
og trygdarmálaráðnum
n Birgit Vitalis Ottesen,
fulltrúi, Fíggjarmálaráðið
n Turid Arge, deildarstjóri,
Almanna-
og
heilsu-
málaráðið
Fólkaheilsuætlan
Við støði í teimum málum,
sum eru sett og teimum
trupulleikum/avbjóðingum,
sum eru staðfest, skal ein
arbeiðsbólkur leggja eina
ætlan fyri, hvussu vit røkka
málunum.
n Katrin Gaard, full-
trúi, Almanna- og heilsu-
málaráðið
n Birna Steingrímsdóttir,
ráðgevi, Almanna- og heilsu-
málaráðið
n Pál Weihe, yvirlækni,
Deildin fyri arbeiðs- og
almannaheilsu
n Høgni Debes Joensen,
landslækni
n Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður
Visjónin um vælferð fevnir um: