mikudagur 15. mars 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 53 - 15. mars 2006
Fyribyrginarráðið fer
í dag undir eitt átak,
ið hevur til endamáls
at fáa føroyingar
at røra seg meira.
Átakið er skipað sum
ein kapping, har øll
kunnu luttaka
Heilsa
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Tað er sviðin, Anders
Holmstrøm, ið saman við
Fyribyrginarráðnum skipar
fyri átakinum. Anders
Holmstrøm nemur sær
í løtuni útbúgving sum
fysioterapeut og er serliga
áhugaður í at fáa fólk at røra
seg:
– Nú bilflutningurin
hevur vundið upp á seg
seinastu árini, og stævna
likamsarbeiðið er vorðið
lættari, er vandi fyri, at
føroyingar ikki røra seg nóg
mikið.
Komandi fimm vikurnar
ætlar Anders Holmstrøm at
fáa føroyingar at melda seg
til eina kapping, ið hevur
til endamáls at fáa øll at
røra seg meira. Kappingin
gongur í stóran mun fyri
seg á heimasíðuni, www.
stig.fo, har hvør einstakur
hevur møguleika at skráseta
sínar likamsvenjingar. At
enda verða øll stigini tald
saman, og millum teirra,
sum hava verið ídnast at
skráseta seg innan 14. apríl,
verður ein súkkla á 10.000
kr. burturlutað:
– Kappingin er fyri øll, og
hædd verður sjálvandi tikin
fyri, um tú ert beindovin
ella sera likamsvirkin.
Tað hevur eisini alstóran
týdning, at vit eru erlig, tá vit
skráseta okkara venjingar,
og ikki bert droyma um
komandi
venjingarnar,
sigur Pál Weihe, formaður í
Fyribyrginarráðnum.
Pál Weihe vísir eisini
á, at hetta átakið hóskar
væl til teirra, sum í løtuni
royna at leggja av við at
roykja á ókeypis skeiðnum,
TUBBAK FARVÆL, ið
fyribyrgingarráðið somu
leiðis skipar fyri.
Ætlanin er at eggja
bæði bindiklubbum, skúla
flokkum, arbeiðsplássum
o.ø. at melda seg til
kappingina. Og hóast bert
ein vinnari er í kappingini,
eru samskipararnir á einum
máli um, at allir luttakararnir
í kappingini at enda kunnu
kalla seg vinnara:
– Øll vinna eina betri
heilsu og eitt frískari lív.
Vónandi ásanna luttak
ararnir, hvussu frálíkt tað er
at røra seg.
Sermerktar
ítróttagreinar
Ætlanin í næstum er somu
leiðis, at fáa føroyingar at
royna so nógvar ymiskar
rørsluhættir, ið til ber. Og
meðan Anders Holmstrøm
er í Føroyum, fer hann
at vísa á, hvussu ávísar
sermerktar ítróttagreinar
kunnu íðkast. Men hvørjar
hesar ítróttagreinarnar eru,
ynskir Anders Holmstrøm
ikki at avdúka:
– Eg gevi fegin øðrum
tann kunnleika, eg havi. Øll
forvitin eru vælkomin.
Hvønn mána-, miku- og
fríggjamorgun kl. 7.30 hevur
Anders Holmstrøm ymiskar
venjingar á økinum oman
fyri Landabókasavnið.
Umráðandi at
práta um rørslu
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í almenna- og
heilsumálum, heldur átakið
er óført og stuðlar tí fegin:
– Tað er umráðandi at práta
um rørslu. Hetta átakið er eitt
gott høvi til at eggja teimum,
ið ikki røra seg so nógv, at
luttaka. Átakið er eisini
skipað á ein stuttligan hátt
við kapping, ið gevur øllum
eina eyka orsøk til at luttaka.
– Kappingarelementið hevur
stóran týdning.
Somuleiðis váttar Hans
Pauli Strøm, at átakið er
partur av eini frágreiðing
um fólkaheilsupolitikk,
ið landsstýrið í løtuni
leggur seinastu hond á.
Frágreiðingin
verður
løgd fram fyri løgtingið í
aðalorðaskifti fyrst í apríl:
– Hetta er beinleiðis ein
liður í hesi frágreiðing. At
røra seg er besta heilsubót,
ið finst.
Enn hevur Hans Pauli
Strøm sjálvur ikki havt
stundir til at melda seg til
kappingina, men ivast onga
løtu í, at hann heilhugaður
fer at luttaka í kappingini.
Rør teg nú
Anders Holmstrøm og Hans Pauli Strøm. Sjálvur ætlar Hans Pauli Strøm at luttaka í kappingini
– Eyðkennismerkið hjá átakinum ’Stig’, ið Anders Holmstrøm
hevur skapað. Eyðkennismerkið myndar eitt fólk í rørslu, men
somuleiðis sólina, landið Føroyar og havið
Pál Weihe, formaður í Fyribyrgingarráðnum. Hann heitir á øll
um at luttaka. Við at røra seg, vinna øll eina betri heilsu og eitt
frískari lív