mikudagur 15. mars 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 15. mars 2006
9
– Ert tú saman við 10
autistum, so er eingin
teirra eins. Tað eru
10 ymiskar orsøkir
til hesa sjúkuna.
Spurningurin er
bara, hvussu vit
hjálpa teimum, tí
her finst eingin
einføld loysn, sigur
svenski yvirlæknin,
Christoffer Gillberg.
Hann er professari
í barna- og
ungdómspsykiatri, og
hevur seinastu tveir
dagarnar hildið skeið
í Føroyum, her hann
hevur oyst út av vitan
síni.
Psykiatri
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
– Hvussu hjálpa vit børnum
við empati-órógv? Tey eru
ikki sum onnur, og tey kunnu
heldur ikki seta seg inn í,
hvat onnur føla og hugsa.
– Nei, hetta er ikki bara
sum at siga tað, tí tey eru
so øðrvísi enn onnur. Men
samstundis er hvørt einasta
teirra unikt, sigur hann.
Fyri fullsettari útvarpshøll
greiddi Gillberg frá hesum
børnum, sum í barnagarði og
skúlagarði skilja seg burtur
úr mongdini.
– Men hóast tey skilja seg
burtur úr, so hava tey kortini
nógvar gávur, sigur hann.
Fyrrapartin í dag tosaði
hann nógv um, hvussu
ein kann hjálpa hesum
børnum. Nú skeiðið endaði
seinnapartin vísti hann á,
hvussu ein skal fyrihalda seg
mótvegis hesum børnum.
Skeiðið
var
ætlað
fakfólkum sum arbeiða
júst við hesum barna- og
ungdómsbólkinum, eins og
foreldrum og avvarðandi. Tað
var Psykiatriski Depilin sum
tók stig til hesa vitjanina.
Vitan vantar
Ein av luttakarunum á skeið-
num er Oddmar Ravnsfjall,
sum er lærari við skúlan á
Giljanesi.
Hóast hetta evnið átti
at havt áhuga fyri lærarar,
so vóru ikki so nógvir av
teimum at síggja millum
luttakararnar.
At Oddmar so fór á skeiðið
var orsakað av, at í hansara
flokki finst ein næmingur,
hvørs eyðkenni eru at finna
aftur í tí, sum evnið var á
skeiðnum.
– Sum lærarar vita vit
ikki nóg mikið um hetta.
Hesi børnini koma í okkara
skúla, men spurningurin er,
um skúlin er til reiðar at
møta teimum.
– Her á skeiðnum hava vit
fingið eina vitan, sum ger
okkum betri før fyri at skilja
hesar næmingarnar. Nú duga
vit eisini betur at seta okkum
inn í støðuna hjá teimum,
sigur Oddmar.
Heilt ítøkiligt ætla tey nú
at koma við einum uppleggi
til leiðsluna á skúlanum við
uppskotum um, hvussu ein
kann møta hesum næmingum
betri í framtíðini.
Hugsan og kenslur
Við
drúgvu
royndum
sínum
innan
barna-
og
ungdómspsykiatri
hevur Gillberg gjørt sær
sínar hugsanir um hesa
sjúkuna, sum á fakmáli
kallast
empati-órógv.
Felags eyðkenni fyri hesi
børnini er, at tey hava ringt
við at seta seg inn í, hvat
onnur bæði hugsa og føla,
sigur hann.
Hetta er eisini útgangs-
støðið
fyri
skeiðnum.
Tí,
sambært
Gillberg
so er empati-órógv ein
felagsnevnari fyri fleiri
psykiatriskar sjúkur, sum t.d.
Asperger, autismu, Tourettes
syndrom og anorexia.
Á skeiðnum gav Gillberg
luttakarunum
nøkur
amboð soleiðis at ein kann
staðfesta empati-órógv.
Somuleiðis varð eisini
víst á, hvussu ein kann
hjálpa hesum bólkinum við
trupulleikum sínum.
Fleiri handlar í
Klaksvík byggja um
fyri at fyrireika seg
til Norðoyatunnilin
letur upp.
Í handlinum Netto
fyrireika tey seg
eisini til hetta við eini
munandi umbygging
og útbygging.
Handilin letur upp
í næstum, og verður
opin frá morgni til
myrkurs.
Handil
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: Í eina tíð hava tey í
Netto arbeitt við at útbyggja
og nútíðargera handilin til
henda stóra dagin.
Higartil er komið fram,
at ætlanin var at geva
handlinum rúmari ræsur í
framtíðini.
– Men ætlanir okkara eru
víðfevndari enn so, upplýsa
eigararnir báðir, Álvur Klakk
og Jóhanna Christiansen.
Skipanin er hon, at
Álvur sum setti hesa
byggingina í gongd eigur
framvegis meginpartin av
eginpeninginum í Netto,
meðan Jóhanna virkar sum
dagligur leiðari.
Soleiðis verða tveir
handlar hereftir í teirri
samlaðu
byggiætlanini
framvið Klaksvíksvegnum.
Arbeiðinum við nýggja
handlinum líður so mikið
væl, at opið verður væl
áðrenn Norðoyatunnilin
letur upp.
Opið allan dagin
Netto er ein handil, sum
nógvir klaksvíkingar hava
brúkt hvønn einasta dag til
tað dagliga innkeypið.
Tað fara teir ivaleyst eisini
at gera í framtíðini. Munurin
er bert tann, at handilin og
úrvalið er lagað nógv meiri
eftir tørvinum í dag.
Verandi handil verður
nevniliga bæði umbygdur og
nútímansgjørdur. Dentur fer
at verða lagdur á bakaravørur,
frukt og grønmeti, umframt
alt tað, sum eitt vanligt húski
hevur brúk fyri.
– Upplatingartíðirnar
verða broyttar soleiðis at
framyvir verður opið frá
kl. 7 á morgni og til kl. 23,
upplýsa eigararnir.
Tvey nøvn
Undir liðini á tí gamla bygn-
inginum verður haraftrat ein
nýggjur bygningur gjørdur.
Hesin bygningurin, ið er
meiri enn 600 fermetrar
til støddar verður gjørdur
eftir sama leisti sum stóri,
og eisini væl umtókti
matvøruhandilin INN við
Norðskála, sum Jaspur
Johannesen eigur.
Støðan er eisini hon,
at Jaspur, ið er ein
av
partaeigarunum
í
samtakinum, verður saman
við Álvuri og Jóhonnu við
til at gera bygningin í nýggju
og stóru handilshølunum.
Neyðugt er eisini við
einum navni aftrat, nú
handlarnir gerast tveir í
tali.
Avgjørt er at varðveita ta
kenda Netto-navnið í verandi
handilshølum, meðan INN
verður navnið á nýggja
handlinum.
– Á henda hátt verður
hildið fast við upprunaligu
ætlanina at nýta verandi
navnið, verður sagt.
Hetta
fer
at
skapa
fyrimunir fyri raksturin
við felags innkeypi og
marknaðarføring hjá hesum
báðum stórhandlunum sum
klaksvíkingar, norðoyingar
og føroyingar annars fáa
høvið at vitja í framtíðini.
– Eingin autistur er eins
Christoffer Gillberg er væl
umtóktur fyrilestrarhaldari. Í
gjár og í dag var hann á skeiði
í Føroyum. Í morgin gongur
leiðir til Boston í USA
Mynd: Jens Kr. Vang
Nýggjur handil skal møta framtíðini
Luttakarnir fingu nógv amboð at arbeiða víðari við hesum bólkinum av sjúklingum, sum eru so
ring at skilja
Mynd: Jens Kr. Vang
Astrid við kassan tekur sær av einum av viðskiftafólkunum í morgun. Mynd: Vilmund Jacobsen