mikudagur 15. mars 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 53 - 15. mars 2006
Í vikuni stóð greitt, at Fótbóltssambandið loksins
hevur tikið avgerð um, hvørjari verkætlan um
fótbóltshøll tey hava gjørt av at stuðla.
Hvørt tað er rætt, at høllin verður í Skálafirði
heldur enn á Svangaskarði, skulu vit ikki taka
dagar ímillum. Men tikna støðan hevur tó eisini
sínar fyrimunir við sær. Ikki minst tað, at Føroyar
framvegis koma at hava tveir altjóða góðkendar
leikvøllir. Og at vit á tann hátt í nógv størri mun
kunnu standa fyri trýstinum og slitinum, sum er
á grasundirlagið, tá fleiri altjóða uppgávur koma
tætt at hvørjari aðrari.
Men tað kanska mest týdningarmikla í hesum
er, at Føroyar fáa eina fótbóltshøll uttan fyri høv
uðsstaðin sum skjótast. Líka mikið hvørt stór
sligna ætlanin við Stórutjørn verður veruleiki
ella ikki.
Fyri føroyskan fótbólt hevur tað alstóran týdning,
at umstøðurnar venja og mennast verða so góðar,
sum tað á nakran hátt ber til. Eisini um veturin.
Og hetta setir stór krøv til teir venjingarfasilitetir,
sum skulu vera tøkir. Í longdini er spurningurin
helst, hvørt tað er nóg mikið við einari høll, og
tann trupulleikin veðrur nú beindur av vegnum
mest sum alt fyri eitt.
Var støðan tann, at FSF hevði valt at leggja stuð
ulsmilliónirnar frá altjóða fótbóltinum í høvuðs
staðin, vildi tað nærum við vissu merkt, at eingin
høll kom aðra staðni í landinum fyrstu mongu
árini. Og støðan hevði eisini verið tann sama,
um atlit vórðu tikin til eitt nú Stórutjørn, og at
niðurstøðan um tørvin á enn einari høll tí hevði
verið neilig.
Høvuðsstaðurin skal uttan iva fáa sína høll inn
an alt ov nógv ár. Líka mikið, um Stóratjørn
verður veruleiki ella ikki. Fólkagrundarlagið
og stóri aktiviteturin í miðstaðarøkinum hevði
fyrr ella seinni viðført, at farið varð undir slíka
byggiætlank meðan sama sjálvfylgja als ikki er
galdandi fyri útjaðaran.
Nú er so bert at vóna, at allir formalitetir til
ætlanina í Skálafirði verða fingnir í rættlag til
ásettu tíðina. Fyri føroyskan fótbólt – og fyri
menningina av økjum uttan fyri høvuðsstaðin sum
heild – vil ein slík høll fáa ovurstóran týdning.
Bæði ítróttarliga, mentanarliga og sosialt.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Havnin skal nokk fáa sítt
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Takk fyri viðmerkingarnar,
Johnny, Ivan og Róðin!
Hugaligt!
Forkunnugt at lesa tað,
sum kønur og serkønur í
russiskum hava at siga um
málfrøðiliga upprunan við
víkjandi landsnavninum,
Ukreina.
Sum eg skilji á teimum
russiskkønu, so er úttalan
tann sama á russiskum/
ukreinskum, sum hon er á
føroyskum. Tað er jú frálíkt,
men so er munurin bara
tann, at útlendska ai verður
ei á føroyskum! Í Føroyum
laga vit jú landanøvn eftir
føroyskari tungu og føroysk
um bókstavum.
Svenskarar, til dømis, siga
/skriva Sverige, og týskarar
siga/skriva Deutschland.
Kortini siga/skriva vit sjálv
andi Svøríki og Týskland í
Føroyum!
Altso: Ukreina í Føroyum,
tí útlendskt ai verður skrivað
ei á føroyskum! So sera
einfalt, sum Róðin eisini
skrivar.
Tí skriva vit eisini Teiland
og Maleisia, men tað er
sjálvandi eisini gott at duga
at skriva Thailand, sum gjørt
verður á útlendskum máli.
Við landsmálkvøðu.
Ukreinsk málrøkt 2: Ukreina á føroyskum!
Lærari
Eyðun
á Borg
Herfyri kom kunningarskriv
út í hvørt hús í Sands komm
unu. Her verður m.a. greitt
frá, at aftursvar er sent løg
gtingsins umboðsmanni,
viðvíkandi kæru frá starvs
mannafelagnum í samband
við uppsøgnina av skriv
aranum. Tó er eftur ynski
bygdarárðslimi mannandi
meirlutan, punkt 4 strikað
úr aftursvarinum. Her standi
eg spyrjandi, hvat er punkt 4
og hvar er aftursvarið. Hvat
er meiningin við at senda
út til borgaran at punkt 4 er
strikað, og ikki upplýsa hvat
tað er.
Eitt annað kunningarskriv,
ið var sent í hvørt hús,
hevði viðfest aftursvar frá
meirilutanum, viðvíkjandi
kæru frá minnilutanum.
Men her manglaði at greiða
frá hvat klagan snúði seg
um. Ístaðin fekk mann ein
heilan brokkmanns lestur, ið
millum annað vavdist uppi
í familju viðurskiftum hjá
minnilutanum, og øðrum
tílíkum smáborgarligum.
Kort um greitt má sigast,
at antin dugir umsiting
Sands kommunu ikki at gera
sítt arbeiði, ella finst eingin
greið linja fyri hvat skal
standa í hesum vælsignaðu
kunningarskrivum.
Tað sum eg haldi verða
sera óhunaligt, er at vita at
tann møguleikin er til staðar,
at meirlutin kann missnýta
hesi kunningar skriv til sín
egna fyrimun.
Tað hevði verið uppá sítt
pláss, at sent út til borgaran
hvat punkt 4 og aftursvarið
snúði seg um, og kæruna frá
minnilutanum, og at leggja
eina greiða linju framyvur,
hvat skal og ikki skal standa
í
kunningarskrivunum.
Hetta hevði so havt við
sær, at kunningarskrivini
ikki sóu út sum vóru tey
eitt propaganda amboð hjá
meiriluta Sandskommunu.
Sum ein vanligur meinigur
føroyingur er ein ikki sørt
ørkymlaður, um hvørt ein
skal skriva lond við ”AI” ella
”EI”. UkrAIna ella UkrEIna.
Vit fáa neyvan ukr..nska
landsliðsvenjaran at leggja
høvdið á Blokhin hvørt
vit skulu skriva: UkrAIna
ella UkrEIna. Onkur verjir
”Borg” fyri ”EI”, meðan
annar letur ”Ivan” koma
”AI” til góðar. Tí er tað, at
eg sum ein meinigur maður
spyrji hesar málkønu menn:
eiga vit føroyingar so at stava
vietnamesiska høvuðsstaðin:
HANOY, og ikki HANOI?
Vit úttala jú býin:
”HANOY”. Nú broytti fyrr
verandi suðurvietnamesiski
høvuðsstaðurin navn til
HO CHI MINH BÝURIN
í 1975. So vit føroyingar
sleppa undan at klandrast
um hesin skal skrivast:
SAIGON ella SEIGON. Og
hvussu er við indiska stór
býnum BOMBAY, á føroysk
um má býurin væl stavast:
BOMMBEY‹.
CAPE VERDE OYGGJAR
NAR eita GRØNHØVDA-
OYGGJARNAR á føroysk
um. Eitur oyggjin REUNION
har føroyskur skipari var
fastur í langa tíð so: AFTUR
HITTINGAR-SAMVERA
á føroyskum?? Spennandi
verður at vita hvussu leikur
fer fram í KANUGAR‹I,
sum KIEV eigur at eita
á føroyskum, ella? Og tá
Italia leikar á Tórsvølli
ímóti Føroyum, verður tað
italska ríkissjónvarpsstøðin
RAI, ella REI sum sendir frá
dystinum??
Sandi
Leif W. K.
Mortensen,
Heri
simonsen
Kunningarskriv frá Sandskommunu
Staddur í málsliga, landafrøðiliga meldrinum …