mikudagur 15. mars 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Nr. 53 - 15. mars 2006 11
VIÐMERKINGAR
Fleiri eru og
8 Brug ; fleiri sethús
Vit eru enn á lívi — tillukku! verða reist í ár
JOHAN d ææ:
DALSGAARD |" ' :
Folk yvir 30 skuldu
langt sidani verid deyd,
sigur Johan Dalsgaard,
sum hevur funnid
og leysliga umsett
nidanfyristandandi å
alnetinum
Hetta kan man hugsa um,
um man er eldri enn 30, ti øll
yvir 30 burdu verið deyð.
Sambært dagsins lógar-
smiðum ogskrivstovuveldum
burdu tey av okkum, sum
vóru børn í 40'unum,
50”unum, 60'unum. ja eisini
tíðliga í 70'unum, ikki at yvir-
liva. Barnasengurnar vóru jú
málaðar við blýggjbaserað-
ari máling. Barnasikring var
hvorki á heilivágs-glosunum,
hurðum ella skápum, og tá
vit súkklaðu var tað uttan
hjálm.
Vit koyrdu bil uttan trygd-
arbelti ella airbags, og at
sita aftanfyri í lastini var
praktfult. Vit drukku vatn
úr onkrari slangu á keiini og
oll, born og vaksin, royktu
sum skortsteinar.
Vit ótu breyð við smori,
drukku sodavatn við sukur,
men eingin bleiv tjúkkur,
tí vit vóru altíð úti og
spældu.
Vit heintaðu tyggigummi
upp av vegnum, sum vit
litaðu gron við sýrum, og
funnu ballstubbar, sum vit
royktu. Vit deildu eisini soda-
vatnina við hini og drukku av
somu flosku, uttan at nakar
reint faktiskt doyði av tí. Vit
brúktu tímar til at byggja
kassabilar av skrambli, sum
lá og fleyt, og dronaðu oman
gjognum brekkur við fullari
ferð, fyri síðani at varnast
at vit havdu gloymt at gera
bremsur. Aftaná at verða
dottin, fóru vit í holt við
at loysa tann trupuleikan.
Vit hingu afturúr bilum á
skoytum, fiskaðu á keiðini,
læntu árabátar, róðu uttan
vest, koyrdu knallert og
klatraðu í haganum eftir
hjalpirótum. Vit loyptu og
ótu fligir og kókaðu fiskar í
einari nikkelbaseraðari dós,
og vit duttu á sjógv.
Vit fóru tíðliga út at spæla
og vóru úti allan dagin. Til
langt aftaná at gotuljósini
vóru tendrað, uttan at nakar
kundi fáa fatur á okkum,
tí fartelefon hovdu vit so
ikki.
Onga Playstation, Nin-
tendo 64 ella X-box, onki
sjónvarp ella parabol, video/
DVD, souround-sound,
mobil, PC'ara ella Internet.
Men vit hovdu vinir
og fóru út at leita eftir
teimum!
Vit dottu, skóru okkum,
brutu armar ella bein, mistu
tenn og bladdu, men ongin
bleiv saksoktur fyri tað. Tað
vóru bara óhapp. Ongin ann-
ar fekk skuldina — bara vit
sjálvi. Vit bardust, blivu gul
og blá og lærdi at koma yvir
tað.
Vit funnu upp á spol
við pinnum og bóltum og
blikkum, og vit ótu gras og
mold og brendu bál. Sjálvt
um vit vórðu biðin um at
ansa eftir, vóru tað ikki nógv
eygu sum blivi stungin út, og
grasið vaks ikki í búkinum.
Vit súkklaðu og fóru inn
til hvann annan. Onkuntið
bankaðu vit uppá og runnu
avstað, og onkuntíð bankaðu
vit uppá og fóru inn og
snakkaðu við í tí, sum tey
snakkaðu um.
Summir næmingar dugdu
ikki líka væl sum hinir og
so dumpaðu teir og máttu
ganga um aftur.
Men nú eru vit oll blivin
vaksin og tora at fara í holt
við eina avbjóðing. Hetta
ættarliðið hevur fostrað
nakrar av teimum bestu pro-
blemloysarunum og investor-
unum nakrantíð. Tey síðstu
50 árini hava verði ein
eksplosión av nýskapan og
nýggjum hugskotum. Vit
hovdu fríheit, fiasko, succes
og ábyrgd. og vit lærdu at
fyrihalda okkum til alt tað.
Og tú ert ein av teimum,
tillukku við tí!!!
Fortel hettar fyri ødrum
sum upplivdu tað stóru eydn-
una at vaksa upp sum barn,
áðrenn lóggevandi valdið
og aðrir myndugleikar regu-
leraðu lívið fyri okkara egna
besta...
Tað góða lívið var okk-
ara!!!
Ivast um Hoyvíkarsáttmála
Sjálvsstýrisflokkurin
sigur seg ivast stórliga
um tilgongdina
í samband við
Hoyvíkssáttmálan
TÍÐINDASKRIV
frá sjálvstýrisflokkinum
Sjálvstýrisflokkurin ivast
stórliga um tilgongdina í
samband við Hoyvíkssátt-
málan. Talan eru um sera
orkymlandi framferð, har
landsstýrið við logmanni
á odda fyrst kunngerð sátt-
mála, ið logtingið ikki hevur
havt stórvegis ávirkan á.
Síðani tekur ivi seg upp, um
hesin sáttmáli skal setast í
gildi við logtingsssamtykt
ella við logtingslóg. Eftir
nevndarviðgerð í fleiri mán-
aðar, ið lítið frættist frá, skulu
fleiri lógir broytast í óðum
verkum, tí tær moguliga
stríða ímóti sáttmálanum.
Tað tykist, sum íslendsk
áhugamál nú stýra foroyskari
lóggávutilgongd, heldur enn
at viðgerðin fer fram mál
fyri mál, har bæði foroysk
og íslendsk sjónarmið verða
hoyrd.
Sjálvstýrisflokkurin vil
hava fulla greiðu á málin-
um, áðrenn flokkurin kann
samtykkja sáttmálan og
tær mongu skundaðu lógar-
broytingarnar.
Logmaður má koma við
noktandi frágreiðing um
hesi viðurskifti:
Ósemja um sáttmálan: Er
ósemja ímillum Ísland og
Fo 6royar um sáttmálan og
hvorjar lógir skulu broytast
í londunum báðum?
Loysn á ósemjum: Hví
verður mogulig ósemja við
Ísland og spurningar um
ósamsvar millum sáttmálan
og faroyskar lógir ikki logd
fyri felagsnevndina ($ 8) í
sáttmálanum) ella ráðið ($
9) eftir at sáttmálin er sam-
tyktur?
Islendska mannagongd-
in: Hvussu hava íslendskir
myndugleikar samtykt sátt-
málan, og eru íslendskar
lógir broyttar samsvarandi
sáttmálanum?
Foroysk áhugamál: Hev-
ur landssstýrið tryggjað sær,
at faroysk vinnuáhugamál
eru hoyrd bæði í samband við
faroyskar lógarbroytingar
og í samband við íslendskar
handilsforðingar, ið kunnu
grunda foroysk krov um
íslendskar lógarbroytingar."
Frændafundir í bók
Fyrilestrarnir, sum
vórðu hildnir á
ráðstevnu í Reykajvík
fyri tveimum árum
síðani, eru nú komnir
út í bók
ÚTGÁVA
tíðindaskriv
Bókin Frændafundur 5 er
útkomin. Innihaldið í bókini
er teir fyrilestrar, sum vórðu
Sig tína meining
hildnir í Reykjavík 19. og
20. juni í 2004. Tað vóru
Heimspekideild Háskóla
Íslands og Fróðskaparsetur
Foroya, sum skipaðu fyri
hesi ráðstevnu, sum var
tann fimta ráðstevnan í hesi
rødini. Tær verða hildnar
til skiftis í hesum báðum
londum. Meginparturin av
fyrilestrunum, sum verða
fluttir á tílíkum ráðstevnum,
hevur stoði í rannsóknum,
sum granskarar í báðum
londunum hvor í sínum lagi
fáast við. Evnini, sum fyri-
í Sosialinum
lestrarnir í hesi bók snúgva
seg um, eru fjolbroytt, t.d.
trúarmál, soga, landbúnaður,
bókmentir og alnetið.
Flestu evnini eru sædd
bæði úr einum íslendskum
og foroyskum sjónarhorni.
Enskur samandráttur er síðst
í hvorji grein.
Ritstjórnað bókina hava
Magnús Snædal og Anfinnur
Johansen.
Tær foroysku greinirnar
eru hesar:
Poul F. Guttesen: Dópur;
samfelag og samleiki.
, Malan Marnersdóttir:
Ísland og íslendingar í for-
oyskum skaldskapi.
Turið Sigurðardóttir: Leik-
lutur Føroya í íslendskum
bókmentum.
Firouz Gaini: Ung, mentan
og alnót í útjaðaranum.
Hans Andrias Solvará:
Hugmyndafroðilig rák í For-
ovum og Íslandi frá 1850 til
1914 — ein samanbering.
Gunnar Bjarnason: Seyða-
ljóðirnar:
Oli Olsen: Sigling og út-
búgving I — frá landnámi til
okkara dagar.
Gestur Hovgaard: Stovnar
og nýskapan á norðurleiðum:
Tvorvísindalig rannsókn á
leiklut kommunanna í ný-
skapan.
Beinta í Jákupsstovu: Leik
og lærd, vitan og vald. Um
siðvenju hjá íslendskum og
Jføroyskum mammum at hava
born á brósti.
Bókin fæst í bókabúðunum
fyri kr. 225.
Vestmanna: Fríggjadagin
í farnu viku vórðu enn
eini sethús reist í útstykk-
ingini í Vestri ovarlaga í
bygdini.
Sum skilst verða hesi
ikki tey einastu og sein-
astu í ár í Vestmanna.
Væntandi verða fleiri hús
bygd í hesum árinum, tí
útskrivað eru longu fleiri
onnur byggiloyvi til sethús
í hesi útstykkingini.
Ur Vestmanna komm-
unu verður upplýst, at
solan av grundokjum hev-
ur gingið avbera væl, síð-
ani kommunan í fjor bein-
leiðis lýsti eftir keyparum
til stykkini.
— Enn eru nokur eftir,
og vónandi verða nokur
seld afturat í ár, verður
sagt.
sb.
Ein konsert
fyri tey ungu
Fuglafjorður: Leygar-
kvöldið í næstu viku verður
aftur hovið hjá teimum
ungu tónleikahugaðu at
fara til konsert í Ment-
anarhúsinum í Fugla-
firði.
Tað eru tey ungu innan
Heimamissiónina, sum
aftur hesaferð skipa fyri
konsertini, har tríggir
tveir bólkar og eitt kór
fara at luttaka.
Luttakarar á konsertini
verða kórið Vox, umframt
bólkarnar Proclaim og ein
nýggjur bólkur úr Vágum.
Hann er so mikið nýggjur
at hann enn einki navn
hevur fingið!
Umframt framforsl-
urnar av tónleiki verða
somuleiðis víst nokur
videoclip í steðginum
millum bólkarnar, eins og
har verður andakt hildin.
sb.
Lítil útlendsk
veiða í februar
Fiskiveiða: Y virlitið yvir
útlendska veiðu í for-
oyskum sjógki í februar
mánaði vísir, at bert skip
úr fýra londum hava roynt
her.
Ialt hava norsk skip
roynt í okkara sjógki í
71 dagar, meðan fronsk
skip vóru her í 69 dagar.
Hinvegin so hava tey russ-
isku verið í faroyskum
sjóoki í 37 dagar og bretsk
í 33 dagar.
Ialt hava hesi fiskiforini
veitt góð 2.000 tons,
harav meginparturin
— ikki óvæntað — er svart-
kjaftur.
sb.