Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 53 - 15. mars 2006 – Stýri felagsins vil harðliga mótmæla tí ósakligu viðger ið kommunur og kommunupolitikkarar fáa á Føroya løgtingi, sigur Føroya Kommunufelag í tíðindaskrivi Landsskatturin er lækk­að­ur støðugt síðani 1995. Sam­ stundis er komm­unuskattur­in vaksin. Hetta vóru boðini frá Jørgin Niclasen løgtingslimi av løgtingsins røðarapalli 8 mars 2006. Tí ynsktu fleiri tinglimir, at hvør einstakur borgari á sínum lønarseðli sá, hvat viðkomandi skuldi gjalda í ávíkavist kommunu- og landsskatti. Føroya Kommunfelag hev­ur als einki ímóti at tann einstaki sær hvussu lut­fall­ið er ímillum komm­ unu- og landsskatt. Tað skal tó viðmerkjast at all­ir borgarar í dag í síni sjálv­ uppgávu síggja hvat teir gjalda í ávikavist lands- og kommunuskatti. Men verð­ ur tað mett átrokandi frá landsins síðu, at hetta verður at síggja í mánaðarliga lønar­ seðlinum hjá tí einstaka, so hava landsmynduleikarnir sjálvsagt fullan rætt at nýta pening til eina slíka skipan. Men er tað nú veruligani so, at landsskatturin hevur verið fallandi síðani 1995 og kommunuskatturin vaksandi sama tíðarskeið? Í 1995 vóru samlaðu skatta­ inntøkurnar hjá landið og kommunum 1.418.825.000 kr. Av hesum var lands­skatt­ urin 740.475.000 og komm­ unuskatturin 678.350.000. Tíggju ár seinni, í 2005, var samlaða skattainntøkan hjá landið og kommunum 2.507.797.000 kr. Av hes­ um var landsskatturin 1.382.573.000 Ímeðan kommunu­skatt­ urin var 1.103.899.000. Lutfallið ímillum komm­ unuskatt og landsskatt er sostatt broytt soleiðis: Í 1995 fóru 52 % av goldnu skattakrónunum í lands­­kassan. 10 ár seinni, í 2005 fóru heili 56 % av goldnu skattakrónunum í lands­­kassan. Við øðrum orðum, uppá­ haldi hjá ávísum løg­tings­ monnum um, at komm­ un­urnar taka meira inn í skatti ímeðan landið letur skattalætta, er ikki í samsvar við veruleikan. Fyri at hava eina nøktandi samanbering er eisini neyð­ ugt at hava í huga at landið umframt skatt, tekur inn hóp­ in av peningingi við av­gjøld­ um av ymiskum slag. Onnur avgjøld enn skattur eru vaksin úr góðum 600 mill til omanfyri 1300 mill kr. seinast 10 árini. Ein meir­ inntøka til Landskassan upp á fleiri enn 700 mill kr sein­ astu 10 árini. Ein samlað samanbering av inntøkum hjá landskassa og kommunukassum seinast 10 árini er sostatt. Inntøkurnar hjá kommun­ unum er vaksnar 425 mill kr. seinastu 10 árini, ímeðan intøkurnar hjá landinum eru vaksnar 1.342 mill kr. seinastu 10 árini. Í sama tíðarskeiði hava kommunurnar harumframt yvirtikið uppgávur sum til dømis barnaansing, ein uppgáva sum var fultkomu­ liga missrøkt, men sum komm­unurnar síðani hava dag­ført fyri 100 tals milli­ ónir, soleiðis at vit í dag hava eina vælvirkandi barna­ ansing. At hoyra frá Løg­tings­ limum “at vit lands­politik­ arar skulu liggja og venda hvørjari krónu” ímeðan “Kommunurnar bara stilla skattaprosenti sum teimu lystir” (Citat. Kristian Magnussen), er sera hugstoytt fyri kommunupolitikkarar. At viðgera útskifting av flisum í gongugøtuni í Havn, og at koma til ta niðurstøða at kommunurnar eiga nok av pengum tí Tórshavnar kommunna hevur ráð at skifta flisar, sigur meira um sjónarringin hjá ávísum løgtingsmonnum, enn um fíggjarligu viðurskiftini hjá kommununum. At flyta uppgávur Í 2006 vóru uppgávur fluttar kommununum, eitt nú barna­ vernd og stuðulsfólk á dag­ stovnum, ið kostaðu uml. 55 mill kr,. Hetta merkir at landið ikki skal fíggja hesar uppgávur longur, og tí skal landið ikki longur krevja skatt inn, til at loysa hesar uppgávur fyri. Hinvegin hava kommunurnar samsvarandi yvirtikið upp­gávur sum kosta 55 mill kr. Fyri at kunna fíggja hesar, so er sjálvsagt neyðugt at kommunurnar taka fleiri pengar inn í skatti. Hetta hevur verið sjálvsagt fyri allar partar higartil. At lands­skatturin minkar og at kommunuskatturin kann vaksa samsvarandi upp­gávu­ kostnaðinum av tí upp­gávu ið løgd verður út. Men í Tinginum hósdagin var ta sum fyrr var sjálv­sagt, ikki so sjálvssagt long­ur. Nú var funnist at komm­ unu­politikkarum fyri at hækka skattin, í samband við at kommunurnar høvdu yvirtikið uppgávur fyri 55 mill kr. Ætlanin hjá nøkrum løgtingslimum er eftir øllum at døma, at tá ið øki vera løgd kommununum at umsita so merkir hetta skattalætta. So einfaldur er politikkur tíðanverri ikki. Føroya kommunufelag vil mæla til at viðurskiftini ímillum land og kommunur, og serliga fíggjarligu viður­ skiftini fáa eina sakligari viðger, enn tað viðgerðina vit hoyrdu í Tinginum hós­ dagin. Tað er neyðugt at økini framyvir vera løgt út undir skipaðum viðurskiftum. Komm­unur og land eiga at koma ásamt hvørji øki skulu leggjast út, og í hvørjari rað­ fylgju økini skulu leggjast út. Tað er eisini alneyðugt at farið verður undir at útgreina tørvin á einari fíggjarligari útjavningarskipan ímillum kommunurnar í Føroyum. Orka átti at verið brúkt til at loyst hesar uppgávurnar, heldur enn at brúka tíð uppá einkisigandi kjak. Í Løgtinginum í farnu viku royndu fleiri av lands­ politikarunum at fáa nógv umrødda skattalættan at sýnast størri enn hann er, við at kasta kommununum fíggjarligt ábyrgdarloysi fyri. – Hóast landspolitikarar eyðvitað hava rætt til at halda lítið um síni egnu avrik, fáa teir onki burtur úr at peika eftir kommununum, uttan at fleiri fingrar peika aftur á teir sjálvar. Kommunuskattaprosentið Lat ongan iva vera um, at kommunurnar í KSF taka fult undir við, at størri gjøg­ numskygni verður í skatta­ viðurskiftunum, soleiðis at borg­arin sær, hvat av løn­ini fer í kommunuskatt og hvat fer í landsskatt. Men at tingmenn frá ting­ sins røðarapalli og fyri øll­um Føroya fólki kasta komm­ununum fyri at áseta skattaprosent, sum teim­um lystir, og brúka skatta­borg­ arans pening til óneyðugar íløgur, kunnu vit ikki lata tað standa óátalað. Tað er skeivt, tá ting­lim­ ir siga, at komm­unu­skatta­ prosentið er óneyðuga høgt – tvørtur ímóti hava kommunurnar fingið nógv­ ar útreiðslur sendandi frá land­inum á hvørjum ári utt­ an at fáa samsvarandi skatta­ inntøkur við. Í árunum frá 2000 – 2005 hækkaði komm­unu­ skattaprosentið í meðal við 0.5 %, og í hesum tíð­ ar­skeiðinum varð barna­ans­ ingin kommunal burturav, umframt at kommunurnar hava verið noyddar at gera stórar íløgur m.a. í eldraøkið, skúlabygningar, infrakervið og havnir, samstundis sum landið hevur tikið stuðulin til havna- og skúlabygging heilt burtur – fyri bert at nevna nøkur dømi. Harafturat kemur, at botn­ frádrátturin í kommunu­ skattinum er hækkaður við 9.000 kr. frá 2000 til 2006. At landskassans partur av skattainntøkunum er lækk­ aður í mun til partin komm­ unurnar fáa er heldur ikki satt. Kommunurnar pro­sent­ partur av fyri­bils­skatt­in­um er síðani 1996 mink­að­ur 6-7 %, og komm­unu­skatta­trýstið á ein­staka borg­ar­an er minkað við 1 %, meðan tað hjá land­ in­um er vaksið við knapt 3 %. Afturat hesum kemur, at landið støðugt hevur tikið sær fleiri avgjøld. Nýggjar uppgávur og fíggjartørvur Kommunurnar hava síðani kreppuna lagt nógva orku í at gjalda skuld niður, so at tær aftur verða førar fyri at gera neyðugar íløgur, og tað er ikki fyrr enn tey allar seinastu árini, at flestu kommunur eru komnar niður um eina álíkning í skuld. Ímeðan eru fleiri uppgávur lagdar kommununum – dýr­ ar og dýrkandi uppgávur, ikki tí at tær eru blivnar kommunalar, men tí at land­ ið frammanundan hevur røkt uppgávurnar so illa, at økini vóru niðurundirkomin, tá kommunurnar fingu tey; sum dømi kunnu nevn­ ast barnaansingarøkið og barnaverndarøkið. Har­aftur­ at hevur landið nýtt høvið í sambandi við útleggingarnar at skapa fleiri lógarbindingar, og hevur sett nýggj krøv, bæði til støði, til góðsku og onnur krøv, ið gera økini tyngri og dýrari. – Tað er ivaleyst lættari hjá teimum at seta høg krøv, tá rokningin fer í kommunukassarnar. Eitt dømi um, hvussu ábyrgdarleyst og undan­ støkk­andi løgtingslimir fara um skyldur landsins, er eldraøkið: Á eldraøkinum – sum er ein landsuppgáva – hevur landið í nógv ár uppá tað skammiligasta forsømt at útbyggja ellis- og røktarheim. Heldur enn at taka uppá seg at gera skaðan góðan aftur, tvinga landspolitikararnir nú kommunurnar at fíggja helvtina av tí, sum tað kostar at byggja eldraøkið út. Hóast kommunurnar ikki eiga upp­ gávuna, verða tær meira ella minni noyddar at fíggja helvtina av útbyggingini fyri landið, tí ongin útbygging yvir høvur verður framd í teimum økjunum, har komm­ unurnar ikki spæla við – og so sleppa tær annars at eiga niðurpínda økið við høvd og gørnum, tá landið um nøkur ár leggur økið út á kommunurnar. Onnur dømi eru bóka­søvn­ ini og forsorgarøkið. Tí er tað heilt burturvið, tá landspolitikarar siga, at kommunurnar ikki fíggjar­ stýra, ella at tær taka meira inn av skattapeningi enn brúk er fyri. Kommunurnar fíggjarstýra, men tað er sera trupult, tá landið á hvørj­um ári í desember, tá landspolitikarar telva um fíggjarlógina, flytur nýggjar útreiðslur á kommunurnar – sum oftast eftir at freistin fyri at leggja kommunalu fíggjarætlanirnar er farin. Kommunurnar hava ikki møguleikan at lata onkran annan fáa svartaper fyri at fáa tað at sýnast sum um, at roknistykkið hongur frægari saman, enn tað ger. Lovaði skattalættin hjá landsstýrinum Tá fíggjarmálaráðharrin í tinginum segði, at út­reiðsl­ urnar hjá kommununum bert vóru 50 mió kr. fyri økini tær fingu at umsita 1. januar 2006, so er heldur ikki tað satt. Á fundi í fíggjarmála­ráð­ num 11. november í 2005 vórðu fíggjarmálaráðharrin og formenninir í komm­unu­fe­ løg­un­um samd um, at fíggjar­ tørvurin hjá kommununum í sambandi við yvirtøkuna av barnaverndarøkinum kost­ ar kommununum 39 mió kr. í 2006, og stuðlarnir í dagstovnunum 13 mió kr. Tilsamans 52 mió kr. Umframt hetta flutti lands­ stýrið kommununum út­reiðsl­ ur til umsorgararbeiði á eldra­ økinum á 2,6 mió kr. og 1,7 mió kr. fyri fólkabókasøvn. Tilsamans góðar 56 mió. kr., svarandi til 1,1 skatta­ prosent. Partarnir vóru eisini samd­ ir um, at hækkaði botn­frá­drátt­ urin hjá kommunum á 2.000 kr. kostar kommununum slakar 13 mió. kr., sum er uml. 0.25 skattaprosent aft­ urat teimum 1,1 %. Umframt tað álegði lands­ stýrið øllum pørtum á arbeiðs­ marknaðinum meirútreiðslur til barsilsskipanina – fyri kommunurnar merkir tað uml. 1,8 mió kr. Hetta er tilsamans 72 mió kr. Lovaði skattalættin hjá landsstýrinum á 60 mió kr. minkaði sostatt við góðum vilja niður á 18 mió kr., og varð borðreiddur í eini lítið gjøgnumskygdari løg­ tingslóg at fjala útyvir, at so var. Skuldu kommunurnar tik­ið sær fult endurgjald, var tørvur á eini hækking í komm­unuskattinum á 1,4 %. Nei, landspolitikarar hava avgjørt onki at kasta komm­ ununum fyri á fíggjarliga økinum: Kommunurnar gjalda sína skuld niður í stór­um, samstundis sum tær av neyð bera part av byrð­uni fyri landið, meðan landspolitikararnir lata stór øki liggja í órøkt, samstundis sum teir við hallinum á fíggj­ arlógini senda rokn­ingina fyri væntandi raðfestingar til framtíðar skattgjaldarar. Kommunufelagið mótmælir harðliga ósakligari viðgerð Eingin er fullspottaður fyrr enn hann spottar seg sjálvan Føroya Kommunu­felag Rodmundur Nielsen, formaður, borgarstjóri í Runavík Heðin Mortensen, næstformaður, borgarstjóri í Tórshavn Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri Kristin S. Bech, borgarstjóri í Vági Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík Fyri lima­kommun­urnar í Komm­unu­sam­skipan Føroya