mikudagur 15. mars 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 15. mars 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Karl
Mortensen,
Toftalíð í Vági, andaðist
grækarismessudag, 70
ára gamal.
Jonhild
Henriksen
í Gerðum, Klaksvík
andaðist mánakvøldið á
Norðoya Røktarheimi,
90 ára gomul.
Herdis Debes, ættað
frá Gjógv, búsitandi
í Keflavík, andaðist á
sjúkrahúsinum í Keflavík
leygardagin 11. mars, 67
ára gomul.
Kistan
við
Onnu
Mariu Nystrøm fer
úr landssjúkrahúskap
ellinum mikudagin kl.
15 til Dúgvuna kl. 17.
Jarðarferðin verður úr
Betesta hósdagin kl.
13.30. Tey ið vilja minnast
Onnu Mariu kunnu lata
eina peningagávu til
barnalegurnar á Austjørn.
Konto
í
Norðoya
Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
Tað hevur allar tíðir verið
tætt
samband
millum
grannabygdirnar Funning
og Gjógv. Bygdirnar vóru
felags um Funnings kirkju,
til kirkja kom við Gjógv í
1929. Kirkjugarðurin við
Gjógv kom tó í 1919, so
fyri ta tíð hava allar kirkju
ligar handlingar verið í
Funningi.
Tað gekk alt fyri seg í Funn
ings kirkju: Barnadópur,
konfirmatión, brúðarvígsla,
jarðarferð, altargongd og
vanlig kirkjugongd.
Henda kirkjuliga støða
hevði m.a. tað við sær,
at hvørt hús við Gjógv
hevði eitt fast tilhaldshús í
Funningi.
Har skuldi skiftast á
nýføðinginum og klæðast
til dópshandlingina – har
skuldi brúðarparið klæðast
til vígsluna – har skuldi skift
ast til gongutúrin bygdanna
millum, tí ikki bleiv gingið
í altarsklæðum í vánaligum
líkindum.
Hjá okkum Heimi í Horni,
við Gjógv, var tilhaldshúsið
hjá Óla hjá Sissali og Lenu
í Hoygarðinum.
Viðmerkjast má eisini,
at tilhaldshúsini eisini
vóru dúgliga vitjað, eftir
at kirkja kom til Gjáar, so
vit Heimi í Horni – líka
sum øll onnur gjáarfólk
– trúliga hildu henda góða
og gamla kennskapin við
líka. Blíðskapur og trúfesti
myndaðu framvegis hvørja
einastu vitjan.
Men so kom vegasamband
bygdanna millum fyrst í
sekstiárunum – alt gott um tað
– men við vegasambandinum
gjørdist tíverri munandi
longri millum vitjanirnar,
og nú situr tú nærmast bara
eftir við teimum góðu minn
unum.
Tað vóru sjálvsagt ikki
øll, ið av elli og øðrum veik
leikum, settu seg føran fyri
at fara tann langa vegin til
Funnings í kirkju. Kortini
royndu tey at ragga sær
heim undir Kirkjustein á
Hóvabrekku – haðani Funn
ings kirkja sæst – soleiðis at
hvør í sínum lagi fekk eina
stilla stund undir steininum,
lítandi at kirkjuni.
Pyntisteinur við Gjáar
portrið (á bygdargarðinum
í Funningi) má eisini fáa
nøkur fá orð, tí við henda
steinin skiftu summi skógvar
og hampaðu seg, áðrenn tey
settu beina kós í kirkjuna.
Kirkjugangskonur o.a.
Í Funnings kirkju er stólur í
forkirkjuni, sum var ætlaður
kirkjugangskonunum. Hevði
kona føtt barn, setti hon seg í
henda stólin, og har sat hon,
til alt hitt kirkjufólkið hevði
sett seg í kirkjuni. Síðani
kom prestur út eftir henni
og leiddi hana inn í sín fasta
stól.
Í Gjáar kirkju er eingin
kirkjugangsstólur,
men
Jóhanna í Geil, frá Gjógv,
segði mær, at mamma
(Anna Sofía) hevur verið
einasta kirkjugangskona í
Gjáar kirkju, og var hetta
í sambandi við, at eg var
føddur 20. februar 1929.
Í hesum sambandi má eg
eisini nevna, at eg eri fyrsta
barn, ið er doypt í Gjáar
kirkju.
Sum dømi um, hvussu
skjótt tey gomlu vildu hava
barnið doypt, fari eg at
enda at skoyta uppí, at Poul
Jóhannes, elsti bróðir mín,
ið var føddur 20. august í
1920, longu fór til dópin í
Funnings kirkju 27. august
– eina viku gamal – so tað
kom ikki so sjáldan fyri, at
dópsbarn frá Gjógv fekk
mjólk frá funningskonu, ið
sjálv hevði barn á brósti.
Hans Edvard Joensen,
við Gjógv
Tilhaldshús hjá gjáarfólki í Funningi
Húsini hjá Fridu og Villa. Aftan fyri hómast húsini hjá Elly
Tíðindaskriv
Føroya Ferðaleiðarafelag
hevur havt aðalfund og
tey, ið nú mynda nevndina
eru: Arnold Eyvindsson,
formaður, Haldane Joen
sen, næstformaður, Hilda
Thomsen, skrivari/kassa
meistari
Tiltakslimir eru Karin
Andreasen og Ólavur Poul
sen
Føroya Ferðaleiðarafelag
er felag fyri føroyskar
ferðaleiðarar. Vit arbeiða
fyri ferðasmiðir, kunningar
stovur, virkir og onnur.
Eisini fyritøkur og skúlar,
ið fáa vitjan uttaneftir
ella gera eina útferð fyri
starvsfólkið, brúka ferða
leiðarar. Tað kemur eisini
fyri at privatfólk senda boð
eftir okkum. Vit gera ikki
bert útferðir í bussum, men
eisini gongutúrar, fiskitúrar
og vísa runt inni á søvnum.
Felagið hevur í løtuni 55
limir og kunnu vit veita
tænastu á nærum øllum
evropeiskum málum og
innan øll áhugamál, so sum
náttúra, fuglar, plantur o.a.
Avgjørt er at halda altjóða
ferðaleiðaradagin flaggdagin
25.apríl.
Aftaná flaggdagshaldið
á Vaglinum í Havn verða 3
ymiskir túrar við ferðaleiðara,
hvør umleið 1 tíma:
Frá Gamla Bókhandli út í
Tinganes
Frá standmyndini
(Nólsoyar Páll) í Vágsbotni
í vesturbýin
Av Kongaminni oman á
Kongabrúnna, ”I kongens
fodspor”
Vit vóna at nógv fara at nýta
hetta høvi at hoyra meira um
Havnina.
Arnold formaður fyri ferðaleiðarar
Lag: So rótleyst er sinni títt, altíð á ferð
Tað nyttar ei longur at banka uppá,
tað svarar tær eingin har innanífrá.
Tað nyttar ei heldur, um dunk gerast stinn,
tú fært ikki svarið: “Vælsignað, kom inn!”
Tá Lena bleiv eldri, hon fór heimanfrá
– yvir til Elly – og vit aftaná.
Tað var eingin broyting, har heimhiti var.
Ja, minnini dvølja við báðar tvær.
Tá tær vóru farnar, vit fóru um veg,
inni hjá Fridu tú væl kennnir teg,
hon prátar og stákast, til vatn kókað er,
og kaffi og kakur á borðið ber.
Nú hvíla tær allar í moldum í frið –
og Óli og Jákup og Viljormur við.
Gud gev os at samlast í Guds himla sal,
og hoyra Gud siga: “Vit kennast jú væl!”
Við Gjógv um grækarismessuleitið 2006.
Hans Edvard Joensen
Góð gomul minnir
úr Funningi
Hans Edvard
Joensen á trappuni
við húsini hjá Óla
hjá Sissal og Lenu,
sum vóru fyrstu
tilhaldshús hjá
teimum Heimi í
Horni
Dagurin í morgin
16. mars. Gudmundur, deyður í 1237. Biskupur á
Hólum í Íslandi. Fyri undirgerðir, sum hendu við grøv
hansara, varð hann skírdur halgimenni. Norrønt navn, ið
merkir Guð og verndari.
Arnold Eyvindsson, formaður í Føroya Ferðaleiðarafelag