mikudagur 15. mars 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 53 - 15. mars 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fríggjadagin 3. mars
var almenn móttøka
í R.C. Effersøesgøtu
30 í Havn í sambandi
við at Kommunu
samskipan Føroya
og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag
Føroya vóru flutt í
nýggj hølir og Barna
verndarstova Føroya,
sum heldur til í sama
bygningi, varð sett á
stovn
Móttøka
Myndir: Jens Kristian Vang
Eftir at hava hildið til í Lucas
Debesargøtu í Havn í nøkur
ár eru Kommunusamskipan
Føroya og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya
flutt í nýggj hølir í R.C.
Effersøesøtu saman við
Barnaverndarstovu Føroya.
Rodmundur
Nielsen,
borgarstjóri í Runavíkar
kommunu, hevði eina fram
løgu har hann m.a. segði
frá søguni um teir tríggjar
stovnarnar, sum nú halda til í
snotiligt innrættaðu húsunum
í R.C. Effersøesgøtu, sum
eru bygd um til endamálið.
Jacob Vestergaard landsstýr
ismaður helt eisini røðu
undir móttøkuni.
Kommunubólkurin, seinni
býarfelagið, var stovnaður í
1992. Endamálið var fyrst
og fremst at finna eina loysn
á skuldarspurninginum hjá
kommununum. Formaður
var Páll Vang, borgarstjóri
á Tvøroyri. Limir vóru
borgarstjórar í størri komm
ununum.
Tað vóru góðu royndirnar
av óformliga samstarvinum
um býarfelagið, ið gjørdu,
at Klaksvíkar og Runavíkar
kommuna við Jógvani við
Keldu og Jákupi Lamhauge
á odda tóku stig til at skipa
KSF, hetta var formliga
uppá pláss í 1999. Havnin,
Tvøroyri, Fuglafjørður og
Vágur, sum eisini høvdu
verið í býarfelagnum,A
avgjørdu at fara við í KSF
Eitt av aðalmálunum var,
at kommunurnar skuldu vera
ein konstruktivur viðspælari
í at smíða lógir og í øðrum
samfelagsbroytingum. Eitt
annað var at arbeiða fyri at
fáa uppgávur og kvalifiseraði
størv út til kommunurnar, og
harvið menna øll økini kring
landið.
Fysti skrivarin í KSF
var Kári Thorsteinsson
(2001-2002), síðan var
tað Halla Hansen, ið var
skrivstovufólk í 2002. Síðan
2003 hevur Ingibjørg Berg
verið leiðari, og Bárður Lar
sen hevur verið settur sum
løgfrøðisligur ráðgevi frá
2005.
Barnaverndarstova Føroya
var stovnað í einum sáttmála
millum kommunufeløgini.
Formenninir í kommunufel
øgunum hava evstu ábyrgd.
Kommunala
arbeiðs
gevarafelag Føroya varð sett á
stovn við avtalu millum bæði
kommunufeløgini. Felagið
hevur egnar viðtøkur og
sína egnu nevnd við trimum
umboðum úr hvørjum felag.
Heðin Mortensen, borgarstjóri
í Tórshavn er formaður og
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í
Sandavági er næstformaður.
Rodmundur Nielsen endaði
framløguna við at siga:“ Vit
síggja okkum sjálvi sum
viðspælarar í einum stórum
samfelagsliði, har vit saman
við landsmyndugleikum og
øðrum felagsskapum arbeiða
fram ímóti sama máli – At taka
rættar avgerðir, so Føroyar
verða eitt gott land hjá okkara
fólki at búleikast í”.
Móttøka fyri trimum stovnum
Fríggjadagin 3. mars var almenn móttøka í R.C. Effersøesgøtu
30 í Havn
Eyðun á Lakjuni, býráðslimur í Fuglafirði, Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Jacob Vestergaard
landsstýsismaður heldur røðu
Nógv fólk vóru til móttøkuna hjá teimum trimum stovnunum. Fremst á myndini er Boje
Christensen, borgarstjóri í Kvívík
Katrin Dahl Jacobsen, býráðslimur, og Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Ingibjørg Berg
aðalskrivari hjá Kommunusamskipan Føroya
Frá móttøkuni, fremst á myndini er Anna Dam, leiðari á
Barnaverndarstovu Føroya