Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 53 - 15. mars 2006 Býráðslimirnir, Tór­ fríður Abrahamsen og Signar á Brúnni, undrast yvir manna­ gongdina hjá fíggjarnevndini í Fuglafjarðar komm­ unu í sambandi við oljubryggjuna, sum býráðið samtykti herfyri. Teir halda, at fíggjarnevndin við sínum tilmæli tekur sær rættindi, hon ikki eigur, og tað kann skapa óheppið fordømi, siga teir Havnabygging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Eftir at Sosialurin herfyri umrøddi málið um útbygging av Fuglafjarðar havn, eru tað mong, sum spyrja, hvørja arbeiðsgongd Fuglafjarðar býráð hevur nýtt. Ilt er hjá vanliga borgaranum at skilja, hvat veruliga er farið fram í hesum máli. Tað siga býráðslimirnir í Fuglafirði, Tórfríður Abra­hamsen og Signar á Brúnni, sum hava vent sær til blaðið. Teir eru báðir limir í havna­ nevndini. Minnilutauppskot Herfyri samtyktu fimm av níggju býráðslimum í Fuglafirði eitt minni­ luta­uppskot hjá Dánjali Vang, býráðslimi og havna­ nevndarlimi, um at gera eina 70 metrar langa oljubryggju sunnanfyri Ennibryggju í Fuglafirði. Meirilutin í havnanevndini, Tórfríður Abrahamsen og Signar á Brúnni, mæltu hin­veg­in til at leingja Enni­ bryggjuna heimeftir. Í triðja lagi mælti Jón N. Olsen til at gera eina bryggju millum Fóðurbryggjuna og Ennibryggjuna. Tey, sum atkvøddu fyri uppskotinum hjá Dánjali, vóru Sigurd Simonsen, Elisa­beth Eldevig, Eyðun á Lakjuni, Jan Toftegaard og uppskotsstillarin sjálvur. Tórfríður Abrahamsen, Signar á Brúnni og Jón N. Olsen atkvøddu ímóti – og Petur Abrahamsen atkvøddi blankt. Uppskotið hjá meiri­lut­ an­um í havnanevndini fall soleiðis burtur. Løgin mannagongd Tórfríður Abrahamsen og Signar á Brúnni undrast yvir mannagongdina í hesum máli. – Tá ið havnanevndin ar­beiddi við málinum um út­bygging av Fuglafjarðar havn, vóru fleiri fundir hildn­ir, og nevndin var samd um at rættast var at byggja atløgupláss frá Enni­bryggjuni og heimeftir – í mesta lagi einar 100 metrar. Teir siga, at við hesi loysnini hevði Fuglafjørður fingið eina frálíka atløgubryggju upp á 158 metrar, har fleiri skip samstundis kundu lagt at, bæði til at bunkra og leggja fisk upp. – Figgjarnevnd býráðsins viðgjørdi somuleiðis málið og skuldi taka sær av tí fíggj­arliga partinum. Tað gjørdi hon, men hon gjørdi eisini tað mistak, at hon fór at viðgera spurningin um, hvussu byggjast skuldi. Tórfríður og Signar siga, at fíggjarnevndin enn­ tá kom við tilmlæli um havna­byggingina til býráðs­ fundin. – Á fundinum gjørdu vit vart við hesi viðurskifti, og úrslitið gjørdist, at málið varð beint aftur í havnanevndina Broytti støðu Teir siga, at tað, sum síðan hendi, var, at tann eini havna­ nevndarlimurin, Dánjal Vang, broytti støðu og mælti til at samtykkja uppskotið, sum fíggjarnevndin mælti til. – Tá ið málið síðan kem­ ur aftur á býráðsfund, verð­ ur fyrst atkvøtt um broyt­ ingaruppskotið hjá minni­ lut­anum, Dánjali Vang, ið er sama uppskot, sum fíggj­arnevndin legði fram. Úrslitið er, at uppskotið fær fimm atkvøður og verður sam­tykt. Tórfríður Abrahamsen og Signar á Brúnni halda tað sjálvandi vera í lagi, at ymiskar áskoðanir eru um loysnir. – Men tað er ikki í lagi, tá ið ein fíggjarnevnd tekur sær rættindi, sum hon eftir okkara tykki ikki eigur. Hetta kann gerast fordømi – og í framtíðini kann fíggj­ ar­nevndin soleiðis avgera lagnuna hjá hvørjum máli, um tað hóvar henni, vísa Tórfríður Abrahamsen og Signar á Brúnni á. Býráðslimir í Fuglafirði undrast: Fíggjarnevndin kann avgera øll mál Í hesi greinini fara vit at lýsa ein part av tí umrøðu, sum verið hevur í havnanevndini hjá Fuglafjarðar kommunu um havnabyggingina, sum er umrødd í greinini omanfyri Havnabygging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo 27. februar 2006 var mál­ ið um útbygging av havna­ lagnum til viðgerðar á bý­ráðsfundi í Fuglafirði. Á hesum fundi mæltu limirnir í havnanevndini til, at málið fór aftur í havnanevndina, tí nýggir upplýsingar vóru í álitinum hjá fíggjarnevndini, sum limirnir í havnanevndini ikki vóru kunnaðir um. Málið var til viðgerðar í havnanevndini á fundum, sum vóru 7., 9. og 27. febru­ ar 2006. Samd nevnd Í tí fyrra álitinum, sum varð lagt fyri býráðið, mælti ein samd havnanevnd til, at bygt varð frá Ennibryggjuni og 100 metrar heimeftir, so­leiðis at samlaða atløgu­ bryggjan bleiv 158 m. long. Nevndin metti, at hetta hevði skapt góðar umstøður at veita góða tænastu til stór framtíðarskip. Undir nevndarviðgerðini vendi havnanevndin sær til havnameistaran og havna­ fútarnar, ið munnu vera teir, sum eru best egnaðir at taka dagar ímillum, hvør loysn er tann besta. Hesir høvdu eina púra greiða støðu, sum teir eitt nú lýstu soleiðis: “At gera eina tungolju­ bryggju sunnanfyri núver­ andi Bergfrostbryggju, er sjálvandi ein møguleiki, men tann bryggjan verður ikki nóg mikið nýtt av skipum í mun til ta íløgu, sum tað kostar at byggja hana. Tað er sera strævið at taka í móti stórum skipum til hesar molar, tí endarnir mugu verða langir inn á land, bæði aftan og framman. Annað, sum eisini ger seg galdandi er, at um vit skulu ímynda okkum at fáa fleiri útlendsk skip at koma inn higar, eru skipararnir ikki so glaðir fyri hesar stuttu molar. Skulu vit satsa upp á hes­ ar molar, mugu vit útvega okkum tveir 2 sleipi/ trýsti­ bátar fyri at leggja hesi skip til bryggju...” Tveir partar Meirilutin hesaferð, Tór­fríð­ ur Abrahamsen og Signar á Brúnni, halda hetta vera skilabestu loysnina, tó við tí ískoyti, at aftratbyggingin í mesta lagi verður 100 metrar. Meirilutin (Tórfríður Abra­ hamsen og Signar á Brúnni) heldur fast við tað uppskot, ið ein samd havnanevnd legði fram á fyrsta sinni um at leingja Ennibryggjuna heimeftir við umleið 100 m. Minnilutin (Dánjal Vang) mælir til, at nýggj serstøk oljubryggja upp á í mesta lagi 63 m. verður gjørd norð­ uri á Enni, niðan fyri kom­ andi tungoljutangar fyri ein kostnað, sum í mesta lagi verður 12,5 mió krónur. Á býráðsfundi í Fuglafirði herfyri varð so uppskotið hjá minnilutanum (Dánjali Vang) samtykt, meðan uppskotið hjá meirilutanum (Tórfríði Abrahamsen og Signari á Brúnni) fall burtur. Eftir avgerðina um, hvar og hvussu oljubryggjan í Fuglafirði skal byggjast, hevur spurningurin tikið seg upp, hvørt leikluturin hjá fíggjarnevndini ikki er vorðin ov stórur – og skeivur Tilmælið um havnabyggingina í Fuglafirði