Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 15. mars 2006 17 UTTAN ÚR HEIMI Hamas hevur svorið at hevna ísraelska álopið á fongslið í Jeriko, og PFLP hóttir við at avrætta tríggjar útlendskar gíslar Miðeystur Árni Joensen fartekst@mail.dk Ísraelski herurin tók í gjár formannin í palestinska fe­lagsskapinum PFLP, Ah­med Saadat. Hann og nakrir av viðhaldsmonnum hansara sótu í einum fongsli í Jeriko á Vestara Áarbakka, men ísraelsmenn kravdu at fáa fatur á honum. Við hjálp frá stríðsvognum og tyrlum kringsettu her­ menninir fongslið og kravdu, at Ahmed Saadat skuldi koma út. Men tá hann sýtti fyri at gera eftir boðunum, gjørdu ísraelsmenninir av at bróta fongslið niður, samstundis sum ein tyrla skeyt eina rakett inn í fongslið. Minst 40 fangar gjørdu av at fara úr fongslinum, men ikki Ahmed Saadat. Í telefonsamrøðu við sjónvarpið Al Jazeera segði hann, at hann og hansara menn fóru ongantíð at geva seg yvir. Í gjárkvøldið valdi hann kortini at geva seg yvir, men ísraelsku myndugleikarnir hava greitt fingið– at vita, at nema teir eitt hár á høvdi hansara, fer PFLP at svara aftur. – Gera teir seg inn á Saa­ dat ella nakran av monnum hansara, fer jørðin at skelva undir zionistunum, segði talsmaðurin hjá PFLP við sjónvarpið Al Arabiya í gjár­ kvøldið. Ísraelska álopið á fongslið í Jeriko er tað størsta ísra­ elska hernaðarátakið í teim­ um palestinsku økjunum í fleiri mánaðir, og Hamas hevur longu svorið at hevna álopið. Hamas-leiðarin Khelad Meshaal, sum heldur til í Damaskus, hevur sagt, at álopið á Jeriko verður hevnt. PFLP og Hamas finnast samstundis at amerikanarum og bretum. Amerikanskir og bretskir eftirlitsmenn hava havt eftirlit við fongsl­inum í Jeriko, men fáar tím­ar undan ísraelska álop­in­um fóru teir haðani. Bretski uttan­ ríkisráðharrin, Jack Straw, sigur, at eftir­lits­menninir kendu seg ikki nóg tryggar, men PFLP og Hamas vilja vera við, at eftirlitsmenninir fóru úr fongslinum, so ísraels­ menn kundu søkja at tí. Tóku gíslar Í morgun kunngjørdu við­ haldsmenn hjá PFLP, at teir høvdu tikið tríggjar út­lendskar gíslar, eina franska kvinnu, ein mann úr Iran og ein suðurkoreanskan sjón­varpsmann. Í einari kunngerð, sum gísla­rænararnir kunngjørdu, stóð, at teir tríggir gíslarnir verða tiknir av døgum innan 24 tímar, um lond teirra ikki leggja trýst á Ísrael fyri at fáa landið at lata Ahmed Saadat leysan beinanvegin. Slobodan Milosevic fekk javnan annan heilivág, enn læknarnir høvdu givið honum Milosevic Árni Joensen fartekst@mail.dk Líkskoðanin av Slobodan Milosevic vísti, at hann doyði av einum hjartatilburði, men samstundis avdúkaðu blóðkanningar, at hann hevði tikið annan heilivág enn tann, sum læknarnir høvdu sagt, at hann skuldi fáa. Men tað kemur ikki óvart á øll. Keldur í dómstólinum í Haag siga við tíðindastovuna AP, at fongslið hevði fyrr kunnað dómstólin um, at tað kundi veita trygd fyri heilsuni hjá Milosevic, tí hann fekk javnan annan heili­vág og brennivín inn í kliv­an. Keldurnar, sum ikki vilja leggja navn til, siga, at hóast hesar upplýsingarnar frá fongslinum gjørdi dóm­ stólurin einki fyri at steðga tí. Sonur Milosevic, Marko, endurtók í gjár, at pápin fekk ikki ein náttúrligan deyða, men at hann bleiv myrdur. Buddha horvin – Løgreglan og herurin í Nepal leita eftir tí 15 ára gamla Ram Bahadur Banjan, sum hvarv leyg­ar­ dagin eftir at hava hildið til í einum træi síðani tann 17. mai í fjør. Drongurin verður sagdur at hava ser­ ligar gávur, og nógv fólk í Nepal halda, at hann er ein endurføðing av sjálvum Buddha. Buddhistiskir munkar og hinduprestar í Nepal kunn­gjørdu í gjár, at teir hava gjørt av at brúka tríggj­­ar dagar at biðja fyri tí unga dronginum. Mynd­­ug­leikarnir hava sett bæði løgregluna og herin at leita eftir honum, men ein em­bætismaður segði í gjár, at leitingin hevur ver­ ið úr­slitaleys. Síðani Ram Bahadur Banjan setti seg í træið fyri tíggju mánaðum síðani, hava fleiri túsund fólk ver­­ið í frumskóginum og vitjað hann. Men tá fólk komu hagar leygardagin, var hann horvin, skrivar AP úr Katmandu. Krevja nýval í Fraklandi – Í Fraklandi hava stu­dent­ arnir boðað frá stórum mót­ mælisgongum í morgin, og leygardagin fara fakfeløgini at gera tað sama fyri at mót­ mæla einari nýggjari lóg um arbeiðsviðurskiftini hjá teimum, sum koma á ar­beiðsmarknaðin fyri fyrstu ferð. Politiska andstøðan vil heldur ikki vita av lóg­ini og krevur nú, at Jaqu­es Chirac, forseti, skal senda tjóðartingið til hús og skriva út nýval. Fyrr­verandi sosialistiski menta­mála­ráð­harrin Jack lang segði í gjár, at Chirac eigur at gera sum Gerhard Schröder. – Tá hann sá, at veljar­ arnir høvdu vent stjórnini bakið, vildi hann hava ting­ið upploystog nýval. Tað sama eigur forsetin at gera, segði Jack Lang. Men stjórnin í París ætl­ ar sær ikki frá við góð­­um. Dominique de Ville­pin, forsætisráðharri, hev­­ur gjørt púra greitt, at stjórn­ in letur seg ikki ávirka av mótmælunum hjá student­ unum og fakfeløg­unum, og at hann ætlar sær ikki at bakka ein tumma. Løgreglumenn doyggja fyrr – Ein kanning hjá norska løgreglufelagnum vísir, at í meðal doyggja løgreglu­ menn 6,7 ár fyrr enn menn í øðrum størvum. Tey, sum hava gjørt kann­ ingina, halda, at skiftandi arbeiðstíð er ein orsøk, tí tað økir vandan fyri var­andi sjúkum so sum suk­ur­sjúku, krabbameini, hjarta­sjúkum, ovurfiti og strongd. Har­aftur­at elvir skift­­andi arbeiðstíð til sálar­ ligar trupulleikar og vant­ andi sam­band við onnur fólk. Formaðurin í løgreglu­ felagnum í Rogalandi, Arild Sandstøl, sigur við tíðindastovuna ANB, at arbeiðsviðurskiftini hjá løgregluni eru versnað tey seinnu árini. Eitt nú eru umleið 30 prosent færri løgreglumenn á vakt um vikuskiftið nú enn fyrr, og náttarvaktirnar eru serliga strævnar. Arild Sandstøl sigur, at tað einasta, sum kann loysa trupulleikarnar er, at løgreglan fær meiri fólk. Ein film afturat um Elizabeth – Sjónleikakvinnan Cate Blanchett fekk sera góð um­mæli fyri høvuðs­leik­ lutin í filminum um Eliza­ beth I, og nú hevur hon so játtað at spæla sama leiklut í einum framhaldsfilmi um ta kendu ensku drotning­ ina. Tann fyrri filmurin snúði seg um tíðina, tá Eliza­ beth kom til valdið, og um viðurskiftini ímillum hana og Mariu Stuart. Í tí seinna filminum verður sagt frá tí sokallaða gylta tíðarskeiðinum hjá Ong­ landi við Elizabeth við róðr­ ið, men vænt­andi verð­ur eis­ini nom­ið við onn­­ur við­ urskifti. Eitt nú fer filmurin at lýsa viður­skiftini ímillum drotn­ingina og Sir Walter Ra­leigh, sum sambært summ­­um søgumonnum var í song­ini hjá drotningini av og á. Nýggi filmurin hevur fingið heitið ”Elizabeth: The Golden Age”, og upp­tøkurnar byrja í næsta mánað. Fleiri av leikarunum í tí fyrra filminum spæla eisini í tí nýggja. Fekk heilivág og brennivín inn í klivan Hamas lovar hevnd Her hava ísraelsmenn noytt nakrar fangar úr fongslinum í Jeriko. Fangarnir hava latið seg úr fyri at vísa, at teir hava ikki spreingievni uppi á sær Mynd: Reuters