Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 53 - 15. mars 2006 Kvinnurnar eru í stórum meiriluta á stóru Norður Atlantsframsýningini í Ráðhúsinum í Keypmannahavn, ið lat upp fríggjadagin Listaframsýning Orð: Niels Uni Dam myndir: Símun Jóannesarson Fríggjadagin læt listafram­ sýning við 20 føroyskum, 62 íslendskum og 4 grøn­ lendskum listafólkum upp í Ráð­húsinum í Keyp­ mannahavn. Stóri Ráðhús­sal­ ur­in var á trem­ur við lista­verk­ um úr Norðuratlantshavi. Væl vitja fernisering Nógv av listafólkunum og hópin av listaáhugaðum vóru savnaði, tá listafram­sýn­ ingin læt upp. Ment­an­ar­­borg­ arstjórin í Keypmannahavn bjóðaði vælkomnum og segði seg gleðast almikið um at fáa vitjan av trimum bróðurtjóðum úr Norður Atlantshavi. Hann hugleiddi um stóra tilknýtið millum Keypmannahavn og føroysk, íslendska og grønlendska fólki. Um Bryggjuna, ið hevði verið lívlinjan norðureftir, og sum aftur í okkara, var vorðin ein miðdepil fyri sam­bandi við hesi lond, nú á ment­anarliga økinum. Hann gleddist eisini um alla list­ina, ið soleiðis pynt­ aðu Ráðhússalin og Ráð­ hús­ini, ið sjálvi vóru eitt lista­verk. Geertsen helt, at samanumtikið spældi náttúr­ an ein stóran leiklut í hesum listaverkum, og at tað hann kendi til Norður Atlantslist, so var hetta eisini eyðkenni við henni. Keypur bankar meðan konan skapar list Borgarstjórin í Reykjavík Steinunn Valdís Óskarsdóttir helt síðan røðu. Hon frøddist um, at Keypmannahavn so­leið­is hevði latið dyrn­ar upp fyri hesi stóru framsýn­ ing. Hon helt tað vera merk­ is­vert, at kynsbýtið millum íslendsku listafólkini var sum tað var, við 58 kvinn­ um og 4 monnum. Hetta hóast talan var um úrvals­ framsýning, ið danin Ole Kofoed og listafeløgini í norð­urlendsku londunum høvdu valt út. Hon segði, at man fór at hugsa um, hvat íslendsku menninir gjørdu, meðan konurnar skaptu list. Men teir vóru ivaleyst runt í Keypmannahavn og keyptu bankar, handlar og aðrar fyri­ tøkur Aftan á at eitt umboð fyri íslendska mentamálaráðið hevði sagt nøkur orð, kom stigtakarin til framsýningina Ole Kofoed á talarastólin. Hann greiddi frá, at hetta hevði verið sera spennandi men tíðarkrevjandi ar­beiði at skipa fyri hesi fram­ sýn­­ing. Men við góðari hjálp frá samskiparunum í Ís­­landi og Føroyum var tað eydnast at skipa fyri størstu listaframsýning í Ráð­húsinum í Keypmanna­ havn nakrantíð. Framsýning hevur ikki færri enn 86 lista­ fólk, ið sýna fram ym­iskt innan myndlist, prýðis­lutir, Kvinnulist úr Norður Atlantshavið 86 listafólk sýndu sína list fram í stóra Ráðhússalinum Sigrun Gunnarsdóttir samskipaði føroyska partin av framsýningini og vísti sjálv sínar sterku andaligu málningar fram Høgni Hoydal føroyskur limur í Norður Atlantsbólkinum á Fólkatingi royndi sermerktu listainstallatiónina