Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 15. mars 2006 19 í Ráðhúsinum í Keypmannahavn glas, keramik, filtning, vatn­ litsmyndir, klædna­prent, leður, maskir, linoleums­ prent, ull­list og ym­iskt ann­að, ið alt tænir, ið ætl­ anini um at menna innlitið hjá dønum í list úr Norður Atlantshavi. Væl nøgdur samskipari Meðan vit smakkaðu okk­ um á tiltiknu Ráðhús­pannu­ køkurnar, fingu vit orð á før­ oyska samskiparan Sigrun Gunnarsdóttir. Hon segði seg vera væl nøgda við fram­ sýningina. At hanga list av 86 ymiskum listafólkum upp í sama høli er torført, og hon viðgekk, at tá hon hevði vitja risastóra og tóma Ráðhússalin í januar, hevði hon stúrt eitt sindur fyri, hvussu hetta fór at ganga. Men tað riggaði væl nú úrslitið var komið upp at hanga. Ole Kofoed er scenografur og hevur megn­ að at fáa framsýningina at hanga saman. Sigrun Gunnarsdóttir sat í nevndini í felagnum hjá føroyskum myndlistafólki, tá Ole Kofoed setti seg í sam­ band við tey, og hon gjørdist tí samskipari av før­oyska partinum av tiltakin­um. Fe­lagið vísti Ole Ko­foed á ymisk listafólk, bæði limir í felagnum og lut­takarar í Glugga­glæmu. Kofoed valdi so luttak­arnar. Til­sam­ ans gjørdist talan um 14 før­ oyskar kvinnur og 6 menn. Sigrun heldur ikki, at tað ger nakað, at kvinnurnar eru í meiriluta á hesi framsýning, tí hetta kann eggja fleiri kvinn­um til at royna seg. Grønlendarar vóru í minniluta Einans fýra grønlendsk lista­ fólk luttóku á framsýningini, og eingin grønlendskur sam­skipari var. Hetta hóast ætlanin allatíðina var, at grøn­ lendarar skuldu vera við á jøvnum føti við hini londini. Men her var okkurt fari fram, ið ikki kom í ljósmála undir ferniseringini. Vit fingu orð á ein av teimum meira sermerktu framsýnarunum Nuka Godtfredsen. Hansara listarverk hingu á einum veggi eitt petti burturi, í sær sjálvum vóru tey natural­ istiskir málningar, ið mest myntu um fotomyndir. Framm­an fyri myndirnar einar 7-8 metrar burturi stóð ein stólur og ein kikari. Tá tú hugdi at myndini gjøgnum kikaran, fekk hon eina heilt aðra dýpd og gjørdist næstan trýdimensionell. Nuka greiddi frá, at hann var perfektionist og plagdi longu sum tannáringur at kanna myndir sínar við kik­ ara, fyri at tryggja sær at allir smálutir vóru fullkomnir, soleiðis var hugskotið við kikaranum komi. Framsýningin verður opin fyri almenninginum til 28. mars og gevur eitt frálíkt innlit í nógvar ymiskar síðir av føroyskari íslendskari og grønlendskari list. hjá Nuka Godtfredsen 14 føroyskar kvinnur vóru millum framsýnararnar, á myndini royna tær at telja, hvat teirra kynsbýti er í mun til tað íslendska Michael Kjøller Jacobeus starvaðist í nógv ár hjá býargartnar­ anum í Havn, úr trøðum úr plantaguni í Havn hevur hann telgt hesar sterku maskur George Hollanders úr Íslandi sýndi hondgjørdar leikur fram