Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sum tann seinasti av trimum felags bilum, ið verða gjørdir á somu verksmiðju í Kekkia, er Peugeot 107 nú komin á marknaðin sum avloysari fyri Peugeot 106 Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tað er nú nakað síðan Peu­ geot 106, sum tann minsti Peugeot, gekk út, og bíðað hevur verið eftir einum av­loysara. Men nú er so av­loysarin, Peugeot 107, kom­in á marknaðin. Bilurin verð­ur gjørdir sum ein fe­lags verkætlan saman við Toyota Aygo og Citroën C1 á eini verksmiðjuni í Kolin, 60 km uttan fyri kekkiska høvuðsstaðin Prag. Hóast bilarnir verða gjørd­ ir á sama samlibandi, eru teir ikki heilt eins at síggja til, men hava teir hvør sín egna identitet. Tað sum skilir teir at er t.d. útsjóndin framman og aftan og tey ymisku bú­merkini hjá hvørjum bil­ merki sær. Í kabinuni er tað bert rattið, ið skilir teir at. Peugeot 107 fæst í tveim­ um útgávum hvat útgerð viðvíkur: Urban og Trendy. Bilurin er væl innrættaður og fæst við bæði 3 og 5 hurð­um. Viðførisrúmið er 139 litrar, men við at leggja baksetrini niður, verður tað 750 litrar. Tveir motorar eru at velja ímillum: ein 1.0 litur bensinmotorur við 68 hk, og ein 1,4 litur diesel við 54 hk. Bensinmotorurin koyrir heilar 21,7 km/l í meðal, og er hann ein tann mest økonomiski bensindrivni bilurin á marknaðinum. Motorurin vigar einans 67 kg, og er hann heimsins lætt­asti í sín­um klassa. Diesel­motor­urin er bæði um­hvørvis­vinar­ligur og øko­nom­­isk­ur, hann koyrir 24,4 km/l. Lættur at umgangast Peugeot 107 er sera væl egn­aður til býarkoyring. Elektromekaniska servostýr­ ingin ger, at bilurin er lættur at umgangast og at koma runt við í tættari ferðslu og at parkera. Bilurin fekk fýra stjørnur í EuroNcap krasj-testunum, ið má metast sum sera gott í hesum klassanum. Hetta kemst m.a. av at bil­ urin framman verjir fót­ gang­ararnar væl í einum sam­anstoyti, og av MICS (Mini­mal Instrusion Cabin System), ið er ein sterk karossaríkonstruktión, sum leiðir orkuna frá einum saman­stoyti uttan um sjálva kabinuna. Peugeot 107 kann síggjast og roynast hjá Auto Service við Oyggjarvegin. Prísirnir byrja við kr. 118.000,-. Nr. 53 • mikudagur • 15. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Peugeot 107 – ein økonomiskur býbilur Peugeot 107 1,0 Motorurin 1,0 litur 3 syl. bensin 68 hk 0-100 km/t 14,2 sek Bensinnýtsla 21,7 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 155/65-14 Stødd og vekt Longd 343,0 cm Breidd 163,0 cm Hædd 147,0 cm Eginvekt 800 kg Viðførisrúm 139 litrar Prísir kr. 118.000,- Søluumboð P/f Auto Service v. Oyggjarvegin FO-100 Tórshavn Tel. 345400 www.autoservice.fo FAKTA Sum tann seinasti av trimum felags bilum, ið verða gjørdir á somu verksmiðju í Kekkia, er Peugeot 107 nú komin á marknaðin Peugeot 107 innan. Einfalt og smart við snúningsteljaranum oman á speedometrinum Baklúkan er sum ein stórur rútur. Viðførisrúmið er 139 litrar, men við at leggja baksetrini niður, verður tað 750 litrar