Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 15. mars 2006 21 Um eitt ár kemur væntandi ein stationcar útgáva av nýggja Mini. Bilurin verður presenteraður sum konseptbilur á altjóða bilaframsýningini í Genéve í hesum mánaðinum Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tá fyrstu Mini komu á mark­naðin í 1959, vóru teir ein sonn kollvelting inn­an bildesign við t.d. tvør­ liggjandi motori og hjólunum úti í hvørjum horni. Tað var líka við, at teir vóru størri innan enn uttan. Longu árið eftir, í 1960, komu teir eisini sum station­ car undir nøvnunum Morris Mini Traveller og Austin Coyntryman. Mini stationcar vóru væl longri enn tann vanligi Mini. Hesin conseptbilurin líkist gamla Mini stationcar við t.d. at aftastu síðurútarnir eru dragirútar. Nú er so konseptbilurin Mini Concept Frankfurt Station­car gjørdur sum ein stationcar útgáva av nýggja Mini, sum verður gjørdur av BMW. Endalig støða er enn ikki tikin til, nær bilurin kemur á marknaðin, men tað verður helst um umleið eitt ár. Sambært nýggj­ astu tølunum frá organisa­tiónini hjá bilfram­leið­arunum ASEA, er nýggi Fiat Grande Punto, sum júst nú er komin á marknaðin, longu vorðin mest seldi bilur í Evropa Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Fiat Punto hava í fleiri ár verið millum mest seldu bilar í Evropa í sínum klassa, og hava eisini fleiri ferðir ligið á odda. Nú hevur eisini nýggi Grande Punto longu lagt seg á odda, stutt eftir at hann er komin á marknaðin. Grande Punto er ein tann størsti bilurin í sínum klassa. Hann verður gjørdur við bæði trimum og fimm hurðum. Bilurin fekk fimm stjørnur og fult stigatal, tá hann varð trygdartestaður hjá EuroNCAP. Bildesignarin Giorgetto Guigiaro frá Ital Design hevur teknað bilin, sum líkist italska luksus sportbilinum Maserati, ið hann eisini hevur teknað. Sambært tíðindaskrivi frá Fiat er orsøkin til góðu móttøkuna hjá Grande Punto designið, og tað at bilurin hevur nógvar trygdarskipanir sum standard, samstundis sum hann er rúmligur og kappingarførur í prísi. Grande Punto kann síggj­ ast og roynast hjá Nordcar í Smiðjugerði. Bíligasta út­gávan: 1,2 Active við trim­ um hurðum kostar 139.000 krónur. Mini Concept Frankfurt Stationcar Mini Concept Frankfurt Stationcar er gjørdur sum ein stationcar útgáva av nýggja Mini Eins og á gamla Mini stationcar eru aftastu síðurútarnir dragirútar Grande Punto mest seldur í Evropa Nýggi Fiat Grande Punto er longu vorðin mest seldi bilur í Evropa SUBARO LIBERO 4-WD Brúktur 7-persóna minibussur vi› el-dragitaki, tveimum dragihur›um og stereoanleggi. Bilurin sær gott út og er vælhildin. Kr. 49.800. Hygg eisini á heimasí›una: www.firexfire.dk. Tlf. +45 40186050