Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 • mikudagur • 15. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Neista-kvinnurnar eru stórfavorittar at tryggja sær finalusessin, nú seinna hálvfinalan móti Kyndli stendur á skránni Hondbóltur Jákup Mørk Í kvøld fara kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum undir seinnu hálvfinaluna sínamilllum. Fyrra hálvfinalan endaði við fýra-mála sigri til Neistan, og lítið er at ivast í, at tær bláu eru stórfavorittar at vinna sær sæti í Sunset- finaluni, sum verður móti Stjørnuni. Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19. Eisini á mannfólkasíðuni verður ein dystur spældur í kvøld. Hesin verður í Hoyvík, har H71 spælir móti Neistanum. Sum so er talan um púrasta týdningarleysan dyst, tí hetta broytir einki um, hvørjar plaseringar lið­ ini bæði skulu spæla um, tá endaspælið er av. Tað er tó lítið at ivast í, at sálarliga hava hoyvíkingarnir harðliga brúk fyri einum sigri, eftir at tríggir teir seinastu landskappingardystirnir allir eru taptir. Hvørt tað so fer at eydnast móti Neistanum, sum ikki hevur vunnið síð­ ani fyrsta umfarið í grund­ spælinum, fæst at vita í kvøld, og byrjar tann dyst­ urin klokkan 20. Atlantic Airways-kappingin d v - j - t v. mál t. mál +/- stig 1 Kyndil 9 6 - 1 - 2 512 449 63 21 2 VÍF 8 6 - 1 - 1 496 464 32 19 3 H71 8 4 - 0 - 4 473 420 53 16 4 StÍF 8 5 - 0 - 3 452 448 4 16 5 KÍF 9 3 - 0 - 6 468 504 -36 8 6 Neistin 8 0 - 0 - 8 455 571 -116 1 Seinni finalisturin skal finnast Neistin vann fyrru hálvfinaluna við fýra málum, og tær mugu metast sum greiður favrittur at vissa sær pláss í FM-finaluni móti Stjørnuni Jógvan Martin Olsen, lands­ liðsvenjari, hevur boðað 18 spælarunum í heimligu kappingini frá, at hann vil hava hesar til sonevndan fysiskan test tann 20. mars. Testirnir eru partur av nýggja táttinum hjá lands­ liðsleguni, har Magni Mohr nú eisini er knýttur at hópinum. Við at taka ávísar testir ávísar tíðir av árinum, vil landsliðsvenjarin tryggja sær, at spælararnir likamliga eru nóg væl fyri, eins og fysiski venjarin eis­ ini kann koma við veg­leið­ ing til einstøku spælararnar, um ávísir lutir skulu betrast. Teir 18, sum hava fingið boð, er Jákup Mikkelsen, Hanus Thorleifsson og Fróði Benjaminsen úr B36. Bárður Johannesne, Janus M. Joensen, Jákup á Borg, Kári Nielsen, Rasmus Nol­ søe og Mortan úr Hørg úr HB. Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni og Hjalgrím Elttør úr KÍ. Hans Pauli Samuelsen úr EB/Streymi. Pauli G. Hansen og Jónhard Frederiksberg úr Skála. Jann Ingi Petersen úr B68, Christian Høgni Jacobsen úr NSÍ og Óli Johannesen úr TB. -mørk Havnar Fimleikafelag hev­ur nú fingið nýggjan bún­að. Í tíðindaskrivi verð­ur sagt, at nevndin í fe­lagnum hevur sett sær sum høvuðsendamál at sjón­liggera felagið, og er nýggi búnin ein liður í hesum ætlanum. Búnin víkir frá gamla búnanum í útsjónd, soleiðis at reyði liturin, sum er ein partur av búmerkinum hjá HF, ikki longur er ein partur av búnanum. Búmerkið hjá HF verður tó sjálvandi sitandi óbroytt á bringuni saman við høvuðstuðlinum 2x3. Á lærinum sæst Før­ oya Sparikassi, sum eisini er ein av stuðlunum hjá felagnum. -mørk Helgi Dam Ziska telvdi javnt móti íslendskum al­tjóða meistara í seinasta talvinum. Samanlagt gjørd­ ist føroyski telvarin nummar 30 av 103 telvarum Helgi helt soleiðis fast um framúr góðu hagtølini, sum staðfesta, at hann í krútsterku kappingini í Reykjavík hevur vunnið 5 av 9 møguligum stigum. Longu undan seinasta talvinum hevði Helgi tryggj­ að sær næsta IM-normin. Kravið fyri at fáa heitið sum IM-telvari –altjóða meist­ ari – er tríggjar IM-normar umframt eitt styrkistal, sum í minsta lagi er 2400. Helgi hevði undan kappingini í Reykjavík 2286. Og roknað verður við, at hann fær eini 40 rating-stig fyri avrikið í Reykjavík. Seinnapartin í dag og kanska í morgin verður Helgi partur av kapping í snar­talvi, sum markerar endabrestin av Reykjvík open. Millum teirra, sum taka lut í hesi snarkapping eru eitt nú Viswanathan Anand, sum í løtuni verður mettur sum triði sterkasti telvarin í heiminum, og ungarska Judith Polgar, sum er sterkasti kvinnuligi telvarin í heiminum. Á seinasta FIDE-listanum er hon nummar 14, men hon hevur eisini verið væl væl hægri enn hetta. -mørk Formurin skal testast Nýggir fimleikabúnar Javnt í seinasta talvinum