mikudagur 15. mars 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 15. mars 2006
23
Búskaparfrøðingur
til
Hagstovuna
Hagstovan hevur eitt starv tøkt til ein búskapar-
frøðing at arbeiða við tjóðarroknskapi.
Uppgávan er at vera við til at menna uppgerðina av
tjóðarroknskapinum og har serliga privata vinnuliga
partinum av honum.
Fremst av øllum sóknast vit eftir einum akademiskt
útbúnum búskaparfrøðingi, men tað ber saktans
til at søkja, um tú heldur teg hava aðrar førleikar til
starvið.
Lønt verður eftir sáttmála millum Landsstýrið og
avvarðandi fakfelag. Umsóknarfreistin er 1. apríl
2006, tá skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi.
Vilt tú vita meira um starv, treytir og arbeiðspláss,
ring so til Herman Oskarsson ella John Jacobsen á
tlf. 35 28 00.
Undir Almanna- og heilsumálaráðnum og stovnum
undir tí við fyribils tænastu á Bústovninum
Eirargarði 16A/BN verður søkt eftir pedagogum til
setan 1. mai ella eftir nærri avtalu.
Størvini
Talan er um fulltíðarstarv, og er arbeiðstíðin 40
tímar um vikuna.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við
morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisarbeiði.
Á bústovninum búgva 15 menningartarnað fólk.
Førleikakrøv
Dentur verður lagdur á, at tann ið settur verður, er
likamliga væl fyri og er áhugaður í at luttaka aktivt
í øllum avbjóðingum og er opin fyri nýhugsan.
Harafturat er neuðugt at arbeiða sjálvstøðugt og at
samstarva við onnur, umframt at vera før/ur fyri at
taka ábygd og avgerðir í arbeiðinum.
Løn- og setanartreytir:
Størvini eru tænastumannastørv, sett sambært
avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjar-
málaráðið á lønarstigi 24, 25, 27, 28 og 30 til 33.
Um eingin pedagogur søkir, verða størvini sett
við hjálparfólki sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn:
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við-
mælum v.m. skal sendast til
Bústovnin Eirargarður 16A/BN
Att: Leiðarin
Eirargarður 16A/BN
FO 110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda
sær til leiðaran á stovninum á tlf. 315422/315423.
Umsóknarfreist: 31. mars 2006 kl. 16.00.
HEIMARØKTIN OG
SERFORSORGIN
SERSTOVNADDEILDIN
Pedagogar
til Bústovnin
Eirargarði 16A/BN
Frá Froðbiar Sóknar
Róðrarfelag
Ársaðalfundur felagsins verður tórsdagin 30. mars
kl. 19.00 í neystinum.
Skrá sambært lógum felagsins.
FSR
Pedagogur/
varaleiðari søkjast
Vegna barnsburðarfarloyvi søkir Sandavágs
kommuna eftir pedagogi/varaleiðara til Sóljugarð.
Talan er um fulltíðar starv í eini barnagarðsstovu.
Møguleiki er at arbeiða niðursetta tíð. Starvið verð-
ur sett 1. juni ella eftir avtalu.
Um áhugi er fyri tí, er møguleiki at halda fram í
starvi sum pedagogur.
Barnagarðurin er í 5 eindum við vøggustovu,
barnagarði og frítíðarheimi. Stovnurin er vanliga
opin frá kl. 7.30 til 17.00.
Í dagliga arbeiðinum leggja vit m.a. stóran dent
á trivnaðin hjá starvsfólkum og børnum um-
framt at hava gott samstarv bæði við starvsfólk
og foreldur.
Vit hava sera góðar umstøður, bæði uttandura og
innandura.
Okkara ynski er m.a. at tú hevur góð sam-
starvsevni, hevur áræði at geva børnunum
avbjóðingar og at tú vilt vera við til at mynda
og menna okkara pedagogiska umhvørvi.
Lønarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Føroya kommunala Arbeiðsgevara-
felag og fylgir lønarstigunum frá 13 til 19.
Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til Caritu Björklund,
leiðara á tlf. 333930 lokal 10.
Umsóknir
saman við upplýsingum um útbúgving og royndir
og møguligum viðmælum skulu vera Sandavágs
kommunu ella Sóljugarði, 360 Sandavágur, í hendi
í seinasta lagi mánadagin 10. apríl 2006 kl. 12.00.
Viðmerk á brævbjálvan: »Námsfrøðingur«.
Umboðsráðsval
verður hósdagin 16. mars 2006 kl. 9.00 til kl. 18.00.
Hesi valevnir eru uppstillað til umboðsráðið
hósdagin 16. mars 2006:
Tórshavnar valdømi:
Jákup Danielsen, Velbastaðvegur 50, Tórshavn *)
Julietta Hansen, Varðabyrgi 34, Tórshavn
Margretha Næs, Jústsgøta 2, Tórshavn *)
Solveig Sørensen, Stoffalág 40, Tórshavn *)
Ann Østerø, Rasmusargøta 9, Tórshavn
Nólsoyar valdømi:
Anna Marna Holm, Nólsoy *)
Torbjørg Jacobsen, Nólsoy
Teir persónar, sum eru merktir við »*)« eru umboðs-
ráðslimir, sum hava sitið farna skeiðið.
Havnar Sjúkrakassi