Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 15. mars 2006 25 Heilsufrøðingur Heilsufrøðiskipanin søkir eftir heilsufrøðingi við fyribils setan í Vágum/Streymoynni. Talan er um eitt hálvtíðarstarv. Arbeiðið er samansett virksemi, við tænastu til barnafamiljur og skúlar á økinum. Starvið er primært til skúlaøkið. Stórur dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv. Vit kunnu bjóða: Sjálvstøðugt og spennandi arbeiði, og til tíðir krevjandi. Fakliga menning og supervisión. At verða partur av einum samstarvstoymi við positivum og engageraðum starvsfeløgum. Væntast kunnu broytingar í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningar- verkætlan. Førleikakrøv: Útbúgving sum heilsufrøðingur. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir frá heilsufremjandi arbeiði á barna-/familjuøkinum. Áhugi fyri fakligari menning. Arbeiðið er skipað í samstarvstoymir og er tað tí ein fyritreyt, at viðkomandi hevur góð samstarvsevnir og kann viðvirka til at menna kollegiala samstarvið. Lønar- og setanartreytir: Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Setan- arøkið fevnir sum er um Vágar/Streymoy, men skal møguleiki verða fyri flyting, um neyðugt. Umsókn: Umsókn skal sendast til: Heilsufrøðiskipanin Niels Finsensgøta 28, 2. hædd, Postboks 132 FO-110 Tórshavn Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagið 31. mars 2006 kl. 12.00. Starvið verður at seta frá 15. apríl 2006 ella eftir nærri avtalu. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Heilsufrøðiskipanina, á tlf. 354010. Arbeiðið hjá heilsufrøðingum er m.a. at eygleiða og kanna barnið, at ráðgeva/vegleiða foreldrum viðvíkjandi barnsins sálarligu, sosialu og likamligu menning, foreldraleikluti og tilknýti. Á skúlunum er arbeiðið, umframt hetta, at gera regluligar funktiónskanningar, samtala við børn, hetta bæði persónligar, bólkasamrøður og undirvísing. Heilsufrøðingur Heilsufrøðiskipanin søkir eftir heilsufrøðingi við fyribils setan í Norðoyggjum. Talan er um eitt hálvtíðarstarv. Arbeiðið er samansett virksemi, við tænastu til barnafamiljur og skúlar á økinum. Starvið er primært til skúlaøkið. Stórur dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv. Vit kunnu bjóða: Sjálvstøðugt og spennandi arbeiði, og til tíðir krevjandi. Fakliga menning og supervisión. At verða partur av einum samstarvstoymi við positivum og engageraðum starvsfeløgum. Væntast kunnu broytingar í mun til raðfesting- ar og mannagongdir í samband við menningar- verkætlan. Førleikakrøv: Útbúgving sum heilsufrøðingur. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir frá heilsufremjandi arbeiði á barna-/familjuøkinum. Áhugi fyri fakligari menning. Arbeiðið er skipað í samstarvstoymir og er tað tí ein fyritreyt, at viðkomandi hevur góð samstarvsevnir og kann viðvirka til at menna kollegiala samstarvið. Lønar- og setanartreytir: Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Setan- arøkið fevnir sum er um Norðoyggjar, men skal møguleiki verða fyri flyting, um neyðugt. Umsókn: Umsókn skal sendast til: Heilsufrøðiskipanin Niels Finsensgøta 28, 2. hædd, Postboks 132 FO-110 Tórshavn Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagið 31. mars 2006 kl. 12.00. Starvið verður at seta frá 15. apríl 2006 ella eftir nærri avtalu. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Heilsufrøðiskipanina, á tlf. 354010. Arbeiðið hjá heilsufrøðingum er m.a. at eygleiða og kanna barnið, at ráðgeva/vegleiða foreldrum viðvíkjandi barnsins sálarligu, sosialu og likamligu menning, foreldraleikluti og tilknýti. Á skúlunum er arbeiðið, umframt hetta, at gera regluligar funktiónskanningar, samtala við børn, hetta bæði persónligar, bólkasamrøður og undirvísing. Starv á Føroya Barnaheimi Søkt verður eftir einum starvsfólki til Familjudeildina á Føroya Barnaheimi. Starvið ið er tíðaravmarkað í 1 ár, verður leyst til setan frá 1. mai 2006 ella skjótast til ber. Tann ið settur verður í starvið, skal starvast í skiftandi vaktum á Familjudeildini. Um Familjudeildina: Á Familjudeildini eru 7 fólk í starvi, øll við viðkomandi útbúgving. Endamálið við arbeiðnum á Familjudeildini er, at foreldrini verða styrkt og stuðla í at vera foreldur, soleiðis at familjan kann virka betur sum ein heild. Eisini er endamálið at fáa greiðu á, hvørjar styrkir og hvørjar trupuleikar familjan hevur, og í hesum sambandi meta um, hvat slag av stuðli er best og mest viðkomandi at veita familjuni framyvir. Førleikakrøv: Vit sóknast eftir einum starvsfólki, ið hevur ávísan kunnleika til familjuarbeiði. Tað er umráðandi, at viðkomandi hevur fakligan áhuga og góð sam- starvsevnir. Tann ið settur verður, skal kunna arbeiða sjálvsstøðugt. Ein partur av arbeiðnum er skriftligt arbeiði, og viðkomandi má tí vera góður at málbera seg skriftligt. Útbúgving: Fyrimun hevur umsøkjari sum hevur útbúgving sum pedagogur, sosialráðgevi, sjúkrasystir, fysioterapeutur ella ergoterapeutur. Ynskiligt hevði verið, um viðkomandi somuleiðis hevur eina terapeutiska eftirútbúgving. Løn: Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Um umsøkjari við aðrari útbúgving enn teim omanfyri nevndu fær starvið, verður viðkomandi løntur eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag fyri hjálparfólk. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 30. mars 2006. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Súsonnu Nolsøe, deildarleiðara ella Beintu Johannesen, leiðara á tlf. 312320 Føroya Barnaheim Pedda vid Steinsgøta 10 Fo - 100 Tórshavn