Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 53 - 15. mars 2006 Sjúkrarøktar- frøðingar ella heilsurøktarar/ pleygarar Á Psyk. D2 eru hesi avloysaratørv leys at søkja: • 1 farloyvisstarv á starvsbrøki 1,0 frá 1. mai 2006 til og við 30. apríl 2007 • 2 farloyvisstørv á starvsbrøki 0,5 í náttarvakt frá 1. mai til og við 31. desember 2006 Deildin er ein akut viðgerðardeild. Á deildini starvast sjúkrarøktarfrøðingar, pleygarar og heilsu- røktarar. Deildin er ein áhugaverd deild við nógvum avbjóðingum.Vit raðfesta samarbeiði og trivna høgt, og at starvsfólkið er í støðugari menning og arbeiða áhaldandi at betra um terapeutiska umhvørvið á deildini. Arbeitt verður eftir kontaktpersónaskipanini og miljøterapeutiskum meginreglum. Deildin hevur tætt samstarv við aðrar fakbókar, bæði innan- og uttanhýsis. Krøv til umsøkjara: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur/ heilsurøktari/pleygari • góð samstarvsevnir • fakligan áhuga innan psykiatriska sjúkrarøkt • Royndir innan psykiatriska sjúkrarøkt er ein fyrimunur, men tó einki krav Við kunnu bjóða: • eitt dynamiskt, fjølbroytt og mennandi arbeiði • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • tvørfakligt samstarv • ávirkan á fakligu menningina • góða innleiðslu Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgit Andersen, deildarleiðara á D2, tlf. 304500, lokal 4002, e-post: bian@lsh.fo ella til Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 4102, e-post bergitw@lsh.fo Umsóknarfreistin er 31. mars 2006 kl. 12.00. Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar- og Starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn, merkt ”umsókn til starv” við avriti av prógvum, CV og viðmælum e.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið Lønar- og starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikkja á leinkjuna ”starvsfólk” Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3629, Sp/f Vípan, 700 Klaksvík. Viðtøkur broyttar: 01.02.2006 Navn: Nýtt navn: Sp/f Kellingará Skráseting Føroya tann 14. mars 2006 Kristin Balle _______________________ www.sosialurin.fo