Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 54 - 16. mars 2006 – Tað var gott at fáa at vita, at tað er ein vón fyri tey við Aspergers syndromi. Tað gevur okkum eina vón fyri framtíðina, sigur Katrin Ósá í Klaksvík! Fyrr í vikuni var skeið hildið um sjúkuna empati-órógv. Millum áhoyrarnar var Katrin, sum eigur ein 12 ára gamlan son við hesum brekinum Sjúka Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Psykiatri: Ein sært tað bein­ anvegin á hesum børnunum, at okkurt er sum tað ikki eigur og skal vera. Í barnagarði og í skúla­ garði skilja tey seg burturúr mongdini av øðrum børnum, hóast tey so avgjørt hava sín­ ar gávur og hava góð evni. Trupulleikin hevur verið, at okkurt er áfatt við hesum børnunum. Men samstundis hevur ikki verið lætt at seta orð á, hvat bagir teimum. Hetta royndi Økisdepilin fyri psykiatri at fáa sett hol á, við vitjanini av einum ser­stakliga dugnaligum svensk­um professara. Fyrr í vikuni helt hann skeið fyri starvsfólkum og avvarðandi innan hetta økið. Millum áhoyrararnar vóru eisini foreldur at børn­ um, sum hava nógv av hes­ um eyðkennum men onga diagnosu. Og eisini for­eldur sum hava børn við hesum eyðkennum og sum hava fing­ ið staðfest sína diag­nosu. Millum áhugaðu áhoyr­ ar­nar var Katrin Ósá úr Klaks­vík. Hon er mamma ein drong sum hevur fingið diagnosuna Aspergers Syn­ drom. Og hon var sera fegin um hetta tiltakið: – Framløgan var sera áhuga­ verd. Og so var tað eis­ini gott at síggja og upp­liva, at vit eru fleiri í somu støðu. – Ein følir seg kanska ofta einsamallan við hesum, men tað er ikki neyðugt longur, sigur hon. Varhugi og diagnosa Fyri 12 árum síðani gjørdist Katrin Ósá mamma til tann nú 12 ára gamla drongin Olaf. Sum hann vaks til, var kom­ ið fram til at hesin góði Olaf ikki var sum aðrir dreingir. – Ja, vit høvdu leingi ein varhuga av, at hann var øðrvísi enn javnaldrar hans­ara. – Fyri tveimum árum síð­ani fingu vit so staðfest diagnosu hansara. Fyrst hildu tey at hann hevði DAMP, men nú varð tað altso til Aspergers syndrom, greiðir Katrin frá. Hóast tey nú fingu at vita hvat brek sonurin leið av, so vóru hetta bæði eini gleðiboð og eini sorgartíðindi at hoyra. Nú var so umsíðir staðfest, hvat soninum bilti! Í vanligum skúla At Olaf hevði diagnosuna Aspergers Syndrom vísti seg uppá ymiskar mátar í lívinum hjá hesum unga klaks­víkinginum. Hann breyt kortini neyvan nógv frá øðrum menniskjum í somu støðu sum hann: Aspergers syndrom er nevni­ liga ein mildur formur av autismu. Felags fyri nógv av hesum menniskjum er, at tey hava eitt mál og tey kunnu tosa. Og tey eru eisini vitug. Men við Olafi var tað eins og tað var hjá so mongum øðrum í somu støðu sum hann: Tey fungera ikki sosi­ alt. Tey vilja fegin hava vinir, men duga ikki so væl við teimum, tí hesi duga líkasum ikki at avlesa tey, sum tey eru saman við. Tey hava trup­ult at seta seg inn í, hvat onnur bæði hugsa og føla. Haraftrat eru tey sera ego- centrisk. – Men hesi eyðkennini forða tó ikki Olafi í at ganga í vanligum skúla her í Klaksvík, greiðir mamman frá. Ikki einsamallur Í dag gongur 12 ára gamli Olaf í 5. flokki í Ósá­skúl­ anum. Her hevur hann 15 tímar um vikuna í eini ser­ stovu, og hevur haraftrat ein stuðul í 15 tímar eftir skúla­tíð. Saman við hesum stuðli er Olaf við í ymiskum frí­ tíðarvirksemi í býnum: Hann er við í skótunum, eins og hann svimur og ríð­ur á hestbaki. Stuðulin hjálp­ir honum eisini við heima­ arbeiðinum hjá skúlanum. Katrin er sannførd um, at var ikki møguleiki fyri hesum stuðlinum rundan um sonin, og vóru ikki hesi ymisku tilboðini, so hevði hann helst verið sera in­aktivur í dag. – Sjónvarpið og teldan eru nógv nýtt av hesum per­ sónunum, men neyðugt er kortini at fáa tey út millum onnur fólk í samfelagnum. – Á henda hátt er Olaf ikki einsamallur, staðfestir mamman. Betri í framtíðini Katrin er útbúgvin sjúkra­ systir, og hevur tí altíð havt áhuga fyri at fylgja við øll­ um tí, sum hevur við hetta serstaka brekið at gera. Hon hevur verið á fleiri skeiðum, og er haraftrat lim­ur í føroyska felagnum fyri autistar. Her hevur hon so havt møguleika at hitta onnur avvarðandi í somu støðu sum hon. Hon var tí sjálvandi við á skeiðnum, sum Økisdepilin fyri psykiatri skipaði fyri í vikuni. Tað er nevniliga ikki á hvørj­um degi at ein hevur høvið at hoyra ein so væl lærdan og royndan mann sum henda svenska professaran Christoffer Gillberg. – Eg haldi, at hann dugdi ómetaliga væl at greiða frá øllum sum hevði við empati- órógv at gera, sigur Katrin. Serliga hefti hon seg við útsagnirnar um, at hesi menn­ iskjuni hava góðar møgu­ leikar fyri at gerast betri og fungera betri í framtíðini. Vón fyri framman Sum foreldur hugsar ein al­tíð nógv um børn síni. Og tað ger Katrin eisini. – Vit fingu á skeiðnum líka­sum eina vón um, at tað verður betri seinni. At fáa slíkt at vita frá einum manni við so stórum royndum, hev­ ur nógv at siga. – Tað er altíð gott at vita, at tað er ein vón, og at ein tí kann síggja meiri positivt uppá framtíðina, sigur Katr­ in. Á skeiðnum fingu tey eis­ ini at vita, hvussu ein sum avvarðandi skal vera mótveg­ is hesum menniskjunum, m.a. arbeiðið við at bróta vanar teirra. – Vit skulu ikki geva teim­um loyvi til at verða so fast­læst í teirra mynstri. Vit skulu eisini fáa tey út úr teirra rutinu. – Men hetta skal gerast í smáum – varliga og í stigum. So verður úrslitið eisini tað besta, sigur Katrin. Autisma ■ Nøkur eyðkenni fyri fólk við autismu: ■ Avmarkað eygnasamband, andlitsbráð og vælkoma, tá ein spælir við tey ■ Søkja sjáldan troyst hjá móður og faðir ■ Taka sjáldan stig til samband ella spæl við onnur ■ Reagera sjáldan mótvegis øðrum við kenslum so sum sorg og gleði ■ Seinkað ella tørvandi menning av talumáli ■ Reagera sjáldan mótvegis boðum frá øðrum ■ Trupulleikar at byrja ella fasthalda eina samrøðu ■ Serstøk áhugamál, har persónur allatíðina er upptikin av somu tingum, handlingum og hugsanum ■ Knýta seg nógv til ein einstakan lut, t.d. eina sofu ■ Gera altíð tað sama á ein ávísan hátt ella í ávísari raðfylgju ■ Slá høvdið inn í veggin og skríggja um broytingar koma í FAKTA Persónar við Aspergers syndromi og autismu hava eingi likamlig tekin um sjúkuna, men verða fyri tað mesta mett av øðrum sum øðrvísi. Hetta sæst eisini aftur í teirra máta at vera saman við øðrum, hvussu ítøkiligt tey hugsa, tosingarlagi, stóra áhuga teirra fyri serstøkum økjum og mørk teirra fyri logikki og systematikki, fram um at tosa um kenslur og bleyt virðir. Í Danmark finst Aspergers Ressource Center sum er ein privat fyritøka, sum ynskir at hjálpa fólki við Aspergers syndromi ella autismu, soleiðis at tey fáa bestu líkindi at virka undir og menna seg. FAKTA Olaf er – kortini – ikki sum hini – Vit høvdu leingi ein varhuga av, at sonur okkara var øðrvísi enn javnaldrar hansara, sigur Katrin Ósá í Klaksvík. Sonurin hevur síðani fingið staðfest diagnosuna Aspergers Syndrom Mynd: Jens Kr. Vang