hósdagur 16. mars 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 16. mars 2006
9
Keldan: Í farnu viku
vóru skipað fýra møti
við prædikumanninum,
Rodney Howard-Brown.
Samstundis við at hesi
møtini vóru sera væl
vitjaði, so føddist eisini
ein visjón um eitt føroyskt,
kristiligt sjónvarp.
Á møtinum fríggjakvøld
ið bað høvuðstalarin Rodney
um at norðmaðurin, Jan
Hanvold, sum er maðurin
aftanfyri sjónvarpsrásina
“Visjon Norge” um at
koma á pallin og bera
fram boðskap sín. Henda
rásin hevði nevniliga sett
sær fyri at senda beinleiðis
frá møtunum í Kelduni í
Skálafirði.
– Tá Jan skuldi seta seg
niður, steðgaði Rodney
honum í hesum. Hann segði
nú, at innsavningin, sum
skuldi takast hetta kvøldið,
skuldi fara beinleiðis til
Visjon Norge til at kunna
byrja eitt kristiligt sjónvarp
í Føroyum, stendur at lesa á
heimasíðuni hjá Evangelii
húsinum í Havn
Hetta var ein tanki, sum
var stigin upp í Jan Hanvold,
nú hann var í Føroyum.
Hann var skjótur at taka
avbjóðingina til sín.
So nú verður spennandi
at frætta seinni.
sb.
Kanna møguleikan fyri
kristiligum sjónvarpi
Nólsoy: Tá nólsoyingar
mánadagin ætlaðu sær til
Havnar, var tað ikki strand
faraskipið Ritan ið stóð fyri
hesum flutningi.
Henda dagin fór hon
nevniliga á beding á
Tórshavnar Skipasmiðju.
Ístaðin er tað “Silja Star”
úr Vestmanna sum røkir
siglingina millum Havnina
og Nólsoy. Eftir ætlan fer
Ritan aftur í sigling fríggja
dagin í næstu viku.
Silja Star tekur 48 ferða
fólk. Sagt verður, at sleppa
ikki øll ferðafólkini við,
verður siglt tvær ferðir.
Er talan um farm, so fer
„Dragaberg“ at sigla við
hesum til Nólsoyar.
sb.
Fuglafjørður: Mána
dagin letur nýggja Spari
kassadeildin í Fuglafirði
upp, men longu fríggjadagin
verður móttøka í hesum
hølum.
Nýggi deildarbygningur
in í Fuglafirði hevur staðið
í gerð í umleið eitt ár.
Orsakað av flytingini
úr gomlu hølunum og
í nýggja bygningin, er
ikki møguligt at avgreiða
sparikassaørindi á deildini
í Fuglafirði fríggjadagin.
sb.
Ritan á beding
Sparikassin fingið
nýggja deild
Vakur sparikassabygningur í Fuglafirði
Aftur í ár eru eitt
hav av umsóknum
komnar inn á stóru
miðnámsskúlarnar í
landinum. Seinasta
freist at søkja um
upptøku til komandi
skúlaárið var í gjár,
og í alt liggja heili 897
umsóknir á borðinum
hjá leiðslunum kring
landið
Skúli
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Í fjør var vøksturin á miðnáms
skúlanæmingum størri enn
flestu skúlarnir høvdu væntað.
Aftur í ár eru nógv, ið ynskja at
sleppa at nema sær útbúgving
á miðnámsskúlunum í Før
oyum. Sostatt heldur vøkst
urin á fram, og áðrenn teir
umsøkjararnir, sum ikki eru
skikkaðir, eru sáldaðir frá, eru
alt ov nógvar umsóknir komnar
til miðnámsskúlarnar.
Hóast seinasta freistin at
søkja var í gjár, sleppa tó
framvegis tær umsóknirnar
við, sum vórðu koyrdar í
postkassan í gjárkvøldið.
Mads Winther, rektari á
Føroya Studentaskúla og
HF-skeiðið, sigur, at orsøkin
til at so nógv hava søkt inn
á studentaskúlan og HF-
skeiðið, er, at árgangurin, ið
fer úr fólkaskúlunum hesu
ferð, er so stórur. - Eg haldi
somuleiðis, at fleiri velja at
fara beinleiðis úr 9. flokki og
á miðnámsskúla heldur enn
at taka 10. flokk fyrst.
21% yvir miðal
til Hoydalar
Á Studentaskúlanum og
HF-skeiðnum í Hoydølum
hava 277 næmingar søkt um
upptøku - 113 málslingar,
100 støddfrøðingar og
64 HF’arir. Verða allir
umsøkjararnir upptiknir, fer
skúlin at hava átta nýggjar
flokkar skúlaárið 06/07:
– Eftir hesum at døma verða
tað 4 flokkar á málsligu deild,
4 flokkar á støddfrøðiligu
deild og 2 HF flokkar. Men
Mentamálaráðið
tekur
sjálvandi endaligu avgerðina
um, hvussu nógvir nýggir
flokkar skúlin skal hava kom
andi skúlaár, sigur Mads
Winther.
Í fjør fekk skúlin 297
umsóknir - t.e. 20 fleiri enn
í ár, men um vit taka eitt
miðaltal seinastu sjey árini,
liggur talið á umsóknum,
skúlin í ár hevur fingið, 21%
yvir miðal.
Øll sleppa í skúla í
Vági – í Hoydølum
er plásstrot
Á Miðnámsskúlanum í Vági
hava tey fingið 29 umsóknir
upp í hendi – 9 umsóknir
frá málslingum og 20 frá
støddfrøðingum.
Heidi Hammer, skrivari á
skúlanum, váttar, at øll tey,
ið eru skikkað, sleppa inn,
og eftir ætlan verða tveir
flokkar - ein málslig deild
og ein støddfrøðislig deild.
Í fjør søktu nakrir suðuroy
ingar inn á Studentaskúlan í
Hoydølum og Handilsskúlan
í Havn, men ikki allir teir
næmingarnir sluppu inn.
Men í Miðnamsskúlanum
í Vági er aftur í ár rúm
fyri hesum næmingunum,
tí skúlin hevur eins og í
fjør færri umsóknir enn
undanfarin ár:
– Eru ov nógvir skikkaðir
næmingar á skúlunum í
Havn, verða umsóknirnar
frá suðuroyingunum sendar
aftur til Miðnámsskúlan í
Vági ella kann næmingarnir
velja at fara á ein bíðilista,
leggur Heidi Hammer at
enda afturat.
Mads Winther sigur,
at eins og í fjør hevur
Studentaskúlin í Hoydølum
plásstrot og tí er gott, um
næmingar úr Suðuroy kunnu
ganga á Miðnámsskúlanum
í Vági:
– Tá vit, sum nú, hava
plásstrot, er tað betri, um
næmingar, sum koma úr
økjum, har ein miðnámsskúli
er, søkja um upptøku á
skúlanum á staðnum.
Undir serligum umstøðum
sleppa næmingar aðrastaðnis
frá tó at ganga í Hoydølum
- støða verður tikin til hetta
út frá umstøðunum hjá
hvørjum einsakum næmingi.
Men sum tað sær út nú,
megna vit heldur ikki í ár at
taka allar næmingarnar, ið
søkja aðrastaðni frá, inn á
skúlan.
Kambsdalur fullsettur
Studentaskúlin á Kambsdali
er eins og í fjør fullsettur. 117
næmingar - 52 málslingar, 41
støddfrøðingar og 24 HF’arir
- hava í alt søkt um upptøku
til komandi skúlaárið. Hetta
eru bert tríggjar umsóknir
færri enn í fjør, men rektari
á skúlanum, Sámal í Skorini
væntar, at tá dagurin í dag er
farin, ligga eini 5 umsóknir
á borðinum afturat.
– Eg giti mær til, at tá
avtornar hava vit tveir
flokkar á málsligu deild, tveir
á støddfrøðiligu deild og ein
flokk á HF-skeiðnum. Av
teimum 117 umsóknunum,
vit hava fingið, eru helst eini
5-10%, ið ikki eru skikkað at
sleppa inn. Vit taka vanliga
ikki næmingar inn á skúlan,
ið hava undir 8,0 í miðal í
próvtali.
Fyri bert trimum árum
síðan søktu vanliga 80-85
næmingar um upptøku á
skúlan á Kambsdali, men
seinastu trý árini hava tølini
liðið langt yvir miðal.
Undirsjóvartunnilin
broytir einki
Nú undirsjóvartunnil verður
millum Klaksvík og Leirvík
var kanska væntandi, at fleiri
umsóknir fóru at koma til
skúlan á Kambsdali. Men so
er ikki. Í hvørtfall ikki, sum
støði verður tikið í samlaða
talinum av umsóknum til
skúlan.
Sámal í Skorini sigur,
at tey høvdu væntað eina
broyting í umsóknartalinum,
nú Norðoytunnilin letur
upp:
– Men higartil hava vit ikki
merkt til nakra broyting.
HF- skeiðið í
Klaksvík økist
Talið á umsøkjarum til HF-
skeiðið í Klaksvík er á leið tað
sama, sum í fjør. 31 umsóknir
eru komnar á borðið hjá
stjóranum, men verður hugt
eftir árunum frammanundan
økist talið á umsóknum
framvegis munandi:
– Tá arbeiðsloysið er stórt,
hava vit fleiri næmingar á
skúlanum, men so skjótt
nógv arbeiði er til taks,
lækkar talið á næmingum
aftur. Nú tunnilin somuleiðis
letur upp í næstum, leggja
vit á skúlanum eisini til
merkis, at tey ungu heldur
ynskja at fara til Kambsdalar
at ganga á studenta- og
handilsskúla, sigur Sigrun
Skálagarð deildarleiðari á
HF-skeiðnum í Klaksvík.
Í fjør hevði HF-skeiðið
í Klaksvík nóg mikið av
umsøkjarum til tveir flokkar,
men ráðini vóru ikki til taks,
og tískil varð bert ein flokkur
stovnaður:
– 19 stóðu á bíðilista, og av
teimum 19 sluppu bert tvey
inn í flokkin. Um øll 31, ið
hava søkt í ár, eru skikkað at
sleppa inn á skúlan, verður
aftur ein bíðilisti í ár, tí bert
24 sleppa í ein flokk. Men
í ár hava við fingið játta
pening til tveir flokkar, so
um eini 8 umsóknir koma við
postinum í dag, verða helst
tveir flokkar í HF-skeiðnum
í Klaksvík komandi ár.
Handilsskúlarnir
fullteknaðir
Báðir Handilsskúlarnir í
Føroyum eru fullteknaðir.
Á Handilsskúlanum í Havn
eru í alt 272 umsóknir - 155
FHS’arir, 117 HH’arir -
komnar við postinum.
Bert ein umsókn skilur
talið av umsóknum frá í fjør,
og er hetta talið í heila tikið
sera stórt:
– Enn vita vit ikki, hvussu
nógvar flokkar Mentamála
ráðið játtar okkum at fáa,
men sum tølini síggja út
nú, er eingin ivi um, at
tað ikki fer at bera til at
taka ímóti øllum teimum
næmingunum, ið hava søkt,
sjálvt um teir eru skikkaðir,
ásannar Reidar Nónfjall,
stjóri á Føroya Handilsskúla
í Havn.
Páll Isholm, stjóri á
Handilsskúlanum á Kambs
dali, sigur, at 171 umsóknir
eru komnar til teirra í ár:
– Tað er á leið tað saman
sum í fjør. Eftir ætlan fara
vit at hava 4 FHS flokkar og
2 HH flokkar. Heldur hetta,
sleppa øll, ið lúka krøvini
inn til FHS, meðan eini 20
næmingar til HH noyðast
at taka til takkar við einum
bíðilista.
897 søkja á stóru
miðnámsskúlarnar
Umsóknir, ið stóru miðnámsskúlarnir hava fingið:
Studentaskúlin & HF-skeiðið í Hoydølum:
• Í alt 277 umsóknir: 113 málslingar, 100 støddfrøðingar
og 64 HF’arir.
Studentaskúlin & HF-Skeiðið á Kambsdali:
• Í alt 117 umsóknir: 52 málslingar, 41 støddfrøðingar
og 24 HF’arir.
Miðnámsskúlin í Suðuroy:
• Í alt 29 umsóknir: 9 málslingar, 20 støddfrøðingar.
HF-Skeiðið í Klaksvík:
• Í alt 31 umsóknir: í fyrstu atløgu bert ein flokkur.
Handilsskúlin á Kambsdali:
• Í alt 171 umsóknir: 101 FHS’arir og 70 HH’arir.
Handilsskúlin í Havn:
• Í alt 272 umsóknir: 155 FHS’arir, 117 HH’arir.
FAKTA