hósdagur 16. mars 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 54 - 16. mars 2006
Herfyri var stór føroysk sendinevnd í India. Við í ferðalagnum
vóru umleið 25 umboð fyri føroyskt vinnulív og síðani
nøkur umboð fyri løgmansdeildina í Tinganesi við sjálvum
løgmanni á odda.
Undan fráferðini greiddi løgmaður frá, hví tey høvdu tikið
hetta stigið og hví man hevði valt júst India. Og hetta endur
tók hann eisini eftir heimkomuna. Niðurstøðan var tann,
at Føroyar hava brúk fyri at vera við í altjóðagerðini og at
síggja, hvussu henda verður framd í verki. Mett var at India
er eitt av teimum londum, sum fyritøkur í Føroyum kunnu
samstarva við og eisini fáa íblástur frá til at vera meira
virknar í sjálvari altjóðagerðini.
Sum ítøkiligt dømi um slíkt samstarv varð nevnt sáttmálin,
ið virkið Vónin fekk at gera út fiskisskip við stórum troli til
pelagiskan fiskiskap. Í tí sambandinum fekk Vónin eitt virki
í India at gera ein part av trolinum, soleiðis at virkið harvið
varð kappingarført í royndini at fáa sáttmálan. Áhugavert
var at merkja sær, at føroyska sendinevndin eisini hevði
høvi til at vitja júst hetta virkið á ferðini.
Heimafturkomin hava vinnulívsumboðini og løgmaður
sjálvur greitt fjølmiðlum frá, at ferðin var sera væleydnað.
Tey mongu umboðini fyri vinnulívið eru samd um, at hetta
var ein gevandi og lærurík ferð, og har tíðin fer at vísa,
hvat ítøkiliga kemur burtur úr. Men sum skilst hevur bara
ferðin í sær sjálvum verið til stóran íblástur fyri føroysku
umboðini, sum hvør í sínum lag siga gott fyri hesi vitjan,
og at tey ikki vildu verið hana fyriuttan. Eitt nú verður
stórur dentur lagdur á júst hetta at hava løgmann við
sum durðaopnara. Løgmaður sjálvur hevur so eisini gjørt
greitt, at hetta verður neyvan seinasta ferðin hann ger av
slíkum slag. Hann tekur fegin orðini hjá eitt nú stjóranum í
Vinnuhúsinum til eftirtektar um, at løgmaður eigur at standa
á odda fyri slíkum kunningar- marknaðarføringsferðum í
framtíðini og at hetta eigur at vera ein nýggjur og náttúrligur
partur av virkisøkis løgmans.
Tað hevur eisini verið funnist at ferðini og hava røddir verið
frammi um, at India varð ikki rætta staðið at fara til, og
at ferðin varð ikki nóg væl fyrireikað osfr. Tað kundi verið
áhugavert við eini almennari evaluering av slíkari ferð, har
umboð fyri vinnulívið greiddu frá ferðini og úrslitunum
og har høvi eisini varð at seta spurningar. Sum skilst er
ætlanin hjá bæði Vinnuhúsi og Menningarstovu saman
við løgmandeild at taka okkurt slíkt stig og eigur tað at
vera kærkomið.
Tað er bæði gott og rætt at evaluera slíkar ferðir, soleiðis at
úrslit og royndir verða løgd fram og har møguleiki eisini er
at seta spurningar og harvið fáa eitt gevandi orðaskifti. Var
hetta rætti mátin, var India rætta valið, varð samansetingin
av ferðalagnum tann rætta, hvat kom burtur úr ítøkiliga og í
aðrar mátar og hvussu kunnu vit læra av slíkari ferð, tá vit í
framtíðini skulu gerast enn virknari partur í altjóðagerðini?
Heldur enn at kasta eftir hvørjum øðrum í hvør sínum horni
og hvør sínum lagi eiga vit at leggja øll kort á borðið.
Vit eru alt ov fá í hesum landi og tíðin og orkan alt ov
kostnaðarmikil til bara at taka fram og dyrka tað negativa,
hóast skilagóðir spurningar eiga at verða settir til eina og
hvørja tíð og krittisk evaluering eisini eigur at vera partur av
eini og hvørjari søk. Latið okkum fáa ein positivan dialog,
har øll sjónarmið sleppa framat. Og latið okkum hoyra, hvat
kom burtur úr hesi spennandi ferð. Tí er sera skilagott við
einum uppfylgjandi tiltaki, har tað ber til líta bæði aftur
eftir og ikki minst frameftir.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Indiaferð og hvat so!
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Viðvíkjandi fyrispurningi
frá Jørgen Niclasen til
Bárð Nielsen seinasta
mikudagin 8. mars um
uppbýti av lands- og
kommunuskatti.
Í samband við omanfyri
nevnda fyrispurning, fara vit
at vísa til ávíkavist samrøðu
og grein okkara í Sosialinum
10. og 13. mars og tað, sum
sagt varð í løgtinginum,
har vit mótmæltu floksins
støðu hjá bæði fyrrverandi
og núverandi formanni í ting
bólki Fólkafloksins.
Vit eru, sum eisini víst er
til í Sosialinum, samdir um,
at sjálvur fyrispurningurin
frá Jørgen Niclasen til Bárð
Nielsen er í fínasta lagi og
viðkomandi, men átala tað,
sum síðani kom fram undir
sjálvari umrøðuni.
Tað sum bæði Óli Breck
mann og Jørgen Niclasen
søgdu undir viðgerini og
tann misteinkiligerðing av
kommununnar brúki av pen
ingi, er uttanfyri alt mark og
uttan grundarlag.
Kommunrnar komu ótrú
liga væl undan kreppuni,
uttan at fáa nakra sanering,
(tó varð javnað frá betri til
verri stillaðar kommunur),
meðan tað ikki kann sigast
um hinar partarnar í sam
felagnum.
Fólkaflokkurin gongur
– og vil framvegis ganga
– á odda fyri at fáa savna
kommurnar í størri eindir,
so hesar kunnu fáa fleiri mál
løgd út til umsitingar.
Hetta er neyðugt fyri bæði
borgaran og nærleikan, sam
stundis fer hetta í longdini
at gerast bíligari, tí vit vita,
at kommunurnar hava ikki
minni ábyrgdarkenslu enn
landsmyndugleikarnir, og
eru avgjørt minst líka væl
fyri at umsita mál, sum lands
myndugleikin er. Hetta hevur
týðiliga verið prógvað. – Vit
vita eisini at hetta er eitt vinn
aramál í longdini.
At Javnaðarflokkurin var
enntá harðligari í viðmerk
ingunum um kommunurnar,
sum vísir teirra politikk, so
er eingin verja í tí.
Undirritaðu gera vart við,
at Fólkafloksins politikkur
hevur sum mál, at hava
greiðan skilna á uppgávum
millum land og kommunur
og vilja leggja mundandi
meira út til kommunur við
teirri sanføring, at hesar
røkja tænasturnar betri og
við dyggum fíggjarligum
atliti.
Samstundis vóna vit, at
kommunur halda fram at
átaka sær umsitingarligar
uppgávur í sama treysti sum
higartil.
Við hesum vísa vit enn
einaferð til ávíkavist grein og
viðtalu okkara í Sosialinum
10. og 13. mars, og tað sum
sagt varð í tinginum undir
viðgerðini, og mótmæla so
leiðis at Fólkaflokurin kem
ur at standa fyri tílikari atferð
mótvegis kommununum.
Bræv til Fólkaflokkin
Løgtingsmaður
Jógvan við
Keldu
Løgtingsmaður
Heðin
Zachariasen
Løgtingsmaður
Poul
Michelsen
Sum títt svørð er hvast,
sum tín hond er hørð;
sum tú tekur fast
um tey broysknu kør.
Myrk er mín rødd
og mín hond er køld;
brotnar harða stál
hokna hægstu vøld.
Er einki ið blíðkar
títt grima brá;
er eingin linni
eru eingi ráð?
Er myrk mín ásjón
er hart mítt mál,
hygg fast í mítt eyga
hygg beint í mítt stál.
Veri sál tín trygg
veri lund tín kvirr;
kom við mær og grynn
har tú ei grynti fyrr.
Faftra ei, fylg mær
á sorgar botn;
nert við mítt gler
og mítt harða horn.
Nert við mítt stál
og mín kalda serk;
far so um tú orkar
til dagsins verk.
Set so um tú orkar
nýggj fræ í mold;
kanska hoyrist ein sangur
kanska grønkar ein fold.
Kanska leikar har spølið
hitt eyma kind;
kanska stinnari bak
ber mín harða vind.
Sum títt svørð er hvast,
sum tín hond er hørð;
sum tú tekur fast
um tey broysknu kør.
Myrkt er mítt mál
og mín hond er køld;
brotnar harða stál
hokna hægstu vøld.
Hanus Kamban
SUM TÍTT SVØRÐ ER HVAST