hósdagur 16. mars 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 16. mars 2006
11
Ein nýggjur super
bólkur hevur sæð
dagsins ljós, Tuxedo
Rebels er ein mót
mælisbólkur, ið ætlar
sær at spreingja mørk
við egnum løgum og
tolkingum av kendum
hetjum
Konsert
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Petur Pólson og Knút Háberg
Eysturstein hava tikið seg
saman í tvímansbólkin Tuxedo
Rebels. Leygarkvøldið spæla
teir í Hafnia Lounge. Petur og
Knút eru tveir av teimum av
markantastu einstaklingunum,
ið eru sprotnir burturúr
tónleikaumhvørvinum rundan
um Losjuna í Gøtu.
Tá M.A. Jacobsen
fór til Gøtu
Gøtumaður Petur hevur í
Clickhaze, Visible Fish,
Kynverjum og sum einstak
lingur ríka føroyska tón
leikaheimin almikið. Hann
er ein sterkur oddamaður,
ið øll hava eina meining
um. Røddin er egin og
myrk. Hon hevur eina heilt
serliga inniligheit, ið summi
hata og onnur elska. Petur
hevur eisini, sum yrkjari
skavað navn sítt í føroyska
mentanarklettin við fýra yrk
ingasøvnum og eini M.A.
Jacobsens heiðursløn fyri
fagrar bókmentir.
Ein gestur hjá Peturi
Leirvíkingurin Knút Há
berg Eysturstein byrjaði
sítt tónlistarliga yrki, sum
gittarleikari í bólkum sum
Marigold og avleggaranum
Mary’s Baby. Men tað var
sum orgulleikari í Gestum, at
Knút flutti seg inn í føroysku
tónleikatilvitskuna. Hann
hevur eisini í Marius og í
einstaklingaverkætlanini
hjá Peturi víst seg, sum ein
sera habilan urguleikara, ið
hevur átt ein stóran leiklut
í heildarmyndini hjá hesum
bólkum. Sum einstaklingur
hevur Knút eisini roynt seg
við frálíku fløguni Havsglóð.
Á hesi fløgu slapp lagskriv
arin Knút framat, og hesin er
bæði inniligur og dugnaligur.
Røddin hjá Knút er eisini heilt
serlig, tó á ein heilt øðrvísi
máta enn tann hjá Peturi.
200 yvirtók
Tjóðveldispropaganda
Petur og Knút hava sam
starvað á fløguni hjá Peturi,
men longu áðrenn hetta var
bólkurin Tuxedo Rebels
Against Danish Dominance
farin at spæla til ymisk smá
tiltøk kring landið. Av tí, at
báðir limirnir hava verið so
upptiknir av øðrum verkætl
anum, er hesin bólkur ongan
tíð veruliga komin fyri seg.
Men nú tykist vend at vera
komin í.
Bólkurin hevur kutað navn
ið niður í minnið enn eina
helvt og eitur nú bert Tuxedo
Rebels. Á heimasíðuni hjá
Peturi Pólsyni, sigur bólk
urin, at orsøkin til navna
broytingina er, at 200 hevur
yvirtikið beinleiðis Tjóð
veldispropagandaina. Tí varð
hesin partur kliptur burtur
soleiðis, at mótmælini kunnu
fevna eitt sindur breiðari.
Fólk rýmdi av
konsertum
Bólkurin spælir umframt
egin løg tolkingar av løgum
hjá stórum hetjum, sum Bob
Dylan, Leonard Cohen, Tom
Petty, Johnny Cash og U2.
Á konsertunum kring landið
hevur móttøkan, sum heild
verið góð. Men sambært
Tuxedo Rebels hevur løgurin
verið dekan ov sterkur fyri
summi, ið stutt sagt eru
rýmd á dyr. Leygarkvøldið
stendur Hafnia Lounge fyri
tørn, tá hesin spennandi
bólkur vitjar Havnina.
Petur Pólson og Knút Háberg Eysturstein hava stovnað mótmælisbólk
Tuxedo Rebels
ætlar at
spreingja mørk
Føroysk
stuttsøga á
donskum
dansipalli
Undir heitinum Short
Stories – Nu med havenisse
leggur
Dansescenen
á Øster Fælled Torv í
Keypmannahavn til og
við leygarkvøldinum pall
til dans í stuttsøgusniði.
Hetta er fjóru ferð at
Dansescenen leggur pall
til hetta sniðið av dansi
framførslu, men fyri før
oyingar er hendan ferðin
serliga áhugaverd, tí
tann eini koreografurin
er Rannvá Káradóttir og
afturat sær hevur hon
Kristinu Sørensen, ið
dansar saman við Rannvá
og Seke Chimutengwende
úr London.
Temaði á hesi stuttsøgu
dansiframførslu er kolo
nihavin, og tí verur nógv
gjørt fyri at skapa júst
hesa kenslu, við hind
bærsodavatn, kaffi og
kokosmakrónum í steðg
inum.
Umframt Rannvá Kára
dóttir eru koreografarnir
Odef Graf, Kirstine Kyhl
Andersen, Helen Saund
ers og Kasper Daugaard
Poulsen.
Sýningarnar byrja kl.
20 hvørt kvøld
nud
Mær tørvar ikki pening
fyri at skriva eina
bók, tað er ongantíð
drívmegin hjá høvundi
við gávum
Nú var hann so kroystur Carl J
Jensen, at hann stakk høvdið
undan kavi, so bæði skalli og
hattur komu undan, rotmagi
við. Og hevur eina fjantuta
og viðvenda viðmerking í
Dimmu, og sigur nú í sín
um sjálvhálovandi hjálp
arloysi, at øll skulu fáa úr
Mentanargrunninum, eisini
tey gávuleysu!
Men í Fimmaranum skilti
hann ikki myndina við
bommpakkanum hjá vertin
um! Bommpakkin var alt ov
stórur ella lítil biti hjá hesum
alheims høvundi at svølgja
– kongabomm eru ikki fyri
hann!
Rakreyv
Eg havi ongantíð funnist at,
at eg ikki fái úr Mentanar
grunninum! Bara ein lítil
rætting til Carl J Jensen! Klári
meg uttan áralangar starvs
lønir úr Mentanargrunni
Landsins! Sovorðin nassari
eri eg ikki! Og heldur ikki
rakreyv!
Og hartil skal eg eisini
siga, at tað er ikki peningur,
sum fær meg at skriva, og
heldur ikki peningur, sum
gevur mær hugkveiking!
So er tað eisini sagt!
Gávuloysi
At kalla fólk gávuleys,
tað er at fara nakað langt!
Sovorðið kjak havi eg ongan
hug at vevja meg í! Men har
trívist Carl J Jensen ivaleyst,
sum skilst á hesi fjákutu og
hjálparleysu viðmerking,
hann hevur í Dimmu!
So nassa tú bara úr Ment
anargrunni Landsins, har
trívist tú væl!
Nassa tú bara úr Mentanargrunninum Carl J
VIÐMERKINGAR
Rithøvundur
Ólavur í
Beiti
Komandi fríggja- og
leygardag fer Torgið
í SMS at hýsa einum
marknaði, sum
flestu handlarnir í
sølumiðstøðini standa
fyri
Marknaður
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan verður sjálvandi
um tilboð av ymsum slag,
men sum nakað nýtt fyri
føroyingar, verður nú eisini
legalt at ”prutta” um prís
irnar, eins og gjørt verður
á torgum, sum vit einamest
seta í samband við ferðir
sunnaneftir.
Torgið verður eisini shin
að nakað upp á degnum,
verður sagt. Serstøk café
verður skipað, og bólkurin.
the Dreams, fara eisini á
pallin at spæla nakrar av
føroysku tónleikaperlun
um, sum hava sett sín dám
á føroyska tónleikasøgu.
Marknaðurin letur upp
fríggjamorgunin klokkan
10.
Marknaðardagur í SMS
Heldur enn harða rokkin, sum fólk hava hoyrt á MTV,
fara the Dreams hesa ferð at framføra fleiri av meira
ella minni klassiskum føroysku tónleikaperlunum