hósdagur 16. mars 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 16. mars 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Magnus
Ennistíg,
Klaksvík,
andaðist
týsdagin 14. mars á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi,
80 ára gamal. Jarðar
ferðin verður kunngjørd
seinni
Lena Thomsen í Króki,
Hvalba, andaðist miku
dagin 15. mars 94 ára
gomul. Farið verður úr
Kapellinum á Suður
oyar Sjúkrahúsi fríggja
dagin 17. mars kl. 19.
Jarðarferðin verður úr
Hvalbiar kirkju leygar
dagin 18. mars kl. 14.
Tey ið vilja minnast Lenu,
kunnu lata eina gávu til
Hvalbiar Missiónshús,
konto í Føroya Banka
Jóhan Christan Dam,
málarameistari, van
liga nevndur Hanne
kis, ættaður úr Pork
eri, búsitandi í Havn,
andaðist í nátt 16. mars,
71 ára gamal. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Kistan við Karl Mort
ensen, Toftalíð í Vági,
fer úr kapellinum á
Suðuroyar Sjúkrahúsi
fríggjadagin kl. 16.
Jarðarferðin verður úr
Vágs kirkju leygardagin
kl. 13. Tey, ið vilja
minnast Karl, kunnu lata
Missiónshúsinum í Vági
eina peningagávu. Konta
í Suðuroyar Sparikassa.
Kistan
við
Randi
Kristensen á Tvøroyri
fer úr kapellinum á
Suðuroyar Sjúkrahúsi
fríggjadagin 17. mars
kl. 18. Jarðarferðin verð
ur úr Tvøroyar kirkju
leygardagin 18. mars
kl. 13. Tey, ið vilja
minnast Randi kunnu
lata eina peningagávu
til Føroya felag móti
Krabbameini. Konta í
peningagstovunum.
Kistan við Jónhild
Henriksen fer úr kap
ellinum á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi
heim
í
Kristianskirkjuna í kvøld
kl. 18. Jarðarferðin verð
ur fríggjadagin klokk
an 13:30 úr Kristians
kirkjuni.
Andlát og jarðarferðir
Fríggjadagin 17. mars verður
mamma (fosturmamma) mín,
100 ár. Tað er ikki til at fata, at
tú er blivin so gomul, men tað
besta av øllum er, at minnið
hevur tú so gott enn.
Er tað nakað eg ikki minn
ist, so ringi eg bara til tín, og
tað er altíð eitt svar.
Eg minnist sum tað var í
gjár, tá langabbin kom við
mær inn til Vágs, eg var 4
1/2 ára gomul tá, eitt stórt
trauma fyri eitt barn at koma
til fremmand fólk, men við
tínum og Sámalsa kærleika
til børn, var tað tað besta fyri
meg. Eitt betur heim kundi
eg ikki koma í. Eg havi so
nógv gott at takka tykkum
fyri, og nógv góð minnir
havi eg heimanífrá.
Sum tá je kom heim frá
skúla leygardag, tá hevði tú
altíð gjørt reint, stívað gard
inur og dúkar, men tað besta
var kakan, tú bakaði (trumfur
in). Enn tann dag í dag, stend
ur tað klárt fyri mær. Ella á
jólum. Tá í tíðini vóru ikki so
nógvar gávur, men tú goymdi
altíð eina gávu til 1. jóladag,
til stóra gleði fyri meg. Eg
kundi skrivað síðu upp og
síðu niður, um øll tey góðu
minnini, men eg vil heldur
snakka við teg um tað, sum
vit so mangan hava gjørt.
Eg havi altíð sagt Gumman.
Tað kom av at tá Óla Jákup
búði hjá okkum, segði hann
altíð Gumman. Bara man
segði hjá Gummuni, so vistu
øll hvør tað var. Eg veit at
tað er ein stór gleði fyri teg,
hvørja ferð Óla Jákup og tey
vitja teg.
Tú hevur altíð verið so góð
við øll og er kend fyri at vera
tolin og góð. Eg havi ongantíð
sæð teg illa. So eg segði eina
ferð við teg: »Hvussu ber tað
til, at tú ongantíð blívur ill«,
og tú svaraði: »Hvat nyttar at
rópa ella blíva illur, tað førir
aldrin til nakað gott«. – So
satt, sum sagt.
Góða Gumman, takk fyri
alt tú hevur verið fyri okkum
øll, eg havi so nógv gott at
takka tær og Sámali fyri, at
tit hava tikið tykkum so gott
av Sámal Paula. Eitt betur
heim kundi hann ikki fáa, eg
kann aldrin takka nokk.
Góða Gumman, eg, maður
mín, børnini og langommu
børnini, ynskja tær hjartaliga
tillukku á 100 ára degnum. Vit
ynskja tær ein óforgloymandi
dag. Vit elska teg, og Gud væl
signi teg.
Lydia
Her eru nøkur vers, sum Ják
up skrivaði, tá tú bleiv 98 ár,
tey passa so gott til tín:
Í Toftalíð søgdu øll,
Gumman, góð,
hvørt mansbarn har
soleiðis segði,
tú góðlynt var og bleiv
aldrin óð,
alt gott tú í okkum legði.
Teim 100 tú nærkast, so
mensk tú er,
ei bilar við tínum minni,
hvørt smáting tú minnist,
nógv betur enn vit,
nú stákast tú einamest inni.
Gumman, vit takka fyri alt
tað, vit frá tær hava nomið,
tað, tú hevur fyri okkum
foralt,
og alt, sum frá tær komið.
Roðin í vestri um sólina
sær,
Guð signi tær seinastu løtur.
Føðingardagin øll heilsa
tær,
Føroyalands synir og døtur.
Hjartaliga tillukku á 100 ára
degnum, góða Gumman.
Dagurin í morgin
17. mars Geirtrúð, deyð 659. Dóttir Pippin eldra og
abbasystir Karlamagnus. Fór ung í kleystrið Nivelles í
Belgia og gjørdist eisini abbadissa har. Millum annað var
hon verndari hjá ferðandi fólki, og við vegirnar nógvastaðni
í Europu vórðu bygd sanktugeirtrúðtilhald, har tey ferðandi
og tey fátækastu kundu fáa hjálp. Við hesi tilhald vórðu
sett upp vakurt málaðar træmyndir av Sanktu Geirtrúð við
gyltari krúnu. Av veðri og vindi fóru málingin og gyllingin
av hesum myndum, og av tí kemur tiltakið, at ”ljómin er
farin av Sanktu Geirtrúð”. Undir hesum býr kanska eisini
tað, at teir gomlu søgdu, at var regn geirtrúðardag, fór at
vera regnsummar.
Navnið er týskt, samansett av orðunum spjót og styrki.
Felagið Vágar/Vága
Kunningarstova
hevur fingið nýggja
heimasíðu, sum sæst á
adressuni www.vagar.
fo
Tíðindaskriv
Felagið Vágar, sum rekur
Vága Kunningarstovu, lat
mikudagin upp nýggja
heimasíðu, sum sæst á www.
vagar.fo.
Tað er lýsingarstovan
Sansir, sum hevur ment
heimasíðuna, og hon er
bygd upp á sama hátt sum
tær heimasíðurnar, Sansir
frammanundan hevur latið
úr hondum. Nevnast kunnu
til dømis heimsíðurnar hjá
Sørvágs- og Sandavágs
kommunum.
Heimasíðan www.vagar.
fo er í høvuðsheitinum
ein ferðavinnusíða, sum tó
er ætlað allari vinnu sum
heild í Vágum og Mykinesi.
Á síðuni ber til at síggja,
hvørji ferðavinnutilboð eru
í Vágum og Mykinesi, og
síðan verður loypandi dag
førd og ymiskt lagt afturat,
so sum møguleiki fyri
savnsvitjanum, matstøðum,
nátthúsum o.s.fr.
Eisini er síðan ætlað sum
ein tíðindasíða, har ymiskt,
sum fyriferst í Vágum verður
lýst við tíðindavinkli. Alt
í alt er heimasíðan www.
vagar.fo ætlað sum ein upp
slagstalva, har tiltøk í Vágum
og Mykinesi verða lýst.
Johanna Maria Olsen, Vágur 100 ár
Felagið Vágar fingið nýggja heimasíðu
Heimasíðan www.vagar.fo er í høvuðsheitinum ein ferðavinnusíða, sum tó er ætlað allari vinnu
sum heild í Vágum og Mykinesi
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið