hósdagur 16. mars 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 54 - 16. mars 2006
Mikudagin lat
Statoilsamtakið inn
til Jarðfeingi fyrstu
umsóknina nakrantíð
at bora inni á basaltin
um á føroyska land
grunninum. Sigurð
í Jákupsstovu, stjóri
er fegin, nú tað er
komið so langt. Hann
er eisini spentur men
heldur ikki, at talan
verður um eina ”alt
ella einki” boring, tí
tað at borað verður
gjøgnum basalt
fyri fyrstu ferð er
í sær sjálvum ein
stórhending, sum
fer at geva týðandi
upplýsingar um
undirgrundina sum
heild, og tað kann
koma framtíðar
leiting til góða
Brugduboringin
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Vegamótini í føroysku olju
tilgondini hava verið mong
seinastu árini. Og enn eitt
týðandi vegamót var hend
ingin í Jarðfeingi, sum er
føroyska oljufyrisitingin,
mikudagin 15. mars. Tá
lótu umboð fyri Statoil-
samtakið, ið bora skal á
landgrunninum í summar,
inn endaligu umsóknina
við hópi av skjølum, sum
fyltu upp í fleiri erskjur.
Sambart
oljulóggávuni
skulu oljufeløg, sum ætla
at bora á landgrunninum,
lata inn umsókn í seinasta
lagi tríggjar mánaðir, áðrenn
borurin ætlandi skal setast í
undirgrundina. Og ætlanin
er at seta borin í Brugduna,
sum økið borað verður til
eitur, um tann 15. juli.
Tað var Rúni Hansen,
stjóri á Statoil Exploration
Faroes, sum saman við fleiri
av sínum fólkum handaði
Sigurði í Jákupsstovu, stjóra
á Jarðfeingi, umsóknina. Og
tað er einki yvir at dylja, at
tað vóru tveir fegnir stjórar,
sum tóku í hondina á hvørj
um øðrum henda søguliga
dag. Hóast tað hevur verið
sera sera trupult at fáa fat
ur í boripalli, so hava tey
hjá Statoil gjørt sær stóran
ómak fyri at ganga ynsk
inum hjá føroysku olju
myndugleikunum á møti,
eitt ynski um at borað verður
í ár, soleiðis at steðgurin í
borivirkseminum ikki gerst
alt ov drúgvur. Hetta sær
nú loksins út til at fara at
eydnast.
Spentir
Tað er eisini ein glaður
Sigurð í Jákupssstovu, sum
úttalar seg til Vinnusíðurnar
í Sosialinum aftaná hesa
hending. –Vit eru sera spent
undan júst hesi boring, tí hon
verður inni á basaltinum. Nú
verður so farið at hyggja
nærri at umsóknini og til
tess hava vit nógv góð fólk
í húsinum og ráðgevar uttan
fyri eisini.
Tað, sum umræður, er at
fáa eina boring, sum lýkur
øll krøv. Tað skulu so fólk
ini hjá Jarðfeingi og fyri
støðufelagnum Statoil vera
við til at tryggja. Sjálvur
ivast Sigurð í Jákupssstovu
ikki í, at talan er um eina
væl úr hondum greidda
umsókn, men tað er so teirra
uppgávu at fyrihalda seg
til hana og tryggja, at hon
gongur mongu krøvunum
til heilsu, trygd, umhvørvi
og onnur viðurskifti á møti.
Alt skal vera 100% í lagi og
eftir bókini, áðrenn borurin
verður settur í.
Meiri kunnleika
Hetta verður so fyrstu ferð,
at tað verður borað so langt
inni á landgrunninum og á
basaltinum. Tað er so ein
eyka avbjóðing. Stjórin á
Jarðfeingi sigur víðari, at
komandi boring fer vónandi
at geva okkum nógv meiri
kunnleika til, hvat er undir
basaltinum. Hetta er so
fyrstu ferð nakrantíð, at tann
møguleikin verður kannaður,
og nettupp tí kann brunnurin
fáa stóran týdning fyri fram
tíðar leiting á føroyaøkinum
sum heild.
Tað er tí heldur einki at
ivast í, at umheimurin, bæði
tey oljufeløg, sum fylgja
gongdini á Føroyaøkinum
og tey, sum arbeiða við at
loysa basaltspurninginum
sum heild, hava stóran áhuga
í júst hesi boringini.
Tað er greitt, at nú umsókn
er latin inn til at bora í
summar, so setir hetta eisini
nógvar ringar í vatnið. Olju
feløgini hava bundið seg til
at brúka føroyskar vørur og
tænastur í tann mun tær eru
kappingarførar og síðani
eru eisini krøv til føroyskan
keikant og flogvøll. Í hesum
sambandi fer tí at vera nógv
virksemi bæði í Runavík
og í Vágum komandi hálva
árið.
Ikki ”knald eller fald”
Vit spurdu um komandi bor
ingin kann merkja ”knald
eller fald” fyri føroyska
oljuleiting!
– Tað haldi eg ikki man
kann siga. Vit uppliva sjálv
andi somu gongdina, har
fólk hava ovurstórar vónir
til tað, sum fer at henda,
og svara úrslitini ikki til
hesar vónir, so verða tey
skuffað. Men í mínum
hugaheimi er tað greitt, at
henda boringin verður ein
succes, um vit bara klára at
bora gjøgnum basaltið og
fáa upplýsingar um, hvat
liggur undir basaltinum.
Tað hjálpir okkum at koma
víðari. Vit skulu so heldur
ikki gloyma, at júst í hesum
sambandinum tosa vit bara
um eitt prospekt, eitt øki,
Borurin settur í um tríggjar mánaðir:
Samfelagið brynjar seg til
Umboð fyri Statoilsamtakið við Rúna Hansen á odda og umboð fyri Jarðfeingi við Sigurð í Jákupsstovu á odda fegnast um, at umsóknin nú er komin undir land. Hetta má samtíðis sigast at vera
fyrsta stóra hendingin, síðani stovnurin skifti navn til Jarðfeingi
Mynd Jens K Vang.