hósdagur 16. mars 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 16. mars 2006
15
Í 2003 vórðu seis
miskar kanningar
gjørdar á Glyvursnesi
í Havn sum liður í
SeiFaBa átakinum.
Hesar kanningarnar
eru týðandi íkast til
at loysa basaltknútin.
Tey fyrstu úrslitini
eru nú almanna
kunngjørd í altjóða
vísindatíðarriti
skrivar heimasíð
an hjá Náttúru
vísindadeildini á
Fróðskaparssetrinum
Basalt
Heimasíðan vísir á, at
í 2003 vórðu seismiskar
kanningar gjørdar á Glyv
ursnesi í Havn sum liður
basaltphysics.net ”SeiFaBa
átakinum. Málið var at kanna
útbreiðsluna av seismiskum
bylgjum í einum øki har teir
seismisku eginleikarnir av
basaltfláunum eru rættiliga
væl kendir.
Fýra ymiskir hættir vóru
nýttir at innsavna dátur á
Glyvursnesi. Seismikkur
varð skotin á landi við dyna
mitti og á sjónum við einari
’airgun’. Lurtitól vóru á
sjónum, sonevndir ’stream
ari’, og á landi við 80
sonevndum ’geophonum’.
Av hesum vísti airgun-geo
phone upptøkuhátturin seg
at vera nógv tann besti, tá
ið viðvíkur signal-óljóðs
lutfallinum.
Mátingar vórðu eisini
gjørdar í einum 700 metrar
djúpum boriholi á Glyvurs
nesi. Úrslit frá hesum bori
holi, saman við úrslitum úr
einum boriholi í Vestmanna
og einum í Lopra, eru nýtt
til at gera ein frymil fyri
basaltfláirnar til at eftirlíkna
hvussu seismiskar bylgjur
ferðast gjøgnum fláirnar.
Tjúkdin av Miðfláunum
broytist
Úrslitini vísa, at tað er
ein stór broyting í tjúkdini
av Miðfláunum tvørtur
um landi. Í Vestmanna eru
tær o.u. 1400 m tjúkkar; tær
tynnast so eystureftur og
eru o.u. 1050 m tjúkkar á
Glyvursnesi.
Í greinini verður víst,
at til ber at eyðmerkja
basaltformatiónir (t.d. Mið
fláir) beinleiðis út frá seis
miskum dátum við at nýta
samansetta tíðar-frekvens
greining
Eisini vísa úrslitini, at
eginleikarnir hjá tí seis
miska signalinum frá
Miðfláunum er munandi
øðrvísi enn signalini frá
Ovaru- og Niðarufláunum:
Høvundarnir leggja hesar
eginleikar til, at basaltflá
irnar í Miðfláunum eru
munandi tynnri, umleið 10
ferðir, enn fláirnar í Ovaru-
og Niðarufláunum.
Staðið fyri kanningunum
og greinina hava Uni K.
Petersen, Ph.d-lesandi,
og Morten Sparre Ander
sen, professari, á Náttúru
vísindadeildini, saman við
R. S. White professara á
University of Cambrigde,
umframt aðrar luttakarar
í SeiFaBa bólkinum. Verk
ætlanin er fíggjað av www.
sindri.fo Sindri bólkinum.
Greinin stóð í tíðarritin
um www.firstbreak.nl First
Break.
Føroyskt basalt í altjóða vísindatíðarriti
spennandi oljuboring
har mett verður at olja
finst. Vit hava mong onnur
prospekt á landgrunninum,
har vónir eru til at finna olju,
og tí er ikki rætt at siga, at
úrslitið av hesi boringini er
altavgerandi fyri framtíðina.
Sigurð í Jákupsstovu heldur
tí, at vit øll eiga at ansa eftir
ikki at skrúva vónirnar alt ov
nógv upp men heldur síggja
hesa komandi boringina sum
ein part av eini framtíðar til
gongd.
Tað verður so eisini bor
aður ein annar brunnur inni
á basaltinum í 2007. Tá er
tað oljurisin BP, sum stendur
fyri boringini.
Umsóknin at bora inni á basaltinum í
summar fyllur upp í fleiri papperskjur.
Her koma Statoilfólk á gátt í Jarðfeingi
við spennandi umsóknini
Mynd Jens K Vang