Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 54 - 16. mars 2006  Tíðindaskriv Í sambandi við, at Brekku­ brothers í ár fer á konsertferð til Føroyar, Svøríki, Norra og Danmark gevur bólkurin fløgu út í summar. Talan er um tær upptøkurnar sum bólkurin í fjør gav út á alnetinum, og sum liggja inni á www.brekkubrothers. com. Í tíðindaskrivi sigur bólk­ urin, at fólk hava spurt hví alnet tónleikurin hjá bólk­ inum ikki kom út á fløgu, og nú bólkurin fyrireikar konsertferð, hava teir valt at taka fjeppararnar upp á orðið. Á konsertferðini skal Brekkubrothers spæla saman við einum solisti úr hvørjum landi teir vitja. Í Norra spælur Ole Jørn Myklebust trompet, hann er fastur limur í Mari Boine Band og Geir Lysne Listening Ensemble.  Í Føroyum spælur Ólavur Olsen trompet, og var hann eisini við til innspælingarnar hjá Brekkubrothers.  Í Danmark skal Søren Bebe spæla klaver, hann spældi við á fløguni ”Sooner Or Later”, hjá Hans Petur.  Peter Asplund verður so­listur í Svøríki, hann tel­ ist millum mest umbidnu trompetistarnar í Svøríki og spælur millum annað við Bo Kasper, Lisu Ekdahl, Stockholm Jazz Orchestra og Svante Thuresson.  Í Brekkubrothers spæla Hans Petur í Brekkunum (saksofon), Trygvi R í Brekk­ unum (trummir), Bjarki Meitil (bass) og Magnus Jo­hannesen (tangentar). Tónleikur, prát, myndir og filmar hjá og um bólkin 48 Pages er lagt á heimasíðuna hjá bólkinum, 48 Pages skjalprógva, at bólkurin hevur verið til Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Garrvilli rokkbólkurin 48 Pages var ein av virknastu og mest spennandi ungu rokkbólkunum í Føroyum fyri nøkrum árum síðan. Men sum í so nógvum bólk­ um eru onkrir av tón­leik­ arunum farnir av landinum í lestrarørindum. Hóast bólk­ urin ikki alment er givin, so er hann heldur óvirkin á konsertpallinum í løtuni. Men tey, ið sakna tónleikin hjá 48 Pages, kunnu nú aftur smíla. Tí bólkurin hevur lagt alt tilfarið hjá sær út á heimasíðuna. Her eru fleiri enn 20 mp3’arar at taka nið­ ur, bæði samrøður við bólk­ in og tónleikur tikin upp í upptøkuhøli og á konsertum. Tveir filmar eru eisini á síð­ uni ein um upptøkurnar av fløguni Ampaljóð og eitt sjón­bandalag. 48 Pages hevur altíð ver­ ið ein sera visuellur bólk­ ur, og hetta sæst á tí stóru rúgvuni av myndum, ið eru lagdar á síðuna. Her eru mynd­ir av konsertum, úr venj­ingarhølinum, úr upp­ tøkuhølunum og nógv ann­ að. Samanumtikið skjalfestir heimasíðan, hendan øgiliga spennandi bólk, ið tíanverri ikki er virkin í løtuni. Hetta er enn ein av bólkunum, ið eru komnir úr tí sera livandi og spennandi tónleikalívinum á Margarinfabrikkini. Um tær dámar harðan rokk www.48pages.net eitt must, fyri øll onn­ur gevur heima­ síð­an inn­lit í eina tón­listar­ liga ekstrema verð, ið bæði er áhugavert og undir­hald­ andi. Seinastu níggju mánaðirnar hava viðskiftafólk hjá Føroya Banka gjørt íløgur fyri til samans hálva milliard krónur Íløgur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Verulig gongd er komin á hugin hjá føroysku spar­ arunum at gera íløg­ur í annað enn bara banka­bøk­ ur. Seinasta árið hava teir báðir stóru peninga­stovn­ arnir av álvara eisini teknað seg í meldurin av útboðum til íleggjarar, og áhugin fyri vørunum hevur verið serstakliga stórur, skilst. Føroya Banki hevur á heima­síðu sínari boðað frá, at kundar bankans sein­astu níggju mánaðirnar hava gjørt íløgur fyri hálva milliard krónur, og tað er eitt greitt tekin um meira virknar íleggjarar, verður sagt. – Vit uppliva eina stóra broyting á íløguøkinum. Fólk vilja meira enn bara at hava peningin stand­ andi í bankanum. Tað er merkisvert, at ein fittur part­ur av teimum 500 milli­ónunum, sum íløgur eru gjørdar fyri seinastu níggju mánaðirnar, er eftir­ lønir,”sigur Janus Petersen, forstjóri í bankanum. Hann fegnast um, at tann vakstrarstrategi, sum Føroya Banki setti sær fyri at fremja í verki í summar á íløguøkinum, hevur eydn­ ast. – Vit settu okkum sum mál í juni 2005, at íløgurnar í bankanum skuldu vaksa við einari milliard í trý ár. Níggju mánaðir seinni eru vit longu komin hálva leið at røkka málinum, og tað vísir, at teir 20 íløgu­ ráðgevararnir, vit júst hava útbúgvið, gera eitt gott ar­beiði, og at íløguhugurin millum fólk er sera stórur, ljóðar staðfestingin í tíð­ indabrævinum. Eftir at Føroya Banki í farnu viku hækkaði sína rentu, hevur Føroya Sparikassi nú gjørt tað sama Renta Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hetta verður gjørt, nú Tjóð­bankin í tveimum um­førum hevur hækkað sína rentu við til samans 0,5 prosentstigum. Við virkni frá miku­deg­ num hevur Sparikassin so­­leið­is hækkað lægstu bú­stað­ar­rentuna úr 3,45 upp í 3,80 stig. Sum meg­in­regla hækka aðrar út­láns­rentur sam­svar­andi, með­an inn­ lánsrentan verður óbroytt. Hetta tí innlánsrentan ikki broyttist, tá útlánsrenturnar lækkaðu seinasta heyst. Í tíðindaskrivi sigur Spari­ kassin annars, at ábend­ ingarnir greitt tala fyri fleiri rentuhækkingum í næstum, og vilja teir tí mæla fólki til at umhugsa møguleikan fyri fastlæstu rentuni, sum er á realkredittlánunum. Samstundis hevur Spari­ kassin boðað frá, at tann 1. apríl verða broytingar gjørdar í ómaksgjøldunum fyri manuelt avgreiddar tæn­astur, sum nú verða nak­að dýrari. Gravgangur eftir íløgum Sparikassin upp á 3,80 Havnar Bio og ReproZ hava gjørt avtalu um fram­ leiðslu og sýning av føroyskum biograf- lýsingum Lýsingar Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá hølini í Havnar Bio tann 26. mai læta upp eftir eina ætlaða umvæling, verður fyri fyrstu ferð møguleiki at síggja føroyskar biograf­ lýsingar. Hvíta løriftið hevur í nógv ár verið brúkt í lond­ un­um kring okkum sum lýs­ ingarmiðil, og sum heild hava lýsarar tikið væl ímóti hesum miðili. Føroyskar bio-lýsingar Brekkubrothers gevur fløgu út í summar 48 Pages vísir alt 48 Pages hava lagt eitt ótal av myndum á heimasíðu sína