hósdagur 16. mars 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 16. mars 2006
17
So at siga øll fáa ringa
húð eitt tíðarskeið í
lívinum, og akne, ella
døkkormar, er tann
vanligasta húðsjúkan.
Akne kann viðgerast
við kremi, heilivági og
øðrum serviðgerðum
Húðsjúkur
Akne er felagsheiti fyri fleiri
húðsjúkueyðkenni. Hesi
stava frá bruna í fitikertlum
og rundan um teir, og sum
nøra um pirrur og ringa
húð.
Akne (vulgaris) er tann
vanligasta húðsjúkan. So
at siga øll fáa ringa húð
eitt tíðarskeið í lívinum,
meira og minni. Sjúkan
(ella ilskan) byrjar vanliga
um kynbúningaraldur og
er sjónligast hjá 14-18 ára
gomlum, síðan viknar sjúk
an so líðandi. Tó er akne at
síggja hjá einum prosenti av
monnum og fimm prosent
um av kvinnum í 40 ára
aldri.
Á kynbúningaraldri økist
framleiðslan av kynshor
monum í blóðinum, m.a.
tað mannliga kynshormonið,
testosteron. Hetta hormonið
verður broytt av enzymum
í fitikertlunum til eitt virk
nari hormon, ið síðan elvir
til størri fitikertlar, ið vinda
uppá seg. Hetta hevur við
sær, at útlátið úr fitikertl
unum tippist av deyðum
húðkyknum (keratin). Tað er
atvoldin til pirrurnar.
Pirrur kunnu vera opnar
við svørtum keratintøppi
ella afturlatnar og hvítar á at
líta. Bakteriugróðurin í fitini
broytist, og aknebakterian
(proprionbacterium acnes)
fer at nørast.Vanliga kemur
bruni í pirrurnar og rundan
um tær, og húðin kennist
tjúkkari enn vanligt; bløðrur
við bruna og kanska eisini
størri bløðrur (cystur) koma
fram.
Ring akne kemst t.d. av
ættarbregði, hormonólag,
sum t.d. sjúku í eggja
stokkum, hjánýrum ella av
strongd. Akne kann eisini
koma av ávirkan uttanífrá
sum t.d. feitum kremum,
hárvoksi, sveitta ella nógvari
luftvætu. Eisini kann akne
koma av ymiskum heilivági
sum t.d. steroidum (gluko
kortikoidum og anabolskum
steroidum), lithiumkarbonat
og antiepileptika.
Vanliga fáa fólk akne
(døkkormar) í andliti, ryggin
og á bringuna. Atvoldin er,
at vit hava størri og fleiri
fitikertlar her enn aðrastaðni
á kroppinum.
Hvat kann ein
sjálvur gera?
Tey, sum eru ring av akne,
kunnu bøta um støðuna
sjálvi við t.d. ikki at nýta ov
feitt krem til andlitið, ikki
át nýta hárvoks og at vaska
holdið hvønn dag í mildari
sápu.
Øll akne kann viðgerast
við heilivági.At hava akne
(døkkormar) kann geva bæði
menniskjansligar og sálar
ligar trupulleikar. Hvussu
stórar trupulleikar tú fært,
hongur ikki altíð saman við
hvussu ringt títt hold er. Akne
kann viðgerast. Serliga um
hon er av tí ringara slagnum,
eigur tú at fara til lækna
fyri ikki at fáa arrvevnað.
Heilivágsviðgerðin byrjar
vanliga at hjálpa eftir 4-8
vikum.
Viðgerðin kann býtast upp
í tríggjar ymiskar mátar.Við
at brúka heilivág uttaná, við
tablettviðgerð ella við at
blanda báðar viðgerðirnar
– tað er ikki óvanligt.
Heilivágur at
brúka uttaná
Heilivágur við adapalene
bæði upploysir og minkar
brunan (hesin má tó ikki
brúkast av barnakonum).
Heilivágur við azalainsýru
minkar um brunan og upp
loysir pirrurnar.
Heilivágur við clindamy
cin virkar mest brunatálm
andi. Bakteriutýnari (anti
biotika) verður sum oftast
nýtt til tey við ringari akne
og altíð saman við onkrum
tilbúningi at brúka uttaná.
Tó eigur tú ikki at brúka
Clindamycin® saman við
antibiotika tablettum, tí bak
teriunar kunnu gerast mót
støðuførar.
Tablettviðgerð
Tetracyklin verður vanliga
tikið í fleiri mánaðir. Tó ikki
til børn undir 12 ár ella til
barnakonur.
Fyri at heilivágurin skal
upptakst so væl sum gjørligt,
eigur tú ikki at eta mjólkar
úrdráttir 3 tímar fyri og eftir
at heilivágurin er tikin.
Erythromycin,
kann
verða tikið har tetracyklin
ikki kann nýtast ella vegna
hjáárin. Leggið til merkis
at í summun førum er ikki
ráðiligt at taka tablettirnar
saman við máltíð vegna niður
setta upptøku av tablettunum
í kroppinum.
Hormonir – kvinnur við
ringari akne og møguliga
øðrum hormonellum (evna
skiftis) trupulleikum kunnu
viðgerðast við samansettum
p-bollum, sum darva fiti
(tálgar)framleiðsluni.
Isotretinoin
Isotretinoin, verður brúkt til
bløðrut akne, ella har onnur
viðgerð ikki hevur verið
nøktandi. Hetta er A-vitamin
líknandi evni, sum bæði
tálmar fitiframleiðsluni og
normaliserar fitikertlarnar.
Viðgerðin varir í 4-6 mánaðir
(má ikki brúkast av barna
konum) og hon, sum er í
viðgerð, eigur at nýta góða
fyribyrging (antikonceptión)
ein mánað eftir at viðgerðin
er liðug.
Eigur ikki at vera tikið sam
an við tetracyklinviðgerð!
NB!! Viðgerðin skal fyri
skipast av serlækna í húð
sjúkum!
Kelda: www.apotek.fo
Akne er vanligasta
húðsjúkan
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
Vanligastu sløgini av akne eru
■ Uttaná, ikki brunakendar akne/pirrur. Her kunnu
síggjast myrkar/opnar og ljósar/lokaðar pirrur. Bruni
kemur skjótari í tær lokaðu pirrurnar.
■ Uttaná, brunakend akne. Hetta eru opnar
brunakendar pirrur, eisini síggjast reyðir blettir og
smáar brunabløðrur.
■ Djúp akne. Her síggjast umframt tey omanfyri
nevndu sermerki, eisini brunakendar stórar tjúkkar
knyklaevnaðar – cystur. Í cystunum er gult slímut flot,
sum tømist av sær sjálvum ella lekist sjálvt og gevur
arr.
■ Ring djúp akne. Her er talan um stórar
samanhangandi bløðrur/cystur og stórar
knyklaevnaðar pirrur. Hetta er oftast orsøkin til
arrvevnað – serliga hjá mannfólki.
FAKTA