Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mars 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 54 - 16. mars 2006 UTTAN ÚR HEIMI Minst ellivu fólk doyðu, tá amerikanskir hermenn javnaðu eini hús norðan fyri Bagdad við jørðina í gjár, og sambært iraksku myndugleikunum vóru fleiri kvinnur og børn ímill­ um tey deyðu. Amerikanararnir siga, at fýra fólk vóru í húsunum, og teir viðganga, at álopið kost­ aði einum barni og tveim­um kvinnum lívið. Teir vilja eisini vera við, at hermenninir tóku ein mann, sum hevur verið uppi í uppreistrinum. Irakski løg­regluovastin í Samarra, Laith Mohammed, sig­ur har­ aft­urímóti, at am­er­ikonsk flog­før og stríðsvognar bumb­ aðu húsini, og at øll ellivu, sum vóru inni, doyðu. Við AP sigur hann, at tey flestu vóru kvinnur og børn, og at eingin í húsinum hevði nakað samband við upp­reistr­ armenninar. Aftur í gjár vóru fleiri bumbu­atsóknir í Irak, teirra millum ein sjálv­morðs­­atsókn. Minst fýra fólk doyðu, og nógv vórðu særd. Afghanski politikarin Habi­ bullah Qaderi vil hava altjóða samfelagið at hjálpa landsins mynd­ug­­leikum at steðga teirri altsamt veksandi rús­evnasmuglingini úr Afghanistan. Afghanski politikarin var í Wien í gjár, og í ein­ari røðu har segði hann, at rúevnið er við at oyðileggja tilveruna hjá nógvum afghanum, samstundis sum tað er ein hóttan ímóti landsins trygd. Afghanska stjórnin er ikki før fyri at loysa trupulleikarnar, og tí má altjóða samfelagið hjálpa henni, segði Habi­ bullah Qaderi. Í røðuni segði hann, at hó­ast afghanska stjórnin roynir at forða bøndrunum at dyrka opium, verður fram­ leiðslan munandi størri í ár enn í fjør, tí nógvir bøndur sýta fyri at laga seg eftir pol­it­ikkinum hjá stjórnini. Afghanistan er tað landið í heiminum, sum útflytir mest opium. Tað vakti stóran ans, tá tað herfyri kom fram, at týska fregnartænastan lat amerikanarunum týðandi upplýsingar um iraksku verjuna, beint áðrenn USA gjørdi innrás í landið. Andstøðan í týska ríkis­ degnum hevur kravt, at tíð­ ind­­ini verða kannað, og í gjár eydnaðist andstøðuni at noyða tingið at seta eina serliga nevnd at kanna málið. Týska grundlógin sigur, at ein fjórðingur av tinginum kann krevja eitt mál kannað. Tað kravdi undirtøku frá 154 tinglimum, og 157 umboð hjá Vinstraflokkinum, Teinum Grønu og Fría Demokratiska Flokkinum skrivaðu undir kravið. Tað vóru tó ikki all­ ir tinglimirnir hjá teimum trim­­um flokkunum, sum skriv­­aðu undir. Joschka Fischer hjá Teimum Grønu, sum var uttanríkisráðharri undir Irak-innrásini, vildi ikki skriva undir kravið um eina kanningarnevnd. Tvørt­ urímóti bardist hann sum úlv­ ur á skóg ímóti kann­ingini, skrivar blaðið Die Welt. Nevndin skal eisini kanna, um flogfør hjá CIA hava brúkt týskar flogvallir, tá tey hava flutt fangar til og úr Guantanamo, og um týsku myndugleikarnir vóru vitandi um tað. Svenski ríkiskassin ger kvetti av fyritøkum, sum hann eigur, ella sum hann eigur saman við øðrum. Árið í fjør royndist væl hjá svenska vinnulívinum, og sambært nýggjum tølum høvdu fyritøkurnar, sum tað almenna eigur, ella sum tað eigur part í, 63,3 mia. svenskar kr í avlopi í 2005. Tað hevði við sær, at vinningsbýtrið hjá ríkiskassanum var næst­an 10 milliardir krónur í fjør enn í 2004, skrivar Aftonbladet. Millum fyritøkurnar, sum góvu mest í ríkiskassan, eru orku­felagið Vattenfall og vedd­ ingartænastan Svenska Spel, sum góvu ávikavist 6,0 og 4,6 milliardir krónur av sær, og ríkiskassin fekk 330 mió. kr. burt­ur úr rúsdrekkasøluni Sy­stembolaget. Vinnu­mála­ ráðharrin, Thomas Östros, sig­ ur, at vinningsbýtið frá teim­ um almennu fyri­tøk­un­um er við til at tryggja vælferðina í svenska samfelagnum. Virðið á partabrøvunum hjá svenska ríkinum hækk­ aði 8,5 prosent í fjør, og á nýggjárinum vóru parta­brøvini 133,9 milli­ ardir krónur verd, skrivar Aftonbladet. Bumbaðu børn og kvinnur Rúsevnahandil má steðgast Irak-kanning í Týsklandi Stórt alment vinningsbýti Norska hagstovan væntar, at rentustøðið verður rættiliga støðugt tey næstu árini Renta Árni Joensen fartekst@mail.dk Í Noregi gongur tað sum í fleiri øðrum vestur­evr­opeiskum londum: Bú­skapurin er í menning, ar­beiðsloysið mink­ ar, og húsa­prísurin hækkar. Í sein­astuni hava summir bú­skaparfrøðingar ávarað um, at gongdin kann enda við, at búskapurin verður ovhitaður, og at rentan fer at hækka. Men norska hagstovan stúr­ir ikki fyri gongdini. Í einari meting um gongdina trý tey næstu árini skrivar hagstovan, at vøksturin í búskapinum fer at minka, so hann verður meiri støðugur ár um ár. Um rentuna sigur metingin, at hon fer helst at hækka umleið 0,75 pros­ent­ stig í ár, men at hon síðani fer at halda sær tey næstu trý árini. Heimsbankin væntar, at í 2040 verður indiski búskapurin tann triðstørsti í heiminum Búskapur Árni Joensen fartekst@mail.dk Heimsbankin væntar stór­ an búskaparvøkstur í lands­ synningspartinum av Asia í komandi árum, og sambært Praful Patel, deildarstjóra, er tað serliga India, sum fer at gera vart við seg. – Í 2040 verður tann indiski búskapurin tann triðstørsti í heiminum aftan fyri USA og Kina, sigur Praful Patel við Aftenposten. Hann vil ikki siga, hvat av hinum báðum londunum verður tað fremra. Patel, sum er stjóri í asi­ at­isku deildini hjá Heims­ bank­anum, sigur, at tey sein­astu árini eru nógvir ind­arar við góðari útbúgving farnir aftur til heimlandið at arbeiða. Eitt úrslit av tí er, at indiskar fyritøkur eru farnar at gera seg galdandi á altjóða marknaðinum. – Fyri bara fáum árum síð­ ani vóru indisku fyritøkurnar veitarar hjá stórum út­ lendskum fyritøkum, men í dag kappast tær við tær somu fyritøkurnar, sigur Praful Patel. Higartil hevur hetta serliga verið galdandi innan kunningartøkni, men deildarstjórin vænt­ar, at vit fara at síggja ta somu gongdina inn­an klædnaídnaðin, heili­ vágs­ídn­aðin og annan ídnað. – Í fleiri ár hevur bú­skaparvøksturin í Kina ligið um tíggju prosent, með­ an vøksturin í India hevur verið um seks prosent. Men innan fimm ár kemur tann indiski vøksturin eisinmi upp á tíggju prosent, sigur Praful Patel. Irakska tjóðartingið helt í gjár sín fyrsta fund síðani valið fyri trimum mánaðum síðani, men fundurin bendi ikki á, at nøkur stjórn verður skipað í bræði. Ætlanin var, at sitandi forsætisráðharrin, Ibrahim Jaafari, skuldi halda fram, men í gjár segði hann, at hann er til reiðar at taka seg aftur. Sjálvur helt hann, at tað fer at taka í minsta lagi ein mánað at skipa stjórn. Amerikanararnir vilja hava tingið at skipa nýggja stjórn sum skjótast, tí hildið verður, at tað kann tálma tí blóðuga ófriðinum. Til reiðar at fara frá India verður sum Kina Vænta støðuga rentu Norska hagstovan væntar, at rentan fer at halda sær tey næstu trý árini Ibrahim Jaafari, forsætisrá›harri