hósdagur 16. mars 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 16. mars 2006
19
Nr. 54 • hósdagur • 16. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Finaludreymurin
hjá Kyndli var til
staðar í hálvleikinum
í dystinum ímóti
Neistanum, men í
seinna hálvleiki rann
Neistin frá Kyndli.
Nicoleta Radu Hansen
skoraði 11 av teimum
19 málunum, sum
Neistin fekk í seinna
hálvleiki
Hondbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Eftir eitt tap á fýra mál
hevði Kyndil framvegis eina
lítla vón um, at liðið kundi
røkka finaluni í Sunset-
kappingini, og tá ið seinna
hálvfinalan ímóti Neistanum
í gjárkvøldið var hálvspæld,
var vónin framvegis til
staðar.
Neistin
og
Kyndil
gjørdu ikki nógv um seg í
fyrra hálvleiki, tí støðan í
hálvleikunum var 6-6.
Í seinna hálvleiki kom
Neistin rættiliga fyri seg, og
so kundi Kyndil ikki standa
ímóti tí bláa havnaliðnum.
Serliga Nicoleta Radu
Hansen gekk undan hjá
Neistakvinnum, og hon
skoraði 11 av sínum 13
málinum í seinna hálvleiki.
Stórskjúttin hjá Neistanum
gjørdi meira enn helmingin
av málunum hjá liðnum.
Góð byrjan
Kyndil byrjaði dystin væl
og legði seg fram um 5-3.
Næstu løtuna fekk liðið
tvey brotskøst, men misnýtti
bæði. Fyrst var tað Randi
Wardum og síðani Jórun
Ludvig, sum ikki fingu
bóltin í málið.
Eftir hetta fótaði Neistin
sær, vann seg upp á javnleik,
og so var eingin vegur aftur.
Eftir 10 minuttir av seinna
hálvleiki var Neistin komin
upp á 12-8, og munurin vaks
restina av dystinum.
Neistin er tí til reiðar
til finaluna í Sunset-
kappingini, sum verður
ímóti Stjørnuni, ið vann á
VB í sínari hálvfinalu.
Todi aftur
skaddur
Tá ið Start í dag spældi
venjingardyst ímóti Ro-
senborg, var Todi Jónsson
ikki millum spælarar á
liðnum hjá Start. Orsøkin
er, at hann toygdi ein
vødd í baklærinum undir
venjing í gjár.
–Todi skal binda frið
í tríggjar ella fýra dagar,
og hann kann ikki spæla
ímóti Rosenborg, men
hetta er ein lítil skaði,
og eg rokni við, at hann
spælir aftur, tá ið vit koma
til Spania leygardagin,
sigur Rune Magnussen,
fysioterapeutur við blaðið
Fedrelandsvennen. Start
skal í eina tíð halda til
á venjingarlegu í Cadiz.
Hetta er fyrireiking til
norsku lands-kappingina,
sum byrjar í næsta mán-
aði.
Andrew og
teir sleppa
ikki í gongd
Fleiri av dystunum í
næstbestu donsku deil-
dini, sum skuldi byrja
um vikuskiftið, eru
avlýstir. Orsøkin er frost
í vøllunum.
Fremad Amager við
Andrew av Fløtum á
liðnum skuldi spæla
ímóti Braband, men
DBU hevur avlýst dystin
vegna frost. Tí fer Fremad
Amager ístaðin at spæla
venjingardyst ímóti Skjold
á einum graslíkisvølli.
Byrial á
eykaliðnum
Johan Byrial Hansen
spældi í miðverjuni
hjá eykaliðnum hjá AC
Horsens, sum týskvøldið
spældi venjingardyst
ímóti Braband IF. Hesa
uppgávuna røkti hann
væl, tí einki mál kom
ígjøgnum. Hinvegin
eydnaðist heldur ikki
AC Horsens at skora,
og tí endaði lívligi venj-
ingardysturin 0-0.
Súni kann
fáa kjansin
AaB hevur selt vinstra
bakkin Allan K. Jepsen,
og høgri bakkurin Allan
Olesen hevur fingið ein
skaða. Tí er møguleikin
góður fyri, at føroyski
landsliðsspælarin Súni
Olsen kann fáa spælitíð í
næsta dystinum hjá AaB.
Súni hevur røkt skiftandi
uppgávur á liðnum hjá
AaB, og hann hevur
millum annað spælt fleiri
dystir sum avloysari fyri
júst Allan Olesen, sum nú
má binda frið í eina tíð.
Dysturin var mest
sum týdningarleysur,
men tað eydnaðist
H71 at vinna
á botnliðnum
Neistanum
Hondbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mikukvøldið spældu H71
og Neistin dyst í Atlantic
Airways kappingini, og
hóast dysturin ongan týdning
hevði fyri hvørki topp ella
botn, eftir at avgerðirnar í
kappingini eru fallnar, so
royndu liðini sítt besta.
H71, sum eitt langt skifti lá
væl fyri í kappingini um at
sleppa í finaluna um FM,
dragnaði seinastu umførini,
og eftir eitt venjaraskifti,
ið ikki fekk vent gongdini
í tøkum tíma, hevði H71
bert heiðurin at spæla fyri
mikukvøldið. Støðan var
tann saman hjá Neistanum,
sum hevur ligið aftast í
deildini allan vetur.
Neistin menti seg
H71 og Neistin spældu ein
tættan dyst, sum endaði
við, at H71 vann við einum
máli.
Munurin var væl størri í
hálvleikinum, tí tá var H71
á odda 15-9. Teir ungu
spælararnir á Neistaliðnum
góvu tó ikki upp, og teir
stríddu seg inn í dystin aftur
seinna hálva tíman.
Serliga einir fýra minuttir
mitt í seinna hálvleiki
royndust væl, tí tá fór Neistin
frá 17-22 og upp á 21-22.
Eftir hetta gjørdist dysturn
tættur og spennandi, og ein
góðan minutt fyri leiklok
javnaði Neistin til 26-26.
Seinastu løtuna hevði Neistin
tó munin og gjørdi tvey
tøtt mál, og at H71 so fekk
seinasta orðið í dystinum,
kundi ikki taka sigurin frá
H71.
Nicoleta gjørdi av við Kyndil
Nicoleta Radu Hansen bumbaði Kyndil í sor í seinna hálvleiki, og Neistin er til reiðar til finaluna
um FM í kvinnuhondbólti. Mynd: Álvur Haraldsen
Seinna hálvfinala í Sunset-kappingini
Kyndil-Neistin 18-25 (6-6)
Málskjúttar
Kyndil: Randi Wardum 6, Anja Heinadóttir
5, Lina Adrilyde, Jórun Ludvig 2, Súsanna
Petersen 1
Neistin: Nicoletta Radu Hansen 13, Ása á
Neystabø 7, Katrin á Neystabø 2, Mildrið
Jacobsen 1, Unn Kragesteen 1
Brotskøst: Kyndil 5, Neistin 3
Útvísingar: Kyndil 2, Neistin 2
Dómarar: Hallur Danielsen & Petur S. Dahl
Neistin vann samanlagt 49-38
FAKTA
So vann H71 aftur
Neistin tók seg rættiliga
inn á H71 í seinna
hálvleiki, men hoyvíkingar
høvdu munin seinastu
løtuna
H71-Neistin 28-27 (15-9)
Málskjúttar
H71: Tróndur Vatnhamar 6, Jakob Jónsson
6, Johnny Durhuus 4, Heini Bendtsen 4, Pól
Kjartan Dam 3, Bjarni Sørensen 2, Niels Viggo
Niclassen 2, Sigtór Andreassen 1
Neistin: Tróndur Kragesteen 8, Áki Mørk 5,
Dann Torleifsson 4, Rani Slættanes 3, Karl H.
Olsen 2, Birgir Poulsen 2, Roer Dalsgaard 2,
Karl Rasmussen 1
Brotskøst: H71 5, Neistin 4
Útvísingar: H71 2, Neistin 2
Dómarar: Hartvig Joensen & Kári Hansen
FAKTA